Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-26, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. august 2011síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 98 · 26. august 2011 10 TROLBØTING Snorri Brend snorri@sosialurin.fo – Síggi eg rætt? Er tað ikki ein einsamøll kvinna, sum stendur har millum øll hasi mannfólkini og bøtir trol? Jú, mangur sjómaður og mangur áskoðari mundi helst ivast í tí, sum við­komandi var vitni til á Sjó­manna­ degnum í Klaksvík farna vikuskifti. Har, – mitt ímillum væl vaksnar og royndar trolmenn, stóð 31 ára gamla Dagny og kappaðist á jøvnum føti við hin­ar. Og hon stóð seg avbera væl, eisini. Í hesi kappingini luttóku 13 aðrir mans. Og mín sann um tað ikki eydn­ aðist Dagny at liggja væl omanfyri niðast og omanfyri royndan skipara. – Eg skal tó viðganga, at eg ar­beiddi eina viku á Vónini áðrenn Sjó­manna­ dagin – líkasum fyri at trena meg upp­ aftur áðrenn kappingina, greiðir hon bros­andi frá. Bara menn Tað kom ikki av ongum at Dagny Kristiansen ynskti – ella tordi – at bjóða teim tungu dreingjunum av í trol­bøting. Hon var í roynd og veru ikki stórt meiri enn 17 ára gomul, og júst liðug við 10. flokk í Fuglafjarðar skúla, tá hon fekk arbeiði á trolvirkinum Vónin í heimbygdini. – Eg var eitt sindur skúlatroytt tá, og royndi at finna mær okkurt ar­ beiði. Tá segði mamma við meg, at eg kundi royna at finna eitt arbeiði á trol­ virkinum, greiðir Dagny frá. – Eg hevði tó ikki serliga góðan hug til tað, – tí eg meini, har vóru jú bara menn. Og teir høvdu heldur ongatíð havt nakra kvinnu í arbeiði áður. Dagny varð tó undangongukvinna, um ein kann siga tað so. Síðani tá hava fleiri kvinnur arbeitt sum trolbøtarar á virkinum í Fuglafirði. Konufólkaarbeiði Dagny gjørdi soleiðis sum móðir henn­ ara hevur skotið upp. Hon fór oman á virkið í hesum ør­ indum. Eydnan var við henni, tí fáar dagar seinni fekk hon arbeiðsboð. Tað er sjálvandi ikki av lættastu arbeiðum at bøta trol. Dagny varð tí í fyrsta umfari sett at arbeiða við teimum heldur lættari nótunum – teimum, ið verða nýttar í alingini. – Hetta var eitt sindur meiri putlut, enn at arbeiða við teimum tungu trol­ unum. Tja, kanska var hetta eitt arbeiði sum meiri var til eitt konufólk, sigur hon við einum brosi. Her arbeiddi hon í trý ár, áðrenn hon fór í skúla og læru innan hár­fríðk­ anaryrkið. – Og nú gangi eg á handilsskúlanum í Havn. Sjóverk At Dagny byrjaði á Vónini sum bert 17 ára gomul, vakti sum vera man ans og undran millum vinfólk hennara. Tey funnu so líðandi út av at hon arbeiddi á Vónini. Men virksemið á Vón­ini er jú víttfevnd, so tað vóru ikki øll sum gittu, júst hvat arbeiði henn­ ara var. – Ja, tað vóru fleiri sum spurdu meg, hvar eg arbeiddi. Tá eg so segði, at eg arbeiddi á Vónini, spurdu tey meg beinan­vegin, hvussu tað var at arbeiða á skriv­stovuni. – Tá eg so segði teimum, at eg ikki arbeiddi her, men arbeiddi við at bøta trol og nótir, tá hugdu tey við. Tað svarið høvdu tey líkasum ikki væntað. Pápi hennara, Petur Henry var skip­ ari á einum rækjubáti. Og tað gekk ikki øðrvísi enn so, enn at Dagny slapp við honum ein túr til skips. – Eg var bert henda eina túrin, sigur Dagny, sum viðgongur at hon ikki er serliga sterk á sjónum. – Nei, tá dámar mær munandi betur á landi. Dugir enn at bøta trol – Eg ætlaði faktiskt bara at vita, um eg enn dugdi at bøta trol. Tí meldaði eg meg til kappingina á Sjómannadegnum, sigur 31 ára gamla Dagny Kristiansen í Vestmanna. Hon óttaðist ikki at bjóða seg fram til eitt typiskt mannfólkaarbeiði, og kláraði seg avbera væl í kappingini. Hon gjørdist nummar 8 av 14 luttakarum. – Tað haldi eg var eitt sera gott úrslit, tí so var eg í øllum førum ikki aftast, sigur hon brosandi mynd: jens kristian vang mynd: norðlýsið Nr. 8 Á Sjómannadegnum 2011 var skipað fyri eini kapping í trolbøting. Íalt vóru 14 menn og kvinnur tilmeldaðar, og varð úrslitið hetta: Marner Sivertsen . . . 2.55.87 Karl Jakob Ó. Eliasen 2.57.46 Haldur Johansen . . . 3.10.51 Kári Vitalis . . . . . . . . 3.19.14 Jørmund Lambá . . . . 3.34.33 Erlendur Simonsen . . 3.48.68 Rógvi Joensen . . . . . . 3.49.00 Dagny Kristiansen . 4. 00. 64 Leon Sólheyg . . . . . . 4.08.98 Jóhannes Jacobsen . . 4.13.57 Jóhan Petersen . . . . . 4.28.16 Hilmar Eliasen . . . . . . 4.37.30 Eli Lassen . . . . . . . . . . 4.44.59 Bjarni Petersen . . . . . 5.12.51 – Eg hevði ikki væntað at verða nr. 1 í trolbøtin, sigur Dagny Kristiansen. – Fyri meg ráddi tað bert um, ikki at enda niðast