Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. august 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. august 2011 · Nr. 98 8 Sosialurin -Eg uppfati hetta stigið hjá Margrethe Vestager sum eina ásannan av, at bú­skap­ ar­politikkurin, sum Sosial­ demo­kratarnir og Sosial­ istiski Fólkaflokkurin hava lagt fram, er so leysur í tí, at tað er neyðugt við ein­ari sterkari borgarligari-liberal­ ari samgongu fyri at fáa po­li­ tikk­in at hanga saman, segði Lars Løkke Rasmussen í gjár. Forsætisráðharrin vildi kort­ini ikki vísa aftur, at VKO-blokkurin eftir øllum at døma er fokin. Eg haldi, at vit øll noyðast at laga okkum til nýggjar tíð­ ir, segði Lars Løkke Ras­mus­ sen við danska kringvarpið. Politiskir eygleiðarar eru á einum máli um, at tað politiska landslagið í Danmark er broytt. Spurn­ ingurin er bara, um broyt­ing­ in verður varandi, ella um alt verð­ur aftur við tað gamla, tá val­høl­ini eru latin aftur tann 15. september. Teir politisku eygleiðararnir í Keypmannahavn eru ikki í iva: VKO-samstarvið (Vinstri, Kon­servativi Fólkaflokkurin og Danski Fólkaflokkurin) er jarð­að. Lagt í grøvina eina ferð med alla. Tað var í einari samrøðu við Berlingaran, at tann kon­servativi floks­fo­r­mað­ ur­in, Lars Barfoed, gav VKO-sam­starvi­num mønu­ sting­in, tá hann segði, at endur­vin­na teir borgarligu flokk­ar­nir valdið, skal eitt tepurt samstarv við Danska Fólkaflokkin ikki vera grundarlag undir land­sins fíggjarlóg longur. Ístað­ in fyri hevði tann konser­ vativi formaðurin gjørt eina samstarvsavtalu við Radi­ka­ la Vinstra. -Vit kunnu brúka hvør ann­an til at tryggja eitt breitt og skilagott samstarv tvørt­ur um ta politisku miðju­na, segði Lars Barfoed og legði afturat, at eitt tílíkt sam­starv krevur sjálvandi, at samstarvsfelagarnir taka und­ir við tí. Radikali floksformaðurin, Mar­grethe Vestager, hevur í sín­um lagi gjørt greitt, at verð­ur tann næsta stjórnin und­ir sosialdemokratiskari leiðslu, verður tað ikki Eind­ ar­listin, sum skal tryggja fíggj­ar­lógini tær neyðugu at­kvøð­ur­nar. -Soleiðis sum okkara bú­skap­ar­støða er, er tíð­in komin til at taka ta enda­ ligu uppgerðina við blokk­ politikkin, segði tann radi­ kali floksformaðurin um viku­skif­tið. Missa ávirkan Avtalan millum Konservativa Fólka­flokkin og Radikala Vinstra kom sum vera man Dans­ka Fólka­ flokk­inum sera illa við, tí av­ tal­a­n hóttir við at taka at kalla alla politiska ávirk­an frá flokkinum, sama hvør vong­ur myndar stjórn. Pia Kjær­s­gaard, floksformaður, spar­di heldur ikki krútið og legði tann konservativa for­ mann­in undir svik. -Kunnu hasir báðir flokk­ ar­nir ikki eins væl leggja sam­an og peika á Helle Thorn­ing-Schmidt sum for­ sætis­ráðharra, spurdi Pia Kjærs­gaard og legði afturat, at eftir hennara tykki er fjált­ur komin á Lars Barfoed, tí meiningakanningarnar hjá flokki­num hava verið vána­ lig­ar. -Ein atkvøða fyri teimum kon­serv­ativu er ein atkvøða fyri teimum reyðu, segði DF- for­maðurin við Ekstrablaðið. Avtalan millum Lars Bar­ foed og Margrethe Vestag­ er setir Eindarlistan í somu støðu sum Danska Fólka­ flokk­in, og í flokkinum ytst til vinstru eru tey heldur ikki feg­in um ta broyttu støðuna. -Tey konservativu skulu ikki hava sýtingarrætt í sambandi við bú­skap­ar­ politik­k­in hjá teirri kom­ an­di stjórnini, sigur Johan­ ne Schmidt-Nielsen í Eindarlistanum, við DR. Hon leggur afturat, at tey kon­ser­ va­tivu hava eittans mál. Tað er skattalætti til tey múgv­ andi og at spara innan væl­ ferð­ina. -Eg haldi ikki, at tað er tað, sum veljararnir vænta sær, um vit fáa ein annan politiskan meiriluta, sigur Johanne Schmidt-Nielsen. Blokkpolitikkurin í Danmark fer í søguna Valstríðið upp undir fólkatingsvalið í næsta mánað var valla byrjað, tá tann konservativi floksformaðurin legði eina bumbu undir tað borgarliga samstarvið, sum hevur stýrt Dannark síðani aldarskiftið Lars Barfoed og Margrethe Vestager hava lagt eina nýggja linju í donskum politikki Avtalan millum tey konservativu og tey radikalu kann seta Piu Kjærsgaard og Danska Fólkaflokkin uttan fyri politiska ávirkan Mugu venja okkum við nýggjar tíðir Sum væntað hevði Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, eina heldur øðrvísi tulking av samstarvsavtaluni millum tey konservativu og tey radikalu