Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-29, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. august 2011síða 3

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 29. august 2011 · Nr. 98 Sosialurin Eyðun Klakstein Størri søla og minni út­ reiðsl­ur hava havt við sær, at Atlantic Airways fyrra hálv­ár í ár hevur havt avlop sama­n­borið við hall í fjør. Mun­ur­in á úrslitunum fyri skatt í ár og í fjør góðar 18 millión­ir krónur. Fyrra hálvár í fjør hevði Atlantic Airways hall á 8,7 millión­ir krónur, meðan felag­ið hevði 9,5 milliónir krónur í avlopi í ár. – Í eini tíð við stórari bú­ skap­ar­ligari óvissu eru vit bæði eyðmjúk og fegin um góða úrslitið higartil í 2011. Vit hava rokkið hesum úrs­ li­ti, tí vit hava havt vaks­ an­di undirtøku fyri okkara tænastum, gagnnýtt kapas­ it­et­in betri og ansað væl eft­ir útreiðslunum, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Air­ways. Meira leiguflúgving Samlaða sølan hjá Atlants­ flogi vaks 28% úr 171,6 mió. kr. fyrra hálvár í fjør upp í 203,3 mió. kr. sama tíðarskeið í ár. Á grundrakstrinum hevði felag­ið stóra framgongd. Úrs­lit áðrenn avskrivingar og fíggjarpostar fyrra hálv­ár í ár var 32,2 mió. kr. samanborið við 17,9 mió. kr. fyrra hálvár í fjør. Úrs­ lit áðrenn avskrivingar og fíggjarpostar annan árs­ fjórð­ing í ár var 22,9 mió. kr. saman­borið við 11 mió. kr. í fjør. Ein orsøk til fram­gongd­ ina var, at leiguflúgvingin økt­ist munandi. Felagið hev­ur flogið nógv bæði fyri British Airways úr Lond­ on og Blue1 úr Helsinki í Finnlandi. Ein onnur or­ søk var, at øskuskýggið úr Eyjafjallajøkli órógvaði flog­ ferðslu­na nógv í fjør, men ikki í ár. - Sáttmálarnir, vit hava havt um leiguflúgving, hava ver­ið í styttri tíð, og tí vita vit­ ikki, hvussu umfatandi hendan flúgvingin verður komandi tíðina, sigur Magni Arge. Góð útlit Átøkini hjá Atlantic Airways at marknaðarføra Føroyar sum ferðavinnuland hava økt um ferðingina til Føroya, men ferðingin úr Føroyum er framvegis á sama stigi sum áður hóast hægri avgjøld á flúgving og høgar oljuprísir. Atlantic Airways flutti fyrra hálvár næstan 88.000 ferðafólk á rutunetinum. – Bókingarnar komandi mánaðirnar benda á, at tær væntanir, felagið hevur havt fyri alt árið, fara at halda. Tó eru høgir prísir á brennievni og høg avgjøld á ferðing framvegis ein stór avbjóðing hjá felagnum, sigur Magni Arge. Eginpeningurin hjá Atlantic Airways er nú 222 mió. kr. Solvensurin er 55 prosent, og 159 fólk starvast hjá felagnum. Leo Poulsen Tá Norröna í morgun kom til Føroya úr Hirtshals var ein 57 ára gomul íslendsk kvinna við, og hon hevði smá hálvt­ ann­að kilo av hassji í taskuni. Tað varnaðist tollvaldið, og klokkan 8.15 varð kvinnan hand­tikin av løgregluni. Klokkan 11.30 var kvinnan fyri í grundlógaravhoyring, og har valdi dómarin at fongs­la hana í fýra vikur, harav tann eina verður í isola­tión. Kvinnan greiddi frá, at hon skuldi fáa pengar fyri hassj­ið, men segði seg bert vera millumlið og at hon ikki visti, hvør føroyski bak­mað­ urin var. Spurd, hvar hon fekk hassj­ið frá í Danmark, nokt­ aði hon at svara. Hon vildi tó loyva løgregluni at kanna tær báðar fartelefonirnar, hon hevði uppi á sær, tá hon varð handtikin. Íslendska kvinnan undir­ strikaði, at hon hevði verið sam­starvshugað mótvegis løg­reglu­ni, og hon játtaði eisini at hava roynt at smugla hassjið til Føroya. Ákærin kravdi, at skuld­ setta kvinnan skuldi varð­ halds­fongslast í fýra vik­ur, tær tvær í isolatión, með­ an verjin onga orsøk sá til at varðhaldsfongsla yvir­ høvur. Han vísti eitt nú til, at løgreglan ikki so frægt sum kravdi málið fyri aftur­ latnum hurðum. Dómarin helt kortini, at talan var um eina rímiliga stóra nøgd, sum kvinnan hevði roynt at smugla til Før­oya, og helt tí at kvinnan skuldi varðhaldsfongslast í fýra vikur, tó bert ta einu í iso­l­at­ión. Kvinnan valdi ikki at kæra varðhaldsfongslingina, men hevur kortini 14 dagar at umhugsa málið í. Atlantic hevur betri flog FLÚGVING Føroyska flogfelagið hevur vent halli til avlop við at selja meira, gagnnýta kapisitetin betur og spara útreiðslur. Fyrra hálvár lupu 9,5 milliónir krónur av hjá Atlantic Airways Royndi at smugla hálvtannað kilo av hassj Ein 57 ára gomul íslendsk kvinna varð í morgun tikin fyri at royna at smugla 1,477 kilo av hassj úr Dan­mark til Føroya. Hon er nú varðhaldsfongslað í fýra vikur, harav tann eina er í isolatión Kann ikki lova bíligari ferðaseðlar Í mars mánaði kemur nýgg­ja Airbus-flogfarið í flotan hjá Atlantic Air­ways, og nýggja flog­farið kann flyta fleiri ferða­fólk á hvørjari ferð enn gomlu flogførini. Men Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways sig­ur seg ikki kunna lova bílig­ari ferðaseðlar, tá ið nýgg­ja flogfarið kemur. - Nýggja flogfarið ger, at vit hava 144 set­ur samanborið við 95 setur í gomlu flog­føru­ num. Nýggja flog­far­ið brúkar tað sama av brennievni, og við­ líka­haldskostnaðurin verð­ur tann sami. Tí fáa vit helst nakrar møgu­lei­k­ar at hava meira fleksiblar prísir, men vit skulu eisini liva við viðurskiftum, sum vit onga ávirkan hava á – oljuprísir og ymisk av­gjøld – og tí kann eg ikki í dag lova bíligari ferða­seðl­a­r í mars, sigur Magni Arge. Við nýggja flog­fari­ num, sum hevur eina helvt fleiri setur enn gom­lu flogførini, hevur Atlan­tic Airways størri møguleikar at gera ein part av ferðaseðlunum við hvørjari flogferð bíligari, meðan aðrir ferðaseðlar mugu hava hægri kostnað. AVLOP Atlantic Airways hevði avlop fyrra hálvár í ár samanborið við hall somu tíð í fjør Mynd: Jens Kr. Vang