mánadagur 29. august 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 29. august 2011 · Nr. 99
Sosialurin
Ítróttarblaðið
ÍF - KÍ 0-1 (0-0)
Høgni søkti
sínar
bygdar
menn
Fótbóltur Høgni Madsen og liðfelagarnir
í KÍ hava kostað ÌF níggju av níggju stigum
hetta kappingarárið, og tað sæst aftur á
stigatalvuni. Høgni Madsen valdi ikki at feira,
at hann hevði skorað ímóti barndómsfelagnum
Heri Simonsen
Tað er tiltikið í Manchester, tá
skotska fótbóltslegendan, Denis
Law skoraði fyri Manchester City
ímóti Manchester United á Old
Trafford seinasta kappingardagin
á vári í 1974. Denis Law hevði
havt 11 fantastisk ár í Manchester
United, har hann hevði skorað
237 mál í 404 dystum.
Í sínum seinasta dysti í bestu
ensku deildini skoraði Denis Law
ímóti sínum gamla felagi, og tá
dysturin var liðugur var Man
chester United í næstbestu ensku
fótbóltsdeildini.
Denis Law vildi ikki fegnast
um málið, sum hann hevði hælað
inn máið hjá Manchester United.
Denis Law vildi vísa virðing fyri
sínum gamla felagi, sum var í
ringum skørum tá.
Høgni gjørdi ein »Law«
Høgni Madsen gjørdi gott og væl
ein »Law« í dystinum millum ÍF
og KÍ leygardagin.
Tá eitt korter var eftir av
vanligu leiktíðini sendi fugl
firðingurin eitt dreymahøgg í
málið hjá ÌF, sum sat dygst við
stongina, og KÍ hevði tryggjað
sær trý stig aftrat ímóti ÍF í
hesum kappingarárinum. Rokni
stykkið hjá KÍ ímóti ÍF hevur
verið framúr í ár.
Talan hevur verið um tveir 1-0
sigrar í Fuglafirði, og ein 2-0 sigur
í Klaksvík. Júst hesi níggju stigini
muna øgiligt á stigatalvuni nú.
Meðan allir hinir KÍ-spælararnir,
útskiftingarbonkurin hjá KÍ og
»Bláa Bylgjan« stórfegnaðust
um dreymahøggið hjá Høgna,
sum gav KÍ tann fyrsta sigurin
í vodafonedeildini síðani 27. mai,
so vísti Høgni stóra virðing fyri
sínum barndómsfelagi, og valdi
ikki at fegnast um málið hjá sær,
og vísti harvið stórsinni.
Kendist væl
Hjalgrím Elttør duldi ikki, at tað
var ein framúr kensla hjá KÍ-
spælarunum loksins at fáa ein
sigur aftur:
– Tað kennist framúr gott,
segði Hjalgrím Elttør aftaná
dystin. Hann og hinir KÍ-spælar
arnir og nógv viðhaldsfólk steðg
aðu í bowlinghøllini í Leirvík til
ein betri bita, fyri at hátíðarhalda
sigurin.
– Talan var ikki um væl
spældan dyst. Tað var skiligt, at
tað stóð nógv uppá spæl, og bæði
liðini vóru rættiliga varin. Tað
vóru ikki so nógvir málmøgu
leikar í dystinum, men tíbetur
koppaði dysturin til okkara
fyrimun,
staðfesti
Hjalgrím
Elttør.
Mugu trúgva uppá tað
Mótbrekkan er tung hjá ÍF í
løtuni. Bogi Løkin staðfestir, at
tað er bert ein uppskrift sum
hjálpir ÍF nú:
– Vit verða noyddir at trúgva
uppá okkum sjálvar. Vit hava
gott mót, tí tað eru níggju dystir
eftir enn. 27 stig er nógv at spæla
um, so vit kunnu einki annað
gera, enn at síggja ljóst uppá
tað, slerdi Bogi Løkin fast aftaná
dystin. Komandi dystur hjá ÍF er
í Havn ímóti B36, sunnudagin 11.
september.
Ímóti B36 hevur ÍF góð hagtøl
higartil í hesum kappingarár
inum. Báðir dystirnir ímóti B36
fyrr í ár eru endaðir við javnleiki
1-1. ÍF hevur spælt ein dyst minni,
enn hini liðini í botnstríðnum,
men talan er ikki um eina lætta
uppgávu, sum verður á bredd
anum mikukvøldið 28. september.
Tá bíðar formliðið EB/Streymur
við Margáir í Streymnesi.
Bóltar:
Framúr kensla
– Tað kennist framúr gott, segði Hjalgrím Elttør aftaná dystin
Mynd: Jens Kristian Vang
kí vann samanlagt
Dystirnir hjá ÍF ímóti KÍ í hesum kappingarárinum hava verið
dýrir. Báðir heimadystirnir eru endaðir við einum 0-1 tapi. Dysturin
í Klaksvík endaði við 2-0 sigri til KÌ. Harvið 9 stig til KÌ.
skolaðu fuglafjørð
Ein Blá Bylgja skolaði inn yvir Fuglafjørð í
dag. Hon tók alt við sær heilt til Klaksvíkar.
Frændi er frændi verstur. (Sms í Rás2)