mánadagur 29. august 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. august 2011 · Nr. 98
20
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Líka síðani fyrstu føroysku sersam
bondini í 70-unum fingið altjóða
limaskap, hevur viðurkenning frá
altjóða olympisku nevndini, IOC,
verið ein stórur føroyskur dreymur.
Men hóast ein ítróttargrein fyri og
onnur eftir hevur vunnið sær al
tjóða viðurkenning, eru Føroyar
ikki slopnar upp í part í olympisk
um høpi.
Nú ungi vágbingurin, Pál Joen
sen, hevur svomið seg til olympisku
leikirnar í London næsta summar,
har hann skal umboða Danmark,
tí annað ber ikki til, er kjakið um
altjóða olympiska viðurkenning
kyknað av nýggjum.
– Vit søktu upprunaliga í 1984
um at fáa limaskap í IOC, og aftur
í 2004 var umsóknin endurnýggjað
við enn fleiri grundgevingum, men
vit kunnu bara staðfesta, at vit enn
ikki hava fingið altjóða olympisku
viðurkenningina, men fyri tað gev
ast vit ikki á hondum, sigur forsetin
í Ítróttasambandinum, Petur Elias
Petersen.
– Okkara sjónarmið er, at vit
framvegis vilja halda fast við, at
okkara umsókn um limaskap eigur
at verða viðgjørd eftir teimum
treytum, sum vóru galdandi í 1984.
Enn eru vit ikki blivin hoyrd, men
eiga hinvegin nógvar og góðar vin
ir í ítróttinum, ikki minst í olymp
iskum høpi, so eingin orsøk er til at
gevast við stríðnum fyri viðurkenn
ing og IOC-limaskapi.
Minna á gamla umsókn
Sum nevnt, varð fyrsta føroyska
OL-umsóknin send avstað í 1984,
men viðgerðin av henni var einki
serlig. IOC vildi í fyrsta umfari hava
Føroyar at gera onkrar smávegis
tillagingar í lógunum hjá ÍSF, men
hóast tað var gjørt beinanvegin,
hoyrdist einki aftur frá IOC.
– Eitt nú royndu okkara norður
lendsku vinir at skunda undir eina
viðgerð av føroysku umsóknini,
men tað gekk ongan veg. Seinni
hava vit so funnið útav, at spanski
IOC-forsetin,
Samaranch,
bein
leiðis arbeiddi ímóti føroysku við
urkenningini, tí hon kundi havt
við sær positivar avleiðingar fyri
Gibraltar, sum tá eisini søkti um
OL-limaskap, sigur Petur Elias
Petersen.
– Sjálvt um reglurnar fyrst í
90-unum blivu broyttar, so nýggj
limalond í IOC nú skuldu vera
sjálvstøðugar tjóðir við ST-lima
skapi, hava vit áhaldandi víst á, at
okkara umsókn frá 1984 eigur at
verða viðgjørd eftir teimum treyt
um, sum tá vóru galdandi. Higartil
hevur tað tó einki givið, men vit
ætla at blíva við, tí vit trúgva upp
á samráðingarvegin í hesum máli
num.
ÍSF-forsetin vísir á, at um
framt
norðurlendskan
stuðul
í OL-málinum, hevur føroyska
viðurkenningin í altjóða ítrótti
annars givið nógvar vinir, ið fegn
ir vilja hjálpa Føroyum fram á leið.
Í europeiskum høpi verða umboð
fyri ÍSF boðin við sum eygleiðarar
til árligu aðalfundirnar í europe
isku olympisku nevndini, EOC.
– Sjálvt um vit bara eru við sum
eygleiðarar, sleppa vit har at gera
vart við okkara sjónarmið, og tað
fløvar væl at merkja, at fleiri taka
undir við okkum og vilja rætta okk
um eina hjálpandi hond, sigur Petur
Elias Petersen.
Vilja samráðast
Gibraltar, sum heldur ikki hevur
fingið olympiska viðurkenning,
hevur valt at farið rættarliga vegin
fyri at fáa sín rætt, men uttan at tað
í veruleikanum hevur givið nakað.
Millum annað hevur Gibraltar
roynt at fingið sítt mál tikið upp í
altjóða ítróttardómstólinum, CAS,
men enn er eingin endalig niður
støða gjørd har.
– Vit kundu sjálvandi valt at
gjørt tað sama, men eftir okkara
tykki gevur tað onga meining, at
vit royna at trýsta okkum inn upp
á tann mátan. Heldur vilja vit fáa í
lag veruligar samráðingar við IOC
um, hvussu vit kunnu fáa limaskap,
sigur Petur Elias Petersen.
– Hetta er nakað, ið tekur tíð,
men vit vilja heldur royna at
brúka tey góðu viðurskifti, sum
vit frammanundan hava við hópin
av fólki í olympisku rørsluni, tí vit
trúgva nógv meira upp á tann veg
in. Og enn hevur Gibraltar ikki fing
ið nakað meira burturúr enn vit, við
at fara í rættin.
OL-arbeiðið
stendur við
OL – Fyri tað um vit enn ikki hava fingið olympiska viðurkenning, gevast vit ikki á hondum, sigur ÍSF-
forsetin, Petur Elias Petersen. Føroyar søktu í 1984 um altjóða olympiska viðurkenning og mintu í 2004
á umsóknina og at Føroyar áttu at fingið OL-limaskap eftir treytunum, ið vóru galdandi í 1984
TRÝSTA IKKI
– Eftir okkara tykki gevur tað
onga meining, at vit royna at
trýsta okkum inn í IOC umvegis
rættarskipanir. Heldur vilja vit
fáa í lag veruligar samráðingar
við IOC um, hvussu vit kunnu
fáa limaskap, sigur Petur
Elias Petersen, ÍSF-forseti
Mynd: Finnur Justinussen/Fotostudio