fríggjadagur 26. august 2011síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 98 · 26. august 2011
15
Sum nevnt er hetta eitt greinasavn, og
tá slepst ikki undan, at sumt verður
tikið upp aftur, í einstøkum førum
ganga somu orðingar aftur úr grein
í grein. Men hetta er einki álvarsligt
brek, tí í sambandi við evni sum hesi
kann uppafturtøka vera gagnlig.
Nú gevur so virkna bókaforlagið
SPROTIN ”Orðalagslæru” hjá Jeffrei
út aftur dagførda. Fyrsta útgáva er frá
2000.
Í ”Mállæru”, 1997 eru 27 síður um
orðalagslæru. Tann bókin er ætlað elstu
flokkum fólkaskúlans.
Her kemur so serstøk orðalagslæra
( 1. útgávan var 270 síður). Hon vísir,
at Jeffrei, tá ið kemur til hesa sergrein,
er nógv tann kønasti á økinum. Bókin
er ein fongur fyri hægri útbúgving
í føroyskum, á Føroyamálsdeildini
og
á
læraraútbúgvingardeild
Fróðskaparseturs Føroya.
Sum hann royndist okkum
trimum
læraraskúlanæmingum
lýsandi fyrimynd tá í 1968, er Jeffrei
enn stóra fyrimyndin, tá ið kemur
til at útvega tilfar til og at viðgera
móðurmálsundirvísing her á landi.