fríggjadagur 26. august 2011síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 98 · 26. august 2011
14
Árni Dahl
Tað var rembingarárið, 1968, at
vit – tríggir unglingar úr 4. flokki
læraraskúlans – komu í starvslæru
í føroyskum í einum 1. real á nýggja
venjingarskúlanum á Frælsinum.
Skúlabørnini vóru um 14 ára aldur.
Fyrstu tímarnar eygleiddu vit, og vit
sótu steinbýttir, so væl hesi ungu dugdu
føroysku mállæruna, ja, tey bestu
teirra dugdu so nógv betur enn vit,
sum høvdu gingið sjey ár í fólkaskúla,
fýra ár í millumskúla og eitt ár í
realflokki. Umframt høvdu vit gingið
í fyrireikingarflokki til Læraraskúlan,
og nú høvdu vit – um 22 ára gamlir
- sett á okkara fjórða og seinasta ár í
læraraútbúgvingini.
Ein høvuðsorsøk var maðurin, ið
stundum stóð við talvuna og greiddi
frá, stundum sat aftast í skúlahølinum
og spurdi greiðar, stuttar og beinraknar
spurningar.
Hann æt Jeffrei Henriksen, er
føddur í Sørvági í 1930. Hann tók
læraraprógv í 1950, var lærari í Bø
og Gásadali 1950-55, á Eiði 1955-60,
í Tórshavnar kommunuskúla 1960-
68, og hetta summarið, í 1968, var
hann settur sum stjóri á nýstovnaða
venjingarskúla Læraraskúlans, og
hann røkti hetta starvið til 1981, tá
ið hann varð settur sum lektari á
Læraraskúlanum, har hann hevði havt
nakrar fáar vikutímar árini frá 1968.
Starvið á Læraraskúlanum røkti hann,
til hann legði frá sær í 1995.
Latínska orðið amo merkir at elska.
Úr tí er runnið orðið amatørur, sum
ofta verður brúkt í niðrandi merking,
men tað merkir bara ein, ið elskar tað,
hann ella hon fæst við. Vit kunnu siga,
at Jeffrei hevði ikki stundir at taka
ta stóru akademisku útbúgvingina,
sum hann hevði evnir at taka í eini
handarvending, men hann tók tó exam.
art. prógv í norðurlendskum serliga
føroyskum máli og bókmentum eftir
tvey ára lestur – í 1982.
Og ongum – er hann enn bachelorur,
meistari, ph.d., ella doktari í málfrøði
– hevði runnið til hugs, at nevnt
Jeffrei amatør í neiligari merking, tí
øll ásanna, at helst er eingin á hesum
granskingarøkinum, sum hevur so
holla vitan sum júst hann. Ungur
sló hann gluggarnar frá, og hann
hevur sum fáur annar fylgt við á tí
granskingarøki, sum eitur almenn
málfrøði. Øll tey, sum fáast við føroyskt
mál, vita um hansara avrik, og millum
fremstu málfrøðingar, ið fingist hava
við føroyskt – flestir teirra útlendingar
- er hann hátt í metum. Okkum, sum
var til eydnu lagað at arbeiða saman við
hesum manni, er hann altíð ein vellandi
kelda av kunnleika og ein fyrimynd:
arbeiðssamur, greiður, rúmur, tá ið kom
til nýggj rák.
At arbeiða við honum sum stjóra
hesi fyrstu árini á Venjingarskúlanum
var sum ein opinbering. Brotið varð við
gamla vanahugsan og nýggjar gøtur
tráddar. Nógvar av teimum hugsanum,
hann gjørdi sær um skúlaskap, eru
savnaðar í bókini ”Uppaling og
skúlaskapur”, sum Forlagið Sprotin
gav út í 2007.
Sama forlag gav í 2010 út stórverk
hansara: ”Málsligar rannsóknir, greinir
og hugleiðingar”, sum nøkur orð verða
søgd um her:
Bókin er skift sundur í tólv partar,
sum stutt kunnu lýsast soleiðis:
1. Søga og sjónarmið viðger tættir, ið
hava framt ella darvað føroysku
málmenningina. Her verður nógv
komið inn á málrøkt og orðasmíð.
2. Málbrigdi eru 46 málteigar, sum
Jeffrei skrivaði til blaðið ”14.
september” árini frá 1990 til 1993.
Okkurt er stytt og okkurt broytt.
Sjey av teigunum hava ikki verið
prentaðir áður.
3. Máltáttur. Jeffrei umboðaði
Móðurmálslærarafelagið
í
Málnevndini
drúgt
áramál.
Málnevndarlimir skrivaðu árini
1999-2000 útvarpinum stuttan tátt
til morgunsendingina. Her eru tríati
teirra prentaðir.
