mánadagur 29. august 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 29. august 2011 · Nr. 98
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Fyri einum lítlum mánaði gjørdist
greitt, at Pál Joensen væl og virði
liga kláraði kravtíðina til olympisku
leikirnar í London næsta summar,
tá hann setti bæði føroyskt og norð
urlendskt met á 1500 metra teini
num í frísvimjing og enntá vann
eitt fjórða pláss í HM-kappingini í
Shanghai.
Alt bendir tískil á, at Pál fer at
stíga í fótasporini hjá Katrin Olsen,
sum í 2008 sjálv onnur var við í
kappróðri á olympisku leikunum
í Beijing, har hon umboðaði Dan
mark í kappróðri í bátaslagi, sum
ikki verður brúkt í Føroyum. At Før
oyar tveir olympiskar leikir á rað
hava fólk við, man væl og virðiliga
vera eindømi fyri so lítla tjóð.
At Pál megnaði kravtíðina á 1500
metrum í Shanghai, hevur givið
honum eitt pláss á danska svimji
landsliðnum, har hann enntá hevur
fingið serliga góðar sømdir, tí hann
og venjarin, Jón Bjarnason, fáa frið
at fyrireika seg upp á vanliga mát
an heima í Vági, áðrenn danska
svimjilandsliðið stutt undan OL fer
á venjingarlegu í Spania.
– Tað er deiligt at koma við á
danska liðið upp á tann mátan, at
man sleppur at gera næstan sum
man vil, tí tað er nokk eingin av
danskarunum, ið hevði sloppið tað,
staðfesti Pál Joensen, tá móttøka
var fyri honum eftir væl eydnaðu
HM-kappingina í Shanghai.
Júst henda kapping var enn
ein staðfesting av, at Pál er partur
av ikki bara europeisku elituni í
svimjing, men sjálvari heimselituni.
Hann hevur gjørt vart við seg í
fleiri kappingum og hevur kappast
um heiðursmerki í bæði World
Cup-, EM- og HM-kappingum, so í
altjóða svimjiumhvørvinum er tað
skjótt eingin, ið ikki veit, hvør ungi
vágbingurin er.
Øðrvísi OL-treytir
Í svimjing er eingin ivi um, at hægs
ti heiðurin er at kappast í OL-høpi,
og HM-kappingin í Shanghai var
hjá flestu svimjarum bara eitt slag
av upphiting til olympisku leikirnar
komandi summar. Heldur ikki er
nakar ivi um, at hægsta ynskið hjá
Pál hevur verið, at hann skuldi um
boða Føroyar í olympiskum høpi.
Hetta ber tó ikki til, so leingi
Føroyar ikki hava fingið sjálv
støðugan limaskap í altjóða olymp
isku nevndini, IOC, og tí noydd
ist
Ítróttasamband
Føroya
at
ganga aðrar leiðir fyri at tryggja
Pál Joensen møguleikan at liva
dreymin sum svimjari fult út.
– Reglurnar siga, at svimjarar fáa
eitt árs karantenu, um teir skifta
tjóðskap, so okkum stóð greitt, at
skuldi Pál røkka dreyminum um
olympiska svimjing, var neyðugt at
fáa øðrvísi sømdir. Um vit skuldu
fylgt vanligu reglunum, hevði Pál
ikki fingið umboðað Føroyar eitt ár
undan OL og heldur ikki eitt ár eftir
OL, sigur Petur Elias Petersen, for
seti í Ítróttasambandinum.
– Vit fingu tíbetur eitt gott úrslit
burtur úr samráðingum millum al
tjóða olympisku nevndina, IOC,
altjóða svimjisambandið, FINA,
og tær føroysku og donsku ítrótt
arrørslurnar, so Pál Joensen bæði
kann umboða Føroyar í altjóða
kappingum, sum hann longu ger
tað, og Danmark í olympisku leiku
num, uttan at hann skal í karantenu
eitt ár hvørju megin OL.
Pál sum jarnbrot
Bæði Pál og onnur høvdu sjálvandi
helst sæð, at tað bar til at umboða
Føroyar beinleiðis í OL-høpi, men
so leingi sum tað ikki ber til, er nú
verandi loysnin avgjørt tað frægas
ta, ið kann fáast burturúr.
– Fyri okkum í Ítróttasambandi
num hevur tað nógv at siga, at vit
framhaldandi kunnu arbeiða fyri
at vinna Føroyum sjálvstøðugan
olympiskan limaskap, men uttan
at tað forðar nøkrum føroyskum
ítróttarfólki í at sleppa við til
olympisku leikirnar. Tað letur seg
gera í hesum førinum hjá Pál, og tað
kunnu vit bara fegnast um, tí hetta
er eitt stórt frambrot, sigur Petur
Elias Petersen.
– Tað er so heldur eingin loyna,
at um væl gongst honum í London
næsta summar, kann tað eisini hjál
pa væl til í okkara innsatsi fyri at
fáa olympiska viðurkenning, og
okkara vón er sjálvandi, at Pál kann
verða eitt slag av einum jarnbroti,
ið gongur undan og kanska kann
vinna meira enn bara eitt gott úrs
lit í svimjihylinum. Hendir tað, at
hann fær eitt sera gott úrslit, verð
ur tað bara enn torførari hjá altjóða
olympiska umhvørvinum at renna
undan Føroyum.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Hóast Føroyar í altjóða ítrótt
arhøpi ikki hava havt stór
vegis trupulleikar við at fingið
limaskap,
hevur
enn
ikki
borið til at sloppið ígjøgnum
nálareyga hjá altjóða olymp
isku nevndini, IOC. Føroyar
hava fingið altjóða viður
kenning í badminton, boga
skjóting, borðtennis, flogbólti,
fótbólti, hondbólti, judo og
svimjing, sum alt eru olymp
iskar ítróttargreinar, umframt
at ÍSB hevur fullan limaskap í
paralympisku nevndini, IPC.
Altjóða olympiskur lima
skapur vildi havt nógvar fyri
munir við sær fyri føroyskan
ítrótt. Ein partur av tí er før
leikamenning og átøk av yms
um slagi, men ikki minst hevði
fíggjarligi fyrimunurin verið
stórur og sjónligur, tí ein part
ur av inntøkunum hjá IOC fer
í ein stuðulsgrunn, ið lutar út
pening til limalondini eftir
ávísum lutfalli.
Hartil kemur so, at Føroyar
sum olympiskur limur kundu
verið við í eitt nú europeisku
leikunum fyri smátjóðir, sum
eru leikir fyri olympisk lima
lond, ið hava færri enn eina
millión íbúgvar. Har kappast
Andorra,
Ísland,
Kypros,
Liechtenstein,
Luxembourg,
Malta, Monako, Montenegro
og San Marino, og eingin ivi
er um, at føroysk ítróttarfólk
væl og virðiliga kundu bjóðað
av her.
hilmarjan@sosialurin.fo
Olympiskir
fyrimunir
Pál sum OL-jarnbrot
OL Ein serlig avtala ger, at Pál Joensen kann umboða Føroyar í øllum altjóða
kappingum, samstundis sum hann umboðar danska ríkið á olympisku leikunum í
London næsta summar – uttan at hava karantenu í eitt ár hvørju megin OL
OL-JARNBROT
Ítróttarsambandið vónar, at Pál
Joensen umvegis OL í London
næsta summar kann verða
eitt slag av einum jarnbroti,
ið gongur undan og kanska
kann vinna meira enn bara eitt
gott úrslit í svimjihylinum
Mynd: Álvur Haraldsen