mánadagur 29. august 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. august 2011 · Nr. 99
mánadagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fólkaflokkurin og Javnaðar
flokkurin kunnu sum einki
vinna fólkatingsvalið um
flokkarnir gera eina rætta
og taktiska uppstilling.
Tað sigur seg sjálvt, at tað
gevur lílta meining at velja
ein floksformann í Føroyum
á danska fólkatingið. Ein per
sónur kann ikki sita í tveim
um parlamentum í tveimum
londum.
Allir flokkar leggja dent á,
hvussu stóran týdning fólk
atingsessurin hevur. Helst
hevur hann tað. Fyri Føroyar
man hann heldur vera av
diplomatiskum slag, og tí
eiga vit at velja tveir roynd
ar persónar á Fólkating, sum
ikki sita í løgtinginum men
sum hava respekt í donskum
stjórnarumhvørvi.
Fólkaflokkurin og Javnað
arflokkurin eiga hvør sín
mann, sum er fyrrverandi
løgtings- og fólkatingsmaður,
og sum er fyrrverandi lands
stýrismaður og løgmaður.
Hvat er tí meira upplagt, at
enn at stilla Anfinn Kalsberg
og Jóannes Eidesgaard upp
til Fólkatingið?
Fyri okkum á síðulinjuni
hevði tað verið sera spenn
andi, tí hetta hevði givið Sam
bandinum og Høgna Hoydal
ein skarpan gang.
Hetta er í veruleikanum
einasti reelli møguleiki hjá
Javnaðarflokkinum og Fólk
aflokkinum at vinna fólka
tingsvalið, og Føroya
fólk høvdu í øllum
førum fingið tveir
serdeilis
royndar
politikarar á Fólk
ating.
Tað
er
púra van
ligt – eitt
nú í Dan
m a r k
–
at
fyrr
v e r
andi
ráð
harr
ar gerast
ambassadør
ar í ørðum
londum. Tað
er ikki av
tilvild, men
tað er tí, at
slíkir
per
sónar
við
síni
fortíð
hava serliga
slagkraft. Tað hava Anfinn
Kallsberg og Jóannes Eides
gaard eisini.
So Aksel og Jørgen, vísið
nú, hvussu taktiskir tit eru!
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Um seytjan dagar skulu vit gera av,
hvørjir tveir persónar skulu um
boða okkum á Fólkatingi. Tað er so
ymiskt, hvønn týdning fólk leggja í
hesar báðar sessir. Meðan sjálvstýr
isflokkarnir í gomlum døgum ikki
vildu stilla upp til eitt »danskt val«,
so eru allir flokkar og allir politik
arar í dag á einum máli um, at eitt
fólkatingsval hevur stóran týdn
ing.
Seinasta skeiðið hava Tjóðveldi
og Sambandsflokkurin átt umboð
ini. Meðan Sambandsflokkurin hev
ur eina drúgva søgu á Fólkatingi,
so hevur Tjóðveldi – burtursæð frá
seinastu 10 árunum, bara eina ferð
havt umboðan har fyrr. Tað var
skeiðini 1973-75 og 1975-77.
Nýggi javnaðarmaðurin, Sjúrður
Skaale, segði í sjónvarpinum, at tað
hevur stóran týdning at hava um
boð á fólkatingi, sum hevur bein
leiðis samband við Helle Thorning-
Schimdt, sum eftir øllum at døma
verður nýggjur forsætisráðharri
– ikki minst, tá Danmark tekur yv
ir formansskapin í ES á nýggjári
num.
Spurningurin er sjálvandi, um
hesir sessir í heila tikið hava nakr
an týdning. Sjálvstýrisflokkurin, ið
sum kunnugt ongan kjans hevur at
fáa umboðan á Fólkatingi, plagar
at siga, at hesir sessir skulu niður
leggjast, og at vit skulu hava onkrar
sendimenn í staðin. Hini, sum hava
kjans at fáa umboð, tosa ikki um
slíkt.