4. Mállæra og málrøkt viðger mest
parsagnorð, umljóð og treinging.
5. Málfrøðiheiti fæst sum vera man
mest við hugtøk og heiti. Ikki minst
forvitnisligt er at síggja, hvussu væl
maður í stuttum dugir at greiða frá
teimum trimum høvuðsmátunum
at greina setningar: Merkingarligari
setningsgreining, orðalagsligari
setningsgreining og greinandi
setningsgreining.
Í sambandi við henda partin eigur
at verða nevnt, at Jeffrei í 2003 læt
úr hondum stórverkið ”Mál- og
bókmentaorðalisti”, har hann í
formælinum m.a. so beinrakið sigur:
”Í fróðskaparhøpi fara rímiliga
framvegis javnan at verða nýtt
fremmandaheiti heldur enn føroysk.
Tað vil so vera. Men helst í kunnandi
lesnaði lættir um at læra nýggj
hugtøk á móðurmálinum heldur
enn við fremmandaorðum. Í øðrum
lagi er mangan stíltørvur á í heldur
gerandisligari nýtslu at kunna skifta
millum ymisk samnevni.”
6. Orðalagskanningar fevna um dyggar
og fródligar kanningar av: Navnhátti
ella lýsingarhátti í føroyskum,
fallsamsvari í føroyskum, málsligum
samsvari í ”Færøske folkesagn og
æventyr”, samsvari í føroyskum
málførum, og tátturin endar við
tí sera nágreiniligu viðgerðini, ið
nevnd verður ”Staðliðir, støða teirra
í setninginum.”
Her slóðar Jeffrei nýggjar ræsur í
føroyskari móðurmálsgransking.
7. Orðafeingi
og
rættskriving
fevnir um tær forvitnisligu
kanningarnar, sum Jeffrei gjørdi av
rættskrivingarroyndini, ið gjørd var
í 1948 í Havn, Klaksvík, á Tvøroyri,
í Gøtu, og á Toftum, og her leggur
hann eisini fram kanningina frá
1958 um orðatilfarið í barnastílum,
gjørd í Eiðis skúla.
8. Móðurmálsundirvísing. Her verður
í serstøkum greinum ætlað um, hvat
ið er skilagott at gera við mállæruna
í yngstu flokkum fólkaskúlans
og í miðdeild fólkaskúlans.
Umframt verður komið inn á,
hvussu týdningarmikið tað er fyri
rættskrivingina, at stavurin a verður
nevndur [εa] og y [i].
9. At læra (onnur) mál snýr seg um at
skilja hvønn annan í Norðurlondum
og um danskt í Føroyum.
10. Týðingar og
11. Millumtjóðamál víkja báðir at
áhuga høvundsins fyri ”gjørda”
málinum ESPERANTO. Í hesum
sambandi kann verða nevnt, at
Jeffrei tíðliga lærdi seg hetta
málið, og hann hevur skrivað
lærubøkurnar: ”Esperantobókin”,
1987, ”Esperantobókin II”, orðalisti,
2000. Hann hevur eisini týtt
barnabókina hjá Marionnu Debes
”Sonurin” til esperanto ”La Filo”,
1990. Hann hevur eisini greitt úr
hondum tilfarið um Esperanto, sum
liggur á heimasíðuni hjá føroysku
málnevndini – sí http://www.fmn.
fo/esp/esp.htm.
Í 10. deild hevur hann týtt ymiskt
úr Esperanto-tíðaritinum MONATO,
og so hevur hann týtt fródligu greinina
hjá Klaus Schubert um Esperanto sum
millumlið, tá ið teldutýtt verður millum
mál: ”Frá gjørdum máli til mál hjá
gjørdum intelligensi”. Fyrilestur hildin
í Vien í 1987.
12.
Upprunafrøði o.a. leggur
fyri við einum stubba, sum vísir
okkum á, hvussu hent amboð tað
hevði verið at átt eina føroyska
upprunafrøðiliga orðabók. Og so eru
aðrar áhugaverdar greinir t.d. ”Lokki í
norrønu gudalæruni” og ”Tvey kvæði
eftir Jens Hendrik Djurhuus, yngra
sjóvarbóndan”, sum eg giti mær til man
vera høvuðsritgerðin, hann skrivaði til
exam.art próvtøkuna í 1982. Greinin er
bøtt og økt í 2009.
Ein fyrimynd hjá
øllum lærarum
Hann hevur vígt føroyska málinum stóran part av lívi sínum. Hevur
ótroyttiliga greinað og granskað og skrivað um okkara mál. Í vetur
gav hann út stórverkið Málsligar rannsóknir, greinir og hugleiðingar
nú gevur hann stóru Orðalagslæruna út í nýggjari útgávu