Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-29, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. august 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. august 2011 · Nr. 99 22 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge Premier League kappingin hevur longu tikið greitt skap eftir trimum dystum. Manchester er býurin har tað sker í løtuni. Bæði Manchester liðini hava fingið eina framúr byrja upp á kappingina. Chelsea og Liver­ pool hanga eisini í, meðan Totten­ ham og serliga Arsenal tykjast hava stórar trupulleikar. Arsenal venjarin, Arsene Wenger, er undir størri trýsti enn nakrantíð. Er tíðin komin at skifta Arsene Wenger út, eftir drúgva tænastu í 15 ár? 8-2! Í nógv ár var 8-2 ein støða, ið B36 við­halds­fólkum dámdi lítið. Í 1991 vann HB nemmiliga 8-2 í landskappingardysti móti grann­ unum úr B36. Tað tók B36 góð 15 ár at vaska tapið av sær, tá teir í 2006 vunnu 6-0 á HB. Eins leingi hevur Arsene Wenger staðið á odda fyri Arsenal og í gjár tapti hann 8-2 móti Manchester United. Tapið var eins eyðmýkjandi og støðan vísur á. Tað kundi enntá verið verri. Arsenal hevur selt Cesc Fabregas og Samir Nasri og hev­ ur nú tríggjar dagar at keypa av­ loysarar. Kreppan er tó ikki verri enn so, at Arsenal er í ársins Champions League og hevur yvir eina hálva milliard at keypa leikarar fyri. Flytingar­vindeygað letur aftur á mið­nátt mikudagin. Manchester United í stórformi Eitt er at Arsenal tapti 8-2, hitt er at Manchester United vann 8-2. Tað gjørdu teir við at útspæla Arsenal og hetta er annar heimadysturin á rað, at Sir Alex Ferguson og hansara menn hava gjørt av eitt London lið á Old Trafford. Wayne Rooney skoraði hattrick við tveimum fríspørkum og einum brotssparki. Saman við Ashley Young vóru teir mest eyðsýndu leik­ararnir á vøllinum, uttan at tað tekur nakað frá hinum. Alt lið­ ið kom væl frá uppgávuni. Man­ chester United síggja ræðandi sterkir út í ár. Edin Dzeko bukaði Tottenham Samir Nasri, David Silva, Sergio Aguero og Edin Dzeko. Tað eru nøvnini á fýra teimum fremstu, sum Manchester City stillaði upp við á White Hart Lane. Samanspælið mill­um teir fýra eydnaðist væl og serliga lá væl fyri hjá Samir Nasri, ið spældi sín fyrsta dyst fyri Man­ chester City. Han legði upp til trý av teimum fimm málium, sum Man­ chester City fekk. Stóri leikarin í dystium var Edin Dzeko. Framherjin úr Bosnia skoraði bara tvey mál í fjør, eftir skiftið frá Wolfsburg í januar mánaði. Í gjár skoraði hann heili fýra mál og er toppskorari í Premier League higartil. Teir nýggju skora Chelsea og Liverpool eru í løtu fremstu avbjóðarnir hjá Manchester liðnum. Chelsea hevði á Stamford Bridge vitjan av Norwich. Chelsea vann 3-1, men tað kom illa við, at Didier Drogba mátti berast av vøll­ inum, eftir harðan samanstoyt við Norwich málverjan. Hinvegin kom tað væl við, at Juan Mata, sum akk­urát er komin til felagið frá Valencia skoraði í fyrsta dystinum fyri felagið. Á Anfield vóru tað eisini leikarar keyptir í summar, ið gjørdu um seg. Fyrst legði Jordan Henderson Liver­pool á odda, síðani legi Charlie Adam upp til 2-0 málið, ið Martin Skrtel stútaði í mál eftir horna. Minuttin eftir skoraði skomin sjálvur við skoti uttanfyri brotsteigin. trondur@sosialurin.fo skorað 13 mál í trimum dystum Manchester United hevur skorað 13 mál í trimum teimum fyrsti dystinum í ár. Tað er næst flest í Prmier League søguni. Í fjør skoraði Chelsea 14 mál í trimum teimum fyrstu umførinum. (Kelda: OptaJoe, Twitter) 10 ígjøgnum í trimum dystum 10 mál eru farin ígjøgnum hjá Arsenal í trimum teimum fyrstu dystinum. Bara Leicester 01-02, Bolton 03-04, Wolves 03-04 og Wigan í fjør hava staðið seg eins illa trý tey fyrstu umførini í Premier League søguni. (Kelda: OptaJoe, Twitter) Meistarligt Manchester Premier League Fyrst vann Manchester City heili 5-1 á White Hart Lane móti Tottenham. Nakrar tímar seinni vann Manchester United ikki minni enn 8-2 á Arsenal. Um fyrstu trý umførini eru nakað at ganga eftir, so endar Premier League steypið í Manchester hetta kappingarárið Enska Barclays Premier League nr. lið dystir vunni javnt tapt mál stig 1 Manchester United 3 3 0 0 13-3 9 2 Manchester City 3 3 0 0 12-3 9 3 Liverpool 3 2 1 0 6-2 7 4 Chelsea 3 2 1 0 5-2 7 5 Wolverhampton 3 2 1 0 4-1 7 6 Newcastle 3 2 1 0 3-1 7 7 Aston Villa 3 1 2 0 3-1 5 8 Wigan 3 1 2 0 3-1 5 9 Stoke 3 1 2 0 2-1 5 10 Bolton 3 1 0 2 7-6 3 11 Everton 2 1 0 1 1-1 3 12 Queens Park Rangers 3 1 0 2 1-6 3 13 Sunderland 3 0 2 1 1-2 2 14 Norwich 3 0 2 1 3-5 2 15 Swansea 3 0 2 1 0-4 2 16 Fulham 3 0 1 2 1-4 1 17 Arsenal 3 0 1 2 2-10 1 18 West Bromwich 3 0 0 3 2-5 0 19 Blackburn 3 0 0 3 2-6 0 20 Tottenham 2 0 0 2 1-8 0