mánadagur 29. august 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. august 2011 · Nr. 99
14
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Víkingur - B36 0-2 (0-1)
Arbeiðs
hetjur
í arbeiðs
sigri
Tróndur Arge – Sarpugerði
Annar er tíðindamaður, ið er
minst líka kendur fyri fyri sínar
sendingar í sjónvarpinum, með
an hin hevur roynt seg í Arsenal,
men hevur í fleiri ár stríðst við
álvarsaman skaða. Báðir eru teir
arbeiðshestar á vøllinum og áttu
seinasta fótin á hvørsínum máli
hjá B36 í Gøtu.
Ha, mál?
– At byrja við helt eg at eg var
rangstaddur, sigur Heini í Skorini
eftir dystin. Nakað tað sama
mundu tey flestu kring vøllin
eisini hugsa, tá Heini í Skorini
brádliga í 27. minutti stóð púra
leysur frammanfyri brotsteig
inum hjá Víkingi.
Heini hevði góða tíð at hugsa
seg um og tað liggur nú væl fyri
hjá honum at gera tað. Hann
bíðaði til júst røttu løtuna og
so plaseraði hann bóltin í málið
handan Geza Turi.
– Eg kendi á mær, at eg hevði
góða tíð og so bíðaði eg til at
málmaðurin legði seg, sigur Heini
í Skorini eftir dystin.
Gott lag á
At lagið er gott í B36 leguni er
løtan eftir dystin vitni um. Allir
hava eina speiska viðmerking til
at Sosialurin hevur fingið orðið á
málskorarnar, Heina í Skorini og
Inga Højsted.
– jaja, bara tí tit skora, so skulu
tit í miðlarnir, sigur ein, meðan
Heini og Ingi flenna. Løtu seinni
kemur líknandi viðmerking og
allir smíla.
– Eg var áleypari í ungdóms
deildinum, so tað má vera tí eg
var so tryggur frammanfyri mál
inum, sigur Heini og flennur.
– Men hetta var ein arbeiðis
sigur. Havnarmenn duga ikki at
spæla á hesum undirlagnum og
tí var lítið fótbóltsspæl at síggja,
sigur Heini í Skorini víðari.
Málskjútti út
og málskjútti inn
Aftaná 77 minuttir fremur B36
sína næstu útskifting. Tað er eitt
sindur ógreitt hvør skal út og
2-0
Ingi Højsted hevur júst sett punktum fyri arbeiðssigrinum í Gøtu...
Mynd: Jens Kristian Vang
útskiftingin av heina misskiljing
Tað ljóðar frá fólki, ið stóð tætt við, at meiningin als ikki var at skifta
Heina í Skorini út, tá Ingi Højsted kom inn, men at misskiljing var
komin í. Mikkjal Thomasen vildi tó ikki viðganga søguna eftir dystin.
vodafonedeildin Hetjurnar fyri B36 blivu arbeiðs
hestarnir, Heini í Skorini og Ingi Højsted, tá B36
fríggjakvøldið vann 2-0 á Víkingi í Gøtu. Talan var
um arbeiðissigur í rótutum og intensum oddabrakið,
har Víkingur ikki tók av sínum møguleikum