Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-26, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. august 2011síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 98 · 26. august 2011 9 ingar­nar byrjaði samstundis fyrst í 2006 og helt fram heilt fram til end­an av 2007 tá detailprojektið var hand­að byggi­ harranum. sigur Ósbjørn Jacobsen. Tað gekk enn av tí allarbesta í ís­ lendska búskapinum, og eingin dugdi at spáa um tað skrædl, sum skuldi raka landið bert fáar mánaðir seinni. Stuttur steðgur Byggiarbeiðið upp á Harpuna varð av álv­ara longu byrjað í 2007. Tað gekk sera væl í hond heilt fram til oktober 2008. – So hendi jú tað, at íslendski Lands­ bankin (ikki at blanda við Tjóðbankan) fór av knóranum 6. oktober, og tað var júst hesin bankin, ið veitti høvuðs­fígg­ ingina til verkætlanina. Hetta ávirkaði sjálvandi støðuna, men arbeiðið steðg­ aði ongantíð av hesi orsøk kortini, sigur Ósbjørn Jacobsen. Sum nakað heilt óvanligt helt gøtu­ maðurin fram sum byggilistarligur leiðari. – Tað vanliga er, at ein hevur høvuðs­ ábyrgdina av verkætlanini í byrjanini, men at ein annar so tekur yvir, og at kanska ein triði so tekur um endan. Eg havi verið byggilistarligur leiðari allan vegin, sigur Ósbjørn Jacobsen. Hann var einsamallur á verkætlanini at byrja við, og hann var einsamallur, nú seinasta hondin varð løgd á prýðiliga bygningsverkið. – Ísland steðgaði heilt upp yvir eitt vikuskifti, men hóast hetta ávirk­ aði tað ikki arbeiðið við Harpuni, sum burtursæð frá einum steðgi í hálv­ an annan mánað, helt ótarnað fram. Íslendska búskaparkreppan rakti tó samlaðu verkætlanina við tað at alt uttan sjálvur konsert- og ráðstevnu­ bygn­ingurin varð sett á stand-by, sigur Ósbjørn Jacobsen. Óvissan í íslendska fíggjarheiminum var tó so mikið stór, at arbeiðstakarin sjálvur valdi at senda arbeiðsfólkið til hús, tá farið var í jólafrí í 2008. – Hetta gjørdist tó til ein stuttan steðg, tí longu í februar varð arbeiðið tikið upp aftur, og hevur so hildið fram heilt til nú, bygningurin stendur lið­ ugur, sigur Ósbjørn Jacobsen. Listin við frá byrjan Eitt, sum eyðkennir Harpuna fram um nógvar aðrar listarligar bygningar, er, at longu frá byrjan av varð støða tikin til, at taka upp samstarv við listamann um at prýða bygningin. – Valið fall á íslendingin, Ólavur Elíasson, sum er føddur og uppvaksin í Danmark, men er av íslendskum uppruna. Hann er uttan iva kendasti ís­lendski listamaðurin í dag, og ís­ lendingar leggja stóran dent á, at Harpan er prýdd av einum íslendingi, sig­ur Ósbjørn Jacobsen. – Hann hevur sum nevnt verið við heilt frá byrjan, facadan sum í dag eyðkennir bygningsverkið, er skapt í einum samstarvi millum okkum og listar­mannin Olafur Eliasson, sigur Ósbjørn Jacobsen. Hann metir, at talan kanska er um eindømi um samstarv millum arkitekt og listafólk. – Nógvastaðni sær tú, at tá bygn­ ingsverkið er liðugt, verður eitt listafólk kalla inn, og so verða nøkur listaverk klamsað upp á veggin, og tað er so tað. Her hevur listamaðurin verið við frá byrjan, og tað haldi eg sæst aftur, sigur Ósbjørn Jacobsen. Stoltur og spentur Nú Harpan alment var tikin í nýtslu seinasta leygardag, er talan um eitt prýðiligt bygningsverk, og tað fer ikki óansað aftur við borðinum. – Hetta er størsta verkætlan, har eg havi havt byggilistarligu ábyrgdina frá byrjan til enda, og tað er sjálvandi við stoltleika, at eg í dag kann skoða lidna verkið. Eg eri eisini spentur upp á, hvussu tað um nøkur ár fer at taka seg út, og serliga spennandi verður at síggja, hvussu leiðslan í Harpuni fer at megna at profilera húsið, tí tað verð­ ur av­gerandi fyri, hvussu fólk fara at taka ímóti Harpuni, sigur Ósbjørn Jacobsen. Hann sigur, at higartil hava um­ mælarar bert havt rósandi orð um arki­tekturin, og um funktionalitetin av húsinum. – Tað var eisini imponerandi at síggja upp til túsund arbeiðarar stríðast fyri at leggja seinastu hondina á verkið. Al­menna handanin er útsett einar tríggjar ferðir, og tað eru kanska onkrir gólvlistar eftir at seta upp, nú Harpan alment varð tikin í nýtslu, men eg haldi eg kann siga, at eg eri væl nøgdur við verkið, sum nú er latið úr hondum, sigur Ósbjørn Jacobsen, ið hevur verið byggi­listarligur leiðari í verkætlanini Harpan frá fyrsta degi heilt fram til handanina 20. august 2011. kend bygningsverk hjá henning larsen arkitektum Moesgård Museum Århus, Danmark, 16.000 m2, 2013 Palacio de Congresos Lanzarote, Spanien, 15.000 m2, 2013 Batumi Aquarium Georgien, 2.000 m2, 2013 Campus Roskilde Danmark, 14.000 m2, 2012 Umeå Arkitektskole Sverige, 5.000 m2, 2010 Uppsala Koncert- og Kongreshus Sverige, 14.600 m2, 2007 IT Universitetet København, Danmark, 19.000 m2, 2004 Operaen København, Danmark, 41.000 m2, 2004 Malmø Stadsbibliotek Sverige, 14.000 m2, 1999 Dansk Design Center København, Danmark, 3.500 m2, 1999 kristian vang Longu nú er Harpan víðagitin fyri arkitektoniska stílin, og byggilistarligi leiðarin gjøgnum alla verkætlanina, Ósbjørn Jacobsen úr Gøtu, er errin av úrslitinum