fríggjadagur 26. august 2011síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 98 · 26. august 2011
8
Bygningsverk
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað byrjaði longu so smátt í 2004. Tá
skrivaði íslendska stjórin út eina arki
tektakapping, sum skuldi umfata eitt
stórt øki, har fleiri ymiskir bygningar
skuldu byggjast.
Talan var at byrja við um Harpuna,
men eisini Hotell, íbúðarbygningar,
bankamiðstøð, handlar og einlistaskúla
umframt 2000 parkeringspláss undir
jørð.
Ósbjørn Jacobsen, sum í dag er
partaeigari í fyritøkuni, hevur síðan
2000 starvast hjá kenda danska arki
tektafelagnum, Henning Larsen, ið varð
stovnað í 1950’unum, og sum hevði
teknað fleiri kend bygningsverk.
– Eg varð so spurdur, um eg hevði
hug at standa á odda fyri hesari kapp
ingini, og tá eg hevði royndir innan
arkitektakappingar, og hetta ljóðaði
sum ein ógvuliga spennandi verkætlan,
fór eg til Íslands í augusgt 2004 til al
menna kunning um verkætlanina, sigur
Ósbjørn Jacobsen.
Arkitektafyritøkan Henning Larsen
varð stovnað av mannium, ið gevur
fyritøkuni navn, og helt fyrr til í kendu
gøtuni Vimmelskaftet, ein bústaður,
sum er vælkndur frá spælinum, sum á
donskum eitur Matador.
Í dag heldur fyritøkan til á Vester
brogade í Keypmannahavn, og telur
eini 170 starvsfólk.
Í trimum stigum
Arkitektakappingin fór fram í trimum
stigum, public, private, partnering.
– Tað var soleiðis, at vit í hvørjum
stigi arbeiddu út frá tí feed-back, sum
vit fingu. Í hesum førinum var tað gjørt
á henda hátt í trimum stigum, so tú
hevur møguleika at tillaga verkætlanina
eftir teimum ynskjum, ið komu fram
gjøgnum tilgongdina. Í øðrum førum
verður alt gjørt undir einum, og tú
leggur fram eina endaliga verkætlan,
og so má tað røkka ella støkka, sigur
Ósbjørn Jacobsen.
Í hesari verkætlanini var ein stórur
brúkarabólkur tikin við, saman við tí
almenna.
– Tað gekk eitt snøgt ár frá tí, at eg
var í Íslandi til kunnandi fund, til enda
liga verkætlanin varð latin inn. Hetta
var í august 2005, og vit fingu rættiliga
skjótt at vita, at vit høvdu vunnið kapp
ingina, sigur Ósbjørn Jacobsen.
Sum nevnt skuldi verkætlanin verða
munandi meiri umfatandi, enn hon
stendur í dag. Tí umframt konsert- og
operahúsið skuldi eisini byggjast hotel,
íbúðir, handilshølir í stovuhæddini, ein
listaskúli, og so skuldu byggjast 2000
parkeringspláss undir jørð.
Men íslendska búskaparkreppan
steðgaði hesum, so tað í fyrsta umfari
bert er talan um konsert- og ráðstevnu
húsið, ið verður bygt.
Tvey ára fyrireiking
Í august 2005, tá tað stóð greitt, at
Henning Larsen Architects, sum fyri
tøkan eitur nú, fekk arbeiðið at tekna
bygningskompleksið, var av álvara
farið undir at tekna.
– Tað vórðu settir yvir 30 arkitektar
á arbeiðið, og samstundis fóru vit í eitt
samstarv við eina íslendska arkitekta
fyritøku, ið nevnist Battaríið. Teir sendu
seks fólk til Danmarkar, sum eisini vóru
við í arbeiðinum at tekna bygnings
kompleksið, sigur Ósbjørn Jacobsen.
Ikki óvætnað bleiv gøtumaðurin, ið
hevði verið við í arbeiðinum frá byrjan,
settur sum byggilistarligur leiðari fyri
verkætlanini.
Tá arbeiðið soleiðis so spakuliga var
byrjað, fóru íslendsku byggiharrarnir at
fyrireika byggingina, og tíðliga í 2006
varð farið undir jørðarbeiðið.
– Arbeiðið við at gera byggitekn
Íslendski
stoltleikin
er partvís
føroyskur
Leygardagin var longu nú víðagitna bygningsverkið, Harpan, alment tikin
í nýtslu. Harpan er eitt risa konsert- og ráðstevnuhús, ið upprunaliga
var ein partur av einari størri bygningsætlan, sum orsakað av
búskaparliga kollapsinum í Íslandi varð skorin niður til bert at umfata
Harpuna í fyrsta umfari. Og tað er gøtumaðurin, Ósbjørn Jacobsen, ið
hevur verið leiðandi arkitektur í verkætlanini frá byrjan til enda
mynd: jens k