mánadagur 29. august 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 29. august 2011 · Nr. 99
Sosialurin
Leo Poulsen
Enn finnast oyggjar í Føroy
um, har rotta ikki livir, og
ein av hesum oyggjum er
Nólsoy.
Fyrr í vetur hildu menn
seg síggja farveg eftir rottu
í oynni, og nógv varð gjørt
burtur úr at kanna, um so
var. Einki sást kortini til
nakra rottu, men nógva
umrøðan fekk tó menn at
taka óvanlig stig.
Bergur Olsen frá Hav
stovuni fekk samband við
new zealendskan serfrøðing,
sum kom til Føroya at kanna
eftir, um rotta var komin til
Nólsoyar, men hóast mynda
tól og annað varð sett upp
í kloakkum í Nólsoy, sást
eingin farvegur til nakra
rottu.
Nú er so næsta stigið tikið
at verja oynna móti rottu.
Bergur Olsen tók upp sam
band við danskan serfrøðing
í rottutýning og tann vegin
fekst fatur á einum hundi,
sum er rottuhundur burtur
av.
Talan er um ein Dansk-
svenskan garðshund sum
hevur tað í blóðinum at tevja
og fanga rottur. Tað liggur í
teimum at snodda seg fram
til rottur, og tennirnar eru
serliga mentar at gera av við
rotturnar.
Hundurin, sum frá eigaran
um er nevndur Ayla, kom til
Føroya við flogfari fríggja
dagin, og tað er Mikkjal
Holm, sum skal taka sær av
hundinum og venja hann.
Ein rotta undir
hjálminum
Morten Groser, sum kom
til Føroya við hundinum
fríggjadagin, greiðir frá, at
hundarnir hava so gott tev,
at rottu berst ikki boð í bý, er
hundurin har.
Ein dagin eg var úti
og koyrdi, steðgaði eg á
einari bensinstøð. Eg lovaði
hundinum út og hann leyp
beint upp á motorhjálmin á
einum flottum Mercedes-bili.
Eg varð sjálvandi illa við, tí
hundurin skøvaði hjálmin, og
eg lovaði beinanvegin eigara
num at tryggingin hjá mær
skuldi gjalda fyri skaðan.
Men eg gjørdi samstundis
greitt, at har var ein rotta
undir hjálminum. Nei, helt
eigarin, tað kundi ikki bera
til, ti hann var júst komin úr
Týsklandi, har hann hevði
koyrt 180 km/t. Hann opnaði
kortini hjálmin, og út leyp
ein rotta, sum hundurin
beinanvegin tók og gjørdi av
við. Tá var eigarin fegin, og
allar skøvur vóru gloymdar,
sigur Morten Groser.
Hundaslagið er ikki stórt,
men tað liggur sum nevnt
í teimum at fanga rottur.
Hundurin er ógvuliga ungur
enn, bert smáar 19 vikur,
og tað skulu helst ganga
nakrir dagar, áðrenn hann
hevur vant seg við nýggju
umstøðurnar. Tó hevur hann
longu knýtt seg til nýggja
eigaran, Mikkjal Holm.
Mikkjal hevur í nøkur
ár
havt
seyðahund,
og
hevur tí royndir í at venja
hundar, nakað, ið kemur
honum til góða við nýggja
rottuhundinum.
Men tá eingin rotta eftir
øllum at døma er í Nólsoy
sum er, verður neyðugt at
fara inn til Havnar at venja
hundin av og til.
Gamal tanki
Bergur Olsen frá Havstovuni
sigur, at tað er ein gamal
tanki, at týna rottu.
Tað munnu vera eini 20-
30 ár síðani, at vit á fyrsta
sinni tosaðu um at verja
oyggjarnar móti rottu. Tað
eru framvegis einari tólv
oyggjar, har rotta ikki finst,
og ein teirra er Sandoy, ið
er rættiliga stór oyggj, sigur
Bergur Olsen.
Hann er fegin um, at fyrsti
rottuhundurin nu er komin
til Føroya, og hann heldur
tað vera langt frá ósannlíkt,
at
hetta
verður
einasti
rottuhundurin, ið kemur til
landið.
Eisini Mikkjal Holm er
fegin um, at Ayla er komin til
Nólsoyar.
Hetta er størsta trygdin
fyri, at vit ikki fáa rottu til
Nólsoyar. Kemur hon á land
her, finnur Ayla hana og
ger av við hana. Hon hevur
eitt tev, sum hvørki tú ella
eg eiga, og hon er stutt sagt
trygdin fyri, at rotta ikki
fær fótafesti í Nólsoy, sigur
Mikkjal Holm.
Hann heldur eins og
onnur, at tað verður neyðugt
at fara inn til Havnar at
venja hundin, og Bergur
Olsen frá Havstovuni nevnir
møguleikan fyri, at gera brúk
av sonevndum laboratoriu
rottum at venja Aylu við.
Fyribils er Ayla tó so ung,
at tennirnar ikki eru fult
mentar, men instinktið liggur
í slagnum.
Spentir
Tað er sum nevnt Bergur
Olsen, ið hevur tikið stig til
at fáa Aylu til landið, og tað
er Innlendismálaráðið, ið
hevur goldið fyri hundin.
Gomlu
eigararnir
eru
sera spentir upp á, hvussu
hundurin fer at roynast, og
longu fríggjadagin, tá Ayla
kom itl Føroya, gjørdist
annar av venjarunum, ið var
eftir í Danmark, vinur við
nýggju eigararnar av Aylu.
Men eisini føroyingar eru
spentir at vita, hvussu hund
urin fer at trívast og kenna
seg í Nólsoy. Umhvørvið er
gott og øll líkindi eru til, at
Ayla fer at trívast í nýggja
heimi sínum.
Og hóast tað við vissu ikki
er staðfest, at rotta nakrantíð
hevur verið í oynni, so eru lík
indini nú til, at hon fær fóta
festi har ikki serliga stór.
Og kanska verður Ayla
bert hin fyrsti rottuhundurin,
sum føroyingar fáa. Tað
kundi helst lønt seg hjá
øðrum oyggjum eisini at
fingið sína Aylu eisini.
leo@sosialurin.fo
Fyrsti rottuhundurin komin
Fríggjadagin kom Ayla, ein 18 vikur gomul tík, til Føroya. Hon er fyrsti rottuhundurin nakrantíð í Føroyum,
og er av slagnum Dansk-svenskur garðshundur, eitt hundaslag, sum hevur rottuveiði í blóðinum
Morten Groser við Aylu
á Bursatanga saman við
nýggja eigaranum og
venjaranum, Mikkjal Holm
Mynd: Jens Kristian Vang