Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-29, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. august 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. august 2011 · Nr. 98 18 Sosialurin Ítróttarblaðið nsí - b68 2-1 (1-1) søtur sigur - súrt tap Ein søtur sigur. Eitt súrt tap. Fyrra útsøgnin sást á NSÍ heimasíðuni eftir lokaluppgerðina í gjár, og seinna útsøgnin var at síggja á B68 heimasíðuni. NSÍ er á fjórða plássi við 29 stigum, og B68 er á sjeynda plássi við 20 stigum. Endiliga eydn­að­ ist tað hjá NSÍ fótbóltur Eftir fleiri tættar uppgerðir, har tað síðstu løtuna ikki hevur gingið eftir vild hjá teimum í Runavík, koppaði tætta grannauppgerðin hesa ferð NSÍ til vildar Jóannes Hansen Sunnudagin 19. juni var NSÍ part­ ur av málríkari uppgerð í Sørvági. Úrslitið var 6-4 til teir gulu og svør­tu, sum við sigrinum hildu tørn um fjórða plássið – eitt stig frá 3. plássinum og EB/Streymi. Inntil í gjár hevði NSÍ síðani vitjan­ina í Sørvági spælt seks lands­kappingardystir, uttan at tað hevði eydnast at vunnið fulla úr­tøku. Eftir ferðina í Vágum var tað stórt vónbrot, at tað í heima­ dysti­num móti B71 ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku, hóast NSÍ bara lítla løtu undan leikloki legði seg á odda 1-0. Sandoyingar javnaðu í síðstu løtu og tryggjaðu sær harvið eitt stig. Soleiðis hevur tað verið fleiri ferðir hjá NSÍ. Tey bæði síðstu dømini hava verið heima­ dysturin ímóti KÍ, sum endaði 3-3, eftir at NSÍ hevði verið framm­an­fyri bæði 2-0 og 3-2 og so rimmar uppgerðin í Gundadali næst­síðsta sunnudag, tá ið NSÍ leingi var á sigurskós – á odda bæði 2-0 og 3-2 - men kortini stóð eftir við ongum, tí B36 síðstu løtuna vendi øllum á høvdið og vann 4-3. Hóast gongdina í summar og har­við soltnu úrtøkuna, so var NSÍ framvegis á fjórða plássi, tá ið tofta­menn í høgættarvindinum í gjár komu inn um Rókina. Men nú var setningurin hjá heima­ liðnum – heldur enn at renna eftir bronsuplássinum – at varð­ veita fjórða plássið, sum møgu­ liga kann bera altjóða atgongu­ merki við sær. Sera tepurt Tá ið Lars Múller bríkslaði fyri síðs­tu ferð fegnaðust teir gulu og svørtu sum vera man um 2-1 sigur­ in. Bæði tí at tað fyri fyrstu ferð í næstan hálvan triðja má­n­að hevði eydnast at vinna fulla úr­tøku í landskappingini, og eisini tí at tað alla tíðina hevði rið­ið um snarið. B68 hevði í 2. hálvleiki fríska lotið, sum darvaði flót­andi fótbóltsspæli rættuliga nógv, undan. Og eftir at NSÍ topp­skjútt­ in, Klæmint A. Olsen, hevði stýrt framlegging eitt sindur úr høgru frá unglingaspælaranum Árna Frederiksberg umvegis stólp­an og í málið, so var fleiri ferð­ir tætt við frammanfyri Andras Gango. Men hóast yvirvág síðstu løtu­ na og fleiri vandamikil horna­ sparks­innlegg, so eydnaðist tað ikki toftamonnum at svara aftur soleiðis, sum teir høvdu gjørt í 1. hálvleiki. Tá skoraði Árni Frederiks­berg fínt mál fyri NSÍ eftir snilt eitt tvey samanspæl við Christian Høgna Jacobsen. Hetta var í 11. minutti, og stórar tjúgu minuttir seinni peikaði dóm­arin á ellivu metra blettin, eftir at Heðin á Lakjuni, sum aft­ur hesa ferð var sentralur mið­vall­ari, óregluliga hevði steðgað Keita í gjøgnumbroti eitt sindur til høgru. André Olsen var púra trygg­ur úr ellivu metrum og so var 1-1. Brennur undir B68 2-1 til NSÍ úrslitið og tey hjá HB og KÍ leygardagin bóru við sær, at B68 datt niður á 7. plássið, og at tað framvegis eru fýra stig aftur til niðurflytingarplássið. Hóast støðutalvan kanska boð­ar frá nøkrum øðrum, so kann ikki sigast, at toftamenn spæla sum eitt botnlið. Í Runavík vóru marginalirnir ikki við B68. Tað var støðan kring sigursmálið hjá NSÍ gott dømi um: Toftamenn steðgaðu á miðvøllinum NSÍ í roynd at mynda álop. Verjumenninir hjá heima­lið­num vóru frammarlaga stadd­ir, og eftir bara tvær send­ ing­ar vóru tveir at teimum reyðu fullkomuliga leysir á NSÍ hálvu­ ni. Talan var um innskiftu Óla H. Olsen og Dion Splidt. Tað var hesin seinni nevndi, sum eitt sindur úr høgru rak inn ímóti Andras Gango, sum í 1. hálvleiki hevði bjargað meistarliga, tá ið Keita var einsamallur ímóti honum. Í fótbólti loysir tað seg viðhvørt hjá álopsspælarum at vera sjálvsøknir, og júst henda støðan hjá Dioni Splidt vísti, at tú kanst verða sektaður fyri ikki at vera sjálvsøkin! Í staðin fyri sjálvur at roy­ na at seta bóltin fram við NSÍ málverjanum, so sendi Dion Splidt bóltin upp á tvørs til púra blanka Óla H. Olsen, sum setti bóltin í tóma málið. Men linjuverjin veittraði fyri rang­støðu. NSÍ fór í álop, og tað end­aði við, at Árni Frederiksberg sneid­di seg leysan eitt sindur til høgru, legði upp á tvørs, og har var tað, at Klæmint A. Olsen prik­aði undir bóltin, so hann umvegis stólp­an fór í málið! Toftamenn royndu at koma aftur í aftur, og onkra ferðina var heilt tætt við. Bestu royndina átti Dion Splidt, tá ið hann eftir eitt tvey samanspæl kom úr høgr­u og inn fyri málið, men eft­ ir skotroyndina hjá honum av brotsteigarmarkinum brast bólt­ urin í tvørtræið ikki so langt frá handaru samankomingini og niður í vøllin! Tá ið úrslitini fyri øll 27 um­ førini vera kend, munnu plaser­ing­ a­rnar á støðutalvuni fara at vera soleiðis, sum liðini hava stað­ið seg yvir alt árið. Eftir at fleiri tættar støður seinastu tíðina eru endaðar við vónbroti fyri NSÍ, so bar tætta grannauppgerðin hesa ferð fulla úrtøku við sær. Lotið argaði so mikið, at talan ongantíð gjørdist um flótandi og hugflogsríkt fótbóltsspæl, men avrikini bendu kortini á, at hesi bæði liðini eiga pláss millum tíggju tey bestu í landinum. Bóltar: NSÍ stinnari ímóti grannunum NSÍ úrtøkan hevur verið sjey stig ímót B68, og toftamenn hava vunnið eitt stig í trimum innanhýsis uppgerðum við teir í Runavík. Ímóti øðrum liðum hevur NSÍ vunnið 22 stig, og B68 hevur ímóti øðrum feløgum vunnið 19 stig.