mánadagur 29. august 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. august 2011 · Nr. 99
4
Sosialurin
Áki Bertholdsen
Ætlanin hjá Poul Michelsen,
at brúka tilstundandi fólka
tingsvalið til at varpa ljós á
nýggja flokkin, Framsókn,
hevur fingið eitt alvorligt
skot fyri bógvin.
Eftir at Poul Michelsen
fór úr Fólkaflokkinum, stovn
aði hann nýggja flokkin,
Framsókn, og hann sá fólka
tingsvalið um 14 dagar sum
eitt gylt høvi til at gera vart
við nýggja flokkin og hansara
sjónarmið.
Men nú vísir tað seg, at
Framsókn slett helst ikki
sleppur at stilla upp til fólka
tingsvalið.
Fyri at kunna stilla upp til
Fólkatingsval, skal flokkurin
vera valdur á Føroya Løgting,
men tað er Framsókn ikki.
- Vit hava fingið at vita,
at av tí sama sleppur Fram
sókn ikki at stilla upp til
Fólkatingsvalið, sigur Poul
Michelsen við Sosialin.
Men kortini eru ikki allar
vónir úti enn, tí tað ber væl
til at stilla upp uttanflokka.
Hinvegin krevur tað, at
hann fær undirskrift frá
minst 150 og í mesta lagi 200
stillarum, sum vátta, at teir
stuðla honum at stilla upp.
Fyri hvørt valevni, sum
stillar upp, skulu tilsvarandi
undirskriftir til. Tað merkir, at
stilla tvey fólk upp á lisanum,
skulu tey savna ímillum 300
og 400 undirskriftir, sum
síðani skulu latast inn og
góðkennast.
Tí er í øllum førum greitt,
at talan verður um eina meiri
avmarkaða uppstilling hjá
Poul Michelsen, enn hann
annars hevði møguleika fyri,
hevði flokkurin sloppið at
stilla upp.
Stórur týdningur
Men tað er eisini greitt, at
Poul Michelsen ætlar sær at
stilla upp.
Í morgin fer Framsókn at
halda fund um støðina og at
seta út í kortið, hvussu farast
skal fram og, hvussu nógv
skulu stilla upp afturat Poul
Michelsen.
- Endaliga avgerðin er ikki
tikin enn, men eg ivist ikki í,
at eg vit stilla upp.
Og hóast tey ikki kunnu
stilla upp sum flokkur, ætla
tey at flætta Framsókn upp
í, tí við góðum hugflogið ber
til at kalla tað so, at Poul
Michelsen stillar upp fyri
Framsókn.
Annars hevði flokkurin
gjørt av at stilla upp fyri at
vera sjónligur í valstríðnum.
- Vit halda, at tað hevur
stóran týdning, at flokkurin
ikki dettur niður ímillum í
kjakinum í hesum valstríðn
um og tí hevur tað týdning
at vit eru við, sigur Poul
Michelsen.
- Stilla vit upp, kunnu
vit ávirka valstríðið og sam
stundis byggja okkum ein
pall til løgtingsvalið, sum
eisini stunda til.
Hann
ivast
nevniliga
ikki í, at hóast talan er um
fólkatingsvali, fer valstríðið
í stóran mun at verða merkt
av heimligum politikki og
tí hevur tað týdning fyri
flokkin at vera við.
aki@sosialurin.fo
Poul Michelsen veit
ikki hvar hann flýtur
FÓLKATINGSVAL Tað kom dátt við hjá Poul Michelsen, tá ið hann fekk
at vita, at Framsókn, ikki sleppur at stilla upp til fólkatingsval
Poul Michelsen sleppur neyvan at stilla upp til Fólkatingið við fullari styrki og
hann má helst aftur hús úr húsi at savna inn undirskriftir
Olaf
á
Stongunum,
sum er formaður í
fólkatingsvalnevndini
fyri Føroyar, staðfestir,
at flokkur skal vera
valdur á ting fyri at
kunna stilla upp til
fólkatingsval.
Men tað er onki í
vegin fyri at stilla upp
uttanflokka, men so
krevst undirskrift frá
í minsta lagi 150 og í
mesta lagi 200 stillar
um, sum vátta, at tey
stuðla uppstillingini.
Hvørt valevni skal
hava sínar stillarar.
Men hvussu støðan
hjá Framsókn er heilt
ítøkiliga, dugir hann
ikki at siga.
Hann vísir á, at
hóast flokkurin ikki
er valdur á ting, hevur
Løgtingið
góðtikið
hann sum flokk.
Sostatt er Framsókn
ein góðkendur flokkur
og hann arbeiðis sum
ein góðkendur flokkur.
So hann metir, at
tað má vera danska
innlendismálaráðið,
sum eigur at taka
støðu til eitt ivamál av
hesum slagi.
Poul Michelsen ivast
ikki á, at hóast talan er
um eitt fólkatingsval,
fer valstríðið í stóran
mun at vera merkt at
føroyskum innanlands
politikki.
Sostatt ivast hann
ikki í, at í so máta
verður fólkatingsvalið
ein forsmakkur upp á
løgtingsvalið.
Men hinvegin held
ur hann, at tað hevur
týdning, at fólkatings
umboðini verða skift.
Í
sjónvarpinum
fríggjakvøldið
helt
hann, at Edmund Joen
sen, sum skal eitast at
umboða tann borgar
liga veingin, ikki ger
tað og at Høgni Hoydal,
sum umboðar tann
tjóðskaparliga partin,
er ov vinstravendur.
Annars heldur hann,
at vit skulu hava eina
nýggja stjórnarskipan,
sum skal taka støðu í
føroyska fólkaviljanum
og tað eiga vit at taka
upp samráðingar við
danir um.
Nógvir
heimligur
politikkur
Ivamál
Skerdur Poul
Poul Michelsen má
aftur hús úr húsi at
savna inn undirskriftir