Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-29, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. august 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 29. august 2011 · Nr. 98 Sosialurin Ítróttarblaðið EB/Streymur - 07 Vestur 2-1 (1-1) Eitt mál fyri hvørjar 102 minuttir Arnbjørn Hansen avgjørdi enn eina ferð fyri EB/Streym. Tað var mál nummar 12 hjá honum í ár. Hann hevur spælt 1220 minuttir og skorað 12 mál. Tað er eitt mál fyri hvørjar 102 minuttir hann er á vøllinum. Ragnar nr 27 07 Vestur hevur brúkt 27 leikarar í ár. Bara HB við sínum 29 leikarum, hevur brúkt fleiri. Hesa ferð spældi Ragnar Nattestad sín fyrsta dyst. Sunda­ lagið vísti styrki Fótbóltur 07 Vestur kløkkaði sundalagsmenn, sum tó vístu styrki og svaraðu aftur beinanvegin. Og hóast tað gingu 52 minuttir millum útjavnandi málið og sigursmálið, var ongantíð nakar ivi um, hvør fór at vinna dystin Rólant Waag Dam Ófantaliga veðrið sín dám á dyst­ in millum EB/Streym og 07 Vest­ ur við Margáir leygardagin. Tað darvaði spælinum og hevði við sær, at lutfalsliga fá folk vóru savn­að kring vøllin. Sum teir favorittarnir heima­ liðið einaferð var, tók EB/Streym­ ur skilabetru loysnirnar. Egil á Bø valdi, at hansara lið skuldi spæla í mótvindi og við ógvusliga æli­num beint í skortin fyrstu trý kort­er­ini. Tað var eyðsæð, at fyrri hálv­leikur bara skuldi trillast heim. Trygt og uttan stórvegis hóva­sták. Ófantaliga veðrið loyvi held­ur ikki sambaspæli ella hæl & tá. Tolin trívst Sjálvsagt kom tað óvart á heima­ liðið, tá 07 Vestur skoraði eftir lítlum hálvum tíma. Egil á Bø spark­aði bóltin fyri føturnar á einum mótstøðuleikara. Hesin avleveraði stutt til liðfelaga, sum sendi ein høgan bólt niðan mitt fyri á vøllinum. Egil, sum nú var á veg aftur, samskifti ikki nóg væl við René Tórgarð, ið kom út um brotsteigarmarkið og stútaði leysa bóltin framvið sínum miðverjum og beint fyri føturnar á Clayton Soares. Brasilski framherjin hevur skot­ ið mong mál í Føroyum, og hóast fjarstøðan var stór – eini 25 metr­ ar – man hetta málið teljast mill­ um tey lættastu hjá honum. Hetta kom sjálvsagt óvart á heima­liðið. Hinvegin merkti tað bara, at nú skuldi EB/Streymur skora minst tvær ferðir heldur enn einaferð. Fyrsta stigið varð tik­ið tveir minuttir seinni. Leif Niclasen, sum hevur spælt væl seinastu dystirnar, fekk bóltin dygst í høgra borði. Kviki norðskálamaðurin legði ein frálíkan bólt tvørtur um vøllin til Hans Paula Samuelsen, sum tamdi bóltin, dróg inn í brotsteigin við at føra bóltin mill­ um beinini á Torstein Mýlings­ tind og skeyt so úr spískum. Um­ vegis Kingsley Amunike gjørdist tað javnleikur. Hans Pauli Samuelsen var eisini við í leiðslumálinum. Het­ta kom ikki fyrr enn tað rest­aðu átta minuttir, men róligu sunda­lags­ menninir tóktust alla­tíðina at vita, at hetta málið fór at koma. Tað var bara ein spurn­ingur um tíð. Víkarmaðurin royndi at krúlla seg framvið nøkrum verju­leikar­ um. Hetta miseydnaðist, men so var Arnbjørn Hansen á leysa bólti­num og smekkaði hann netið. Tolin trívst, sigur orðafelli. Hetta var slagorðið hjá EB/Strey­ mi leygardagin. Tá bar tað á mál hjá teimum. Nú er spurningurin bara, hvussu langt tað fer at bera í landskappingini. Stríðast í hvør sínum enda Sum er hava steypavinnararnir fýra stig upp til Víking á øðrum plássi. Átta stig eru upp til B36. EB/Streymur kann spæla so væl og sannførandi, sum teir nú einaferð kunnu. Hesi liðini verða kortini ikki tikin, um tey ikki snáva sjálvi. Tó hevur EB/ Streym­ur ein dyst til góðar. Tann 28. september spæla teir útsetta dystin í móti ÍF. Tá dysturin ikki er spældur, so eru stigini heldur ikki tryggjað. Fuglfirðingar hava sanni­liga eisini nógv at stríðast fyri, so har skal einki takast fyri givið hjá EB/Streymi. Tað gera tey í Sundalagnum heldur ikki sum er. Tvørtur í móti gera tey tað, sum skalt til. Hvørki meiri ella minni. 07 Vestur hevur nú fingið sítt at hugsa um. Seinastu fýra dyst­ ir­nar hevur liðið fingið tvey stig. Sama tíðarskeið hevur HB fingið sjey stig, KÍ fimm og B71 trý. 07 Vest­ur kappast við hesi liðini og liggur nú beint omanfyri mark­ið, trý stig frammanfyri ÍF og níggju stig frammanfyri B71. Hinvegin er stríðið í botninum so tætt, at ein sigur hevur við, at 07 Vestur er ájavnt HB í stigum, sum í løtu­ ni liggur nummar fimm. rolant@sosialurin.fo Bóltar: HVØR SÍTT STRÍÐ EB/Streymur stríðist fyri at fáa Víking og B36 aftur á stigatalvuni, meðan 07 Vestur ger alt fyri at halda minst tveimum liðum aftanfyri seg Mynd: Jens Kristian Vang