mánadagur 29. august 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 29. august 2011 · Nr. 99
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Bóltar:
ingi spælt 455 minuttir í ár
25-ára gamli Ingi Højsted hevur í ár verið við í 15 dystinum.
Hann er skiftur inn níggju ferð og út seks ferð. Samanlagt
hevur hann spælt 455 minuttir í landskappingini í ár.
tað endar við at tíðindamaðurin
verður skiftur út og inn kemur
Ingi Højsted. Ein røð av skaðum
hava sett sítt merki á fótbóltslívið
hjá 25 ára gamla miðvallarinum.
Eitt korter seinni tekur Ingi
túrin frá miðvøllinum í høgru, tá
hann sær at Lukasz Cieslewicz
setur ferð á í hinum borðinum.
Bólturin kemur innfyri og við
handari stong gerst Ingi púra
leysur og kann við einum rólig
um sparki tryggja B36 ein tann
týdningarmiklasta
sigurin
í
nýggjari tíð.
– Eg sá kjansin og so fór fram
við, tá eg sá at hetta kundi blíva
vandamikið. Tað er ikki so oftani
at eg komi í slíkar støður, sigur
Ingi Højsted eftir dystin.
Ingi klárar ikki
heilan dyst enn
Ingi Højsted hevur verið nógv
skaddur seinni árini, men nú er
ljós fyri framman.
– Eg klári framvegis ikki at
spæla ein heilan dyst, men tá
kappingin er liðug fari eg undir
skurð. Vónandi verður tað loysnin
upp á mínar trupulleikar við skað
um, sigur Ingi Højsted.
– Tað hevur mangan verið
hart. Serliga tí eg má venja meiri
enn hinir fyri at styrkja knæið hjá
mær, men hetta er eitt kærkomin
uppliving, sigur Ingi Højsted at
enda.
Víkingur tók ikki av
Í stuttum kann sigast um dystin,
at B36 tók av sínum møguleikum,
meðan Víkingur sparkaði sínar
jólagávur
undan
jólatrænum,
sum Eli Hentze eina ferð tók
til í sjónvarpinum, tá føroyska
landsliðið misnýtti stóran mál
møguleika.
Fyrst brendi Sam Jacobsen
brotsspark, ið varð skotið væl
uppum. Løtu seinni hevði Finnur
Justinussen risa møguleika at
javna, men heldur ikki hann rakti
málið.
Í hinum endanum hevði B36
eisini málmøguleikar at økja,
men millum annað stórbjargaði
Geza Turi, tá Lukasz Cieslewicz
smekkaði til úr stuttari fjar
støðu.
B36 liggur nú fýra stig fremt
og frálíka viðhaldsfólkini kláraðu
heldur ikki at halda sær og sungu
»Í ár verða vit føroyameistara«.
Tað tykist meiri og meiri sannlíkt,
at tey hava rætt.
trondur@sosialurin.fo
Ftrupult
Toppskjúttin hjá víkingum, Finnur Justinussen, hevði tað trupult óti sterku
B36 verjuni. Hann var tó bert millimetrar frá at javna í seinna hálvleiki
...og stóra mongdin av B36 viðhaldsfólki er á gosi
Mynd: Jens Kristian Vang
1-0
Heini í Skorini leggur B36 framum
1-0, eftir verjuvillu frá heimaliðnum
Mynd: Jens Kristian Vang