Tað er uttan iva praktiskt hjá
einum løgmanni, at flokkur hans
ara er umboðaður í Fólkatinginum
– og tað ger tað ikki verri, um hann
eisini er partur av einum stjórnar
grundarlag. Soleiðis hevur Kaj Leo
Johannesen havt Edmund Joen
sen.
Høgni Hoydal hevur verið rætt
iliga eyðsýndur við sínum máta at
vera fólkatingsmaður uppá. Tiltak
ið við Norðuratlantsbólkinum hev
ur uttan iva skapt honum – saman
við grønlendingunum, eitt gott út
gangspunkt og ein góða umsiting,
sum Fókatingið rindar fyri.
Edmund Joensen hevur verið
partur av Vinstra, men hevur eisini
roynt profilerað sína skrivstovu á
Christiansborg.
Báðir fólkatingsmenninir eru
eisini valdir á løgting. Okkurt bend
ir á, at Javnaðarflokkurin – fyri at
vinna undirtøku – fer at føra fram,
at somu persónar ikki skulu veljast
í bæði tingini. Í Danmark er tað til
dømis vanlig mannagongd, at fólk,
sum verða vald í ES-tingið leggja
fólkatingsstarvið niður.
Fólkatingsvalið komandi verður
eisini ein forsøgn upp á løgtingsval
ið, sum verður um fáar vikur. Tí er
talan um eitt søguliga spennandi
fólkatingsval.
Fólkatingsvalið verður ein
forsøgn upp á løgtingsvalið
– Eg sparki ongan uppeftir!
Tað staðfesti Kaj Leo Jo
hannesen, eftir at vit á hes
um stað speiróku løgmann
fyri at sparka frákoyrda
aðalstjóran í Uttanríkis
ráðnum uppeftir – við að
alstjóraløn, sum løgmaður
kortini sigur, at hann ikki
fær.
Men
løgmaður
kann
siga, hvat hann vil. Um vit
siga, at Herluf Sigvaldson
verður ráðgevi líka til hann
fer frá fyri aldur, so hevur
hetta krummspringið hjá
løgmanni kostað okkum
skattgjaldarum
einar
12
milliónir krónur. Haraftur
at fær frákoyrdi aðalstjórin
aðalstjóraeftirløn.
Um hetta ikki er at
sparka uppeftir, harra løg
maður, hvat er tað so?
Almennu Føroyar hava
ein
misteinkiliga
løgn
an
starvsfólkapolitikk.
At koyra eina skrivstovu
kvinnu ella eina vaskikonu,
tað er einki problem. Tær
fáa fótin í reyvina, tá spar
ast skal. Men at koyra ein
stjóra til hús – ein stjóra,
sum ikki kann brúkast, tað
má man ikki. Tí finnur man
bara upp á okkurt til teir
at gera. Í Tinganesi situr
ein slíkur – tildømis. Hann
hevur skrivað undir semj
una við Herluf Sigvaldson
sum »virkandi løgmans
stjóri«. Tað kann man eisini
blíva, tá man er frákoyrdur
aðalstjóri í Mentamálaráð
num. Sparkaður uppeftir?
Tja...
Ímyndið
tykkum
um
Posta framvegis var ein al
mennur stovnur. So sótu
fleiri frákoyrdir postverks
stjórar úti í Tinganesi í
onkrum uppfunnum størv
um. Og fyristillið tykkum,
um Smyril Line var ein al
mennur stovnur, hvat skuldi
løgmaður so gjørt við allar
teir frákoyrdu stjórarnar
har? So hevði verið trongt
í Tinganesi.
So parolan hjá løgmanni
og almennu umsitingini er,
at ert tú einaferð komin á
ovastu rók í almennu umsit
ingini, so verður tú sitandi,
kosta hvat tað kosta vil!
Ergo: Vit hava veikar
politikarar – og alt ov sterk
ar leiðandi embætismenn.
Tað er ikki gott.
Almennir stjórar
eru friðaðir
Søguliga spennandi val
Anfinn og Jóannes
á Fólkating
Skapa
okkara
egnu for
treytir
Sjúrður jacobsen
kjak á síðu 25
Avtalan
millum
Kaj Leo og
Lenu
Jacob vestergaard
kjak á síðu 26