Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. august 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. august 2011 · Nr. 99 16 Sosialurin Ítróttarblaðið HB - B71 5-0 (4-0) 29 ymiskar leikarar HB hevur í ár brúkt 29 ymiskar leikarar og tað er meir enn nakað annað felag. B71 hevur brúkt 26 leikarar og tað er triðj flest. Næst flestar hevur 07 Vestur brúkt. Teir hava brúkt 27 leikarar. 2,3 mál inn pr dyst B71 hevur síðani summar steðgin latið 2,3 mál inn pr dyst. Tað er væl minni enn áðrenn. Tá fór í miðal 3.6 mál ígjøgnum. Framgongd, men er tað nokk? Gott gamalt HB spæl í 28 minuttir vodafonedeildin Tað tók HB 28 minuttir at gera av við B71 í Gundadali leygardagin. Hendan lítla hálva tíman kundu HB viðhaldsfólk droyma seg aftur til tíðirnar við góðum spæli, ágrýtni og málum í rætta endanum Tróndur Arge – Gundadalur Klokkan handan B71 málið vísur at dysturin er 28 minuttir gamal. Undir HB húsinum fegnast allir HB leikararnir, meðan teir gulu og bláu av Sandoynni standa máttleysir og stara í tóman heim. Fyri fjórðu ferð upp á ein hálvan hálvleik liggur bólturin í B71 málinum og dysturin er taptur. Útlit eru fyri einum lemjandi ósigri. HB hevur ikki spælt slíkan fótbólt í alt ár, meðan einki riggar hjá sandoyingum. Tá samanum kom slapp B71 við skrekkinum og kundi enntá havt pynta væl um úrslitið, um teir raktu málið. HB tykist hava bjargað sær undan øll, ið eitur niðurflytingarvandi. HB knekkar gestirnar B71 hevur í summar skift nógv fólk út og liðið hevur staðið seg væl eftir summarsteðgin. Men leygardagin kom fyrsta stórtapi. Longu aftaná seks minuttir legði Símun Samuelsen HB á odda. Bólturin gekk høvd av høvdi eftir innkast og so kundi Símun Samuelsen leggja HB á odda. B71 royndi at fóta sær, men tá fyrri hálvleikur er hálvrunnin verður Símun Samuelsen feldur í B71 brotsteiginum. Fróði Benjaminsen skorar upp á brots­ sparkið, men tað skal takast av nýggjum tí onkrir HB leik­ arar eru ov skjótir at koma inn í brotsteigin. Líka leggur HB lið­ skip­arin í og skorar eins trygt seinnu ferð. Bara tveir minuttir seinni er aftur mál. Ungi HB miðvallarin, Tróndur Jensen, roynur seg við skoti, men Símun Rógvi Hansen í B71 málinum tykist hava tamar­hald á støðuni. Onkurs­ vegna velur hann at royna at jústa bóltun uppum. Í staðin fer bólt­urin í málið og so hevur klokk­an sligið fyri B71. Hetta er somu­leiðis fyrsta málið hjá unga miðvallarinum í bestu deildini. – Í triðja málinum gjørdi eg ein stóra feil, segði Símun Rógvi eftir dystin. Tað gingu bara fimm minuttir, so var aftur gali. Ein misskiljing í B71 verjuni endar við, at Símun Samuelsen lættliga kann leggja HB á odda 4-0. 28 minuttir og dyst­urin er avgjørdur. Langur tími Restin av dystinum var fyri tað mesta illa spældur. HB fekk ikki rættiliga spælið at hanga saman, meðan B71 nakrar ferðir kom fram til møguleikar, men brendi upp á tað skammiligasta. Serliga í løtuni eftir fjórða málið hevði B71 møguleikar at pynta upp á úrslitið. Sigandi fyri seinsta tíman av dystinum, so var fimta og sein­ asta málið í dystinum eitt sindur tilvildarligt. Eftir horna kemur bólturin í høvdið á Rógva Holm og bólturin fór í málið. Um hann ætlaði tað ella ikki, so kundi argjamaðurin og U-21 landsliðsliðskiparin fegn­ ast um sítt annað mál í ár. B71 flutt niður? – Tú fær meg ikki at siga, at B71 er flutt niður fyrr enn tað er ógjørligt hjá okkum at bjarga okkum, segði Símun Rógvi eftir dystin. Liðið hevur síðani summar staðið seg væl, men tey fýra stigini í fyrru hálvu viga ov lítið í samlaðu støðuni. B71 fær fyrst vitjan av Víkingi, áðrenn teir skulu á vitjan í Fuglafirði og í Sørvági. Alt annað enn seks stig í teimum báðu seinnu dystinum, so verður tað ógjørligt at bjarga sær. HB eftir fjórða plássinum – Er tað eitt vit ikki hava gjørt síðani Sigfríður Clementsen tók yvir, so er tað at hyggja eftir stiga­talvuni, segði tvífaldi HB mál­skjúttin, Símun Samuelsen. Í HB vilja tey illa tosa um fjórða plássið, ið gevur at­gongd til Europa League. Havnar liðið er seks stig frá niður­flytingar­ strikuni og sjey stig frá fjórða plássinum. HB skal eftir lands­ liðssteðgin til Toftir, men tað verður uttan liðskiparin og tofta­ mannin, Fróða Benjaminsen, sum er leikbannaður. trondur@sosialurin.fo Tú fær meg ikki at siga, at B71 er flutt niður fyrr enn tað er ógjørligt hjá okkum Símun Rógvi Hansen Bóltar: Myndir: Jens Kristian Vang