Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. august 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. august 2011 · Nr. 99 10 Sosialurin Nøvn TØKK Kjak Bjørn Kalsø løgtingsmaður Stendur tað til lands­stýris­ kvinnuna í menta­málum, verða maritimu útbúgving­ arnar á Vinnuháskúlanum í næstum lyftar á bachelorstig. Tað fer at hava við sær, at upptøkutreytirnar hjá les­andi fara at broytast grundleggjandi. Útbúgvingar á bachelor­ stigi eru at meta sum hægri lest­ ur. Tí skal miðnáms­út­ búgv­ing til fyri at sleppa inn. Higartil hevur borið til at sleppa at lesa til skips­førara við víðkaðari fráfaringar­ roynd fólkaskúlans og skip­ ara­­útbúgving sum út­gangs­ støði. Bara ein lítil partur av næmingunum, sum hava gingið og ganga á Vinnu­ háskúlanum í dag hava miðnámsútbúgving. Fyritreytirnar hjá teim­ um, sum fara at lesa til skip­ sførara vera tí munandi broytt­ar, um bachelortilboðið hjá landss týriskvinnuni fer at standa einsamalt. Vegurin upp á brúnna á stórum skipi gerst nógv longri við nýggju skipanini. Somuleiðis fara tey, ið hava skiparaútbúgving, ikki at sleppa beinleiðis á skips­ førara­skúlan, tí miðnám skal til. Maritimu útbúgving­ arnar í Klaksvík útbyggjast Hugsi ikki, at landss týris­ kvinnan hevur í hyggju at spenna bein fyri sjófólki, sum eru farin ung á sjógvin og seinni ætla sær á sjó­ manss kúla. Hugsi heldur ikki at nakar man halda tað verða skilagott at lata tey, sum í framtíðini fara at taka skiparaprógv í Klaksvík, endað í einum blindtarmi, har ikki slepst víðari. At útflyta næmingar er heldur eingi loysn! Tí fari eg at skjóta upp at skipa eina eitt ára skips­­ førara­útbúgving í matitima deplinum á Tekniska Skúla­ num í Klaks­vík, samstundis sum bachelorútbúgvingarnar verða sjósettar. Í Marstal ber til at gerast skipsførari eftir einum ári, um tú ert skipari frammanundan. Útbúgvingin er góðkend umvegis STCW sáttmálan hjá IMO. Og sambært fólki við góðum innliti í altjóða sjó­ vinnu er einki, sum bendir á, at krøvini fara at verða herd. Tí eiga vit at smíða meðan jarnið er heitt! Ein av fyrstu døgunum verður eykajáttanarlóg løgd fyri Løgtingið, sum fer at gera tað møguligt at taka nýggju Trygdarmiðstøðina í Klaksvík í nýtslu. Í sama bygningi fara skiparar eisini at húsast. Tað er tí upplagt at útbyggja útbúgvingartilboðini á skúlanum við eini eitt ára skipsføraraútbúgving! Eitt ára skipsføraraútbúgving neyðug Beint fyri ovastevnu bar Sosialurin grein fram frá Bjarna Djurholm, um ferj­una, ið er klár at byggja. Síðani hendi..., EINKI. Aftur deyða­ tøgn og fyri at gera alt torfør­ ari, tók SSL Ternuna upp á beding og rendi Rituna suður frá norðoyingum at røkja farleiðina saman við Sam. Eftir SSL-ætlan røkir Silja Star farleiðina frá sunnumorgni, so nú eru bert Smyril, Teistin og Sildberin, ið ikki hava lagt at í Nólsoy hesar seinastu dagarnar. Hví frættist einki kjak um fyrimunirnar við nýggju ferjuni? Er tað so rívandi galið, at so leingi talan er um hesar fáu atkvøðurnar í Nólsoy, so vilja politikkarar ikki brúka tíð uppá hetta (fyri okkum) so týdningarmikla mál? Nýggja ferjan er metta at kosta einar 40 milliónir krónur. T.v.s., 20 mió um árið í tvey ár. Hesi bæði árini, eru "síðuvinningarnir" m.a. at fólk fáa/varðveita arbeiði og at skipasmiðja og el-fyritøka vinna sær know-how. Lønarinntøkur hava sjálvsagt við sær skatta­ pengar og harvið er logikk­ urin, at landið eisini fær inn­ tøku av at seta hetta í verk. Know-how kann hava við sær reklamu um førleikar og harvið skapa fortreytir fyri nýggjar verkætlanir. Ymiskt høvuðspunkt eru, ið ynskinum um nýggja ferju, flestu hava verið frammi áður, so sum trygd, dagføring og flutningsmøguleikar. Eitt, ið tó ikki hevur verið nógv frammi, er rottu-prátið. Um rottan ikki er komin til Nólsoyar enn, so er tað upplagt at ferjan liggur í Nólsoy millum túrarnar. Sum er, liggur Ternan (ella Ritan, Sam o.s.fr.) á Bursatanga og har er lætt hjá rottu at sníkja seg umborð eftir rampu ella festi. Um ferjan ikki liggur í Nólsoy, so eiga okkurt at verða fyriskipað, soleiðis at vit ikki bjóða rottuni túr. Í øllum tí, ið skrivað er um nýggju ferjuna, er tað løgið at t.d. MEST ikki tekur orðið. Hvørjar møguleikar hevur MEST at bjóða seg fram og hvuss u nógv kann gerast í Føroyum? Arbeiðsbólkurin var á gólvinum í Tórshavnar Skipasmiðju og har var gott og konstruktivt prát. Eitt, ið kom fram beinanvegin, var at tað ganga 18 mánaðir at byggja slíka ferju (tá er íróknað tíðin har tilboðini liggja úti). 1½ ár er ikki so øgiliga leingi, men at bíða 10- 15 ár fyrst, tað er leingi! Vónandi taka politikkarar orðið. Vónandi verður ikki bert talan um valagn. Vón­ andi verður komandi val onkur politikkari valdur, ið torir at seta verkætlanina í gongd. Ikki bert fyri atkvøð­ ur­nar í Nólsoy - men fyri dagføring av hesum partinum av føroyska infrakervinum. Jákup av Skarði Mjørkatos og vallyfti? Gjald fyri valgreinar Frá í dag av fer Sosialurin at taka pengar fyri valgreinar. Prísurin fyri valgreinar er hálvur lýsingarprísur fyri svart/hvítar lýsingar. Blaðstjórnin ger av, hvørjar greinar eru valgreinar. Blaðstjórin