Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. august 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. august 2011 · Nr. 99 12 Sosialurin Ítróttarblaðið Ítróttartoymið á Sosialinum: Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@email.fo Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Tróndur Arge trondur@sosialurin.fo Heri Simonsen Leygar- og sunnudagin vóru størstu profilarnir hjá Treysti við í dan­marksmeistarakapping fyri ung í Odense. Tey hava bæði havt eitt langt langt kappingarár, har oyggja­leikirnir hava verið størsta avbjóðingin. Kortini var málið hjá báðum tveimum at vinna heiðurs­ merki og at renna upp til sítt allar­ besta! Vann DM-gull Leygardagin runnu tey 1.500 metrar. Bert tvær gentur vóru í bólk­inum 18-19 ár, so tær runnu sam­stundis sum bólkurin 20-22 ár. Men her var lítið at gera hjá teimum donsku gentunum. Rebekka rann langt undan øllum, og kom á mál við fínu tíðini 4.47,50 sum er 4 sekund verri enn tíðin hon rann á oyggjaleikunum. Hetta gjørdist so­statt til DM-gull og bleiv eisini besta 1.500 metra tíð yvirhøvur. Marnar í harðari kapping Marnar var í harðari kapping við tríggjar aðrar, men tá tað restaðu 600 metrar, bleiv so mikil trokan, at tað endaði við, at Marnar lá úti í grasinum. Og har varð hann liggjandi. Hetta var sera harmiligt, tí fyri tað fyrsta sá hann út til at vinna heiðursmerki, og fyri tað næsta lá hann til at seta eitt gott persónligt met. Hetta er aðru ferð í ár, at Marnar er kollrendur undir kapping. Fyrru ferðina var á 800 metrum í Malmø í februar. Rebekka ran sín yndistein Í dag skuldi Rebekka renna sín yndi­stein, sum er 800 metrar. Før­ oyska metið eigur Rebekka sjálv, og setti hon tað á oyggjaleikunum á Isle of Wight í summar, tá hon rann 2.19,07. Heilar tríggjar ferðir í ár hevur hon runnið 2.19! Í dag tók hon leiðsluna eftir fyrsta svingið, og rann við perfektari ferð teir fyrstu 400 metrarnar við hinum stríðandi aftanfyri. Hinar tóku beinanvegin at dragna, tá seinna umfarið byrjaði, men Rebekka helt ferðina væl. Munurin øktist og øktist allan vegin á mál, Rebekka kom langt fremst á mál og vann við tíðini 2.18,32, sum er nýtt føroyskt met! Sostatt gjørdist Rebekka tvífaldur danmarksmeistari og fekk bøtt sítt føroyska met á 800. Aftur bronsa til Marnar Marnar skuldi renna 5.000 metrar í dag. Tað var á hesum teininum, at hann leyp hvøkk á fólk, tá hann á oyggjaleikunum púra óvæntað vann bronsumerkið. Tíðin ta ferðina var 15.56 min. Aftur í dag gjørdist talan um bronsumerki, men í øll­ um regninum og torusláttrinum eydn­aðist tað honum at betra sítt persónliga met og bólkamet til 15.45,12 Stuttligt var, at áskoraranir, tá vit í yvirtíðini fingu horna, róptu á Teit at koma fram. Ikki var tað neyðugt í dag tó. (www.hb.fo) vit vistu at hetta fór at vera ein trupul dystur, men tað er gott at vita, at VIT eisini eru ein trupul uppgáva fyri sjálvt teir bestu. (www.07vestur.fo) Ein fantastiska týðandi sigur í tí, sum líkist higartil týdningarmesta dystinum á árinum. (www.b36.fo) Enn er teoretiskur møguleiki fyri lívbjarging, men so skulu aðrir bollar í suppuna. Spælið í gjár var sum danskararnir siga "bedrøveligt". (www.b71-sandoy.com) Man kann ikki lata verða við at hugsa um fleiri klaksvíkingar, sum hava skorað móti KÍ gjøgnum árini. Eingin ivi er um, at teir í fleiri førum hava nærum biðið um vánaliga móttøku millum KÍ áskoðararnar við m.a. at vísa kanska meir gleði enn vanligt, tá teir hava skorað móti barndómsfelagnum. (www.nordlysid.fo) Eftir ikki at hava vunnið nakran lands­kapp­ ingardyst síðan 19 juni, eydnaðist tað okkara monnum at fáa ein sigur í hús í dag. At tað so var ímóti grannunum av Toftum, gjørdi sigurin eyka søtan. (www.nsi.fo) Sjálvandi er ilt at spáa um, hvussu leikur hevði farið, um brotssparkið fór í málið, men tað er nokk ikki at taka munnin ov fullan, um tú sigur, at Víkingur í øllum førum ikki hevði tapt, um so var.(www.vikingur.fo) Millum annað fekk debutanturin Súni Fríði Barbá ein 100% kjans ta løtuna, hann var á vøllinum.(www.fchoyvik.fo) tað er í øllum førum púra sikkurt, at um tit ungu, ið skulu taka yvir, skulu klára tykkum, so gera tit klókt í at leggja sovorðnan arbeiðsinnsats, sum Tórur altíð leggur fyri dagin.(www.tb.fo) Tað skal leggjast aftrat, at føroyingar, ella 0.00005 mia fólk, sóu HM í Rom í 2009 men ikki HM í Shanghai 2011. (www.svimjing.com) hvat siga heimasíðurnar? Rebekka Fuglø tví­faldur danmarks­meistari Marmarankur vann Renning Tey ungu supertalentini hjá Treystinum gjørdu vart við seg til DM fyri ung í Odense í vikuskiftinum (Hallur Holm www.renn.fo) Føroyski leikarin í bestu íslendsku deildini skoraði, tá KR um vikuskiftið vann 2-1 á Grindavík. KR og Grindavík høvdu bæði tíggju stig í part á næst og triðj niðasta plássi undan dystinum. Tað kom tí væl við hjá KR, at Olga Kristina Hansen stutt fyri hálvleik økti til 2-0. Úrslitið gjørdist ein uppiborin 2-1 sigur, har KR eisini misnýtti brotsspark, skrivar kvinnufotbolt.fo trondur@sosialurin.fo Valur var á vitjan hjá Breiðablik, sum var á odda í hálvleikinum. Í evstu løtu megnaði Guðjón Pétur Lýðsson at javna. Pól Jóhannus Justinussen spældi allan dystin, meðan Christian R. Mouritsen varð skiftur inn átta minuttir fyri tíð. Olga Kristina skoraði Valur javnaði í evstu løtu Í gjár vann føroyski hesturin, Marmarankur, við Mariu Joensen á baki, fyrstu virðisløn í bólki 2 í heystkappríðingini í Marknagili. Hóast hann var nógv tann minsti hesturin í kappríðingini yvirhøvur, megnaði hann at vinna. Hetta verður mett sum stórtíðindi, tí tað eru mong ár síðani, at ein føroyskur hestur hevur vunnið í kappríðing. Marmarankur er 11 ára gamal og er 124 cm høgur í stangmáti. Hann er undan ryssuni Svannu og greðinginum Tóka. Alingin við føroyskum rossum gongur fram á, og í ár er fyrstu ferð síðan alingsarbeiðið byrjaði, at talið er komið upp á 60.