Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-29, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. august 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 29. august 2011 · Nr. 99 Sosialurin Kjak Jógvan við Keldu Eitt lítið viðbrekið land úti í Atlantshavinum, sum við ágrýtnum og gløggum íverksetarum menti seg frá einum bóndasamfelag sum breyðføddi 5.000 fólk, til ídag eitt toluliga altjóð­að ný­ mótans samfelag við 48.000 íbúgvum, eru Føroyar. Fiskivinnan átti og eigur tøkkina og æruna, hevur verið og er grundsúlan, har menn og kvinnur framdu íløgur í skip og virkir á landi, samstundis, sum bardagi fór fram fyri at koma longur út til fremmandar fiskigrunnar. – Les t.d. “Et opråb til det danske folk”, skrivað í 1930­un­ um av føroyskum reiðarum. Uppróp um tilfeingisgjald Seinastu árini eru “klók” fólk – flestu teirra væl út­búgv­in bókliga – komin við “upp­ rópi” um, at allir føroy­ingar eiga tilfeingið, tí skulu teir, sum hava bart seg ígjøgnum og útvegað Føroy­um fiski­ rættindi við fremm­andar strendur, sam­stundis sum hesir hava framt sera kostn­ aðar­miklar íløgur, gjalda okkum upphæddir, fyri at teir skulu sleppa at fiska okkum henda fiskin, uttan at vit hava rætt hond frá síðu. At politisku fiskivinnu­ samráðingarnar eisini hava átt sín stóra leiklut í hesum fiskiveiðu samráðingum er eyðvitað, men lítið hevði batt, um ikki ágrýtnir og nærlagdir íverksetarar og teirra risastóru íløgur høvdu verið framdar. Tilfeingisgjaldið av fiski­­num er og verður ónd ring­rás, skerjing av fiski­døg­ um “á skrivara­borðinum” stuðlar undir, ad-hoc loysn­ ir, sum nú er dagligur kostur, alt letur seg gera á pappírinum uttan at hugsa um djúpri avleiðingar, alt hetta tilsamans fer í roynd og veru spakuliga at máa støði undan einum sunnum vinnulívssamfelagi. Okkara dugnaliga sjófólk fer at royna eydnuna uttanlands – sjálvandi, samstundis, sum rópt verður um at fáa fólk heimaftur til alemnn arbeiðspláss. 2x2 er bert fýra á pappírinum Tað er vanliga bert á pappíri­ num er 2x2 altíð fýra, men úrslitið av hesum kann í roynd og veru gerast annað. Hetta kann hava nógv størri ávirkan á samfelagið, um hesi eru visjónsrík íverk­ setanarfólk, sum skapa og geva øðrum arbeiði, heldur enn, at tey bara koma heim til almenn størv, sum hevur verið fyri stóran part. Sum Dansk Industri tekur til: “Tað nyttar onki at tosa um vitan, um ikki fram­ leiðslan fylgir við”! – Orsaka at eg sigi so, men Føroyar hava fingið fleiri og fleiri droymarar, sum fegnast um eitt tilfeingisgjald av fiski­ríkidøminum, sum hesi ynskja sær frá hart trongdu vinnuni, heldur enn visjon­ erar íverksetarar. Eg sakni fleiri verulig útspæl frá Vinnuhúsinum. Tað er eisini harmiligt, at fiskavirkir á landi hava í mong ár havt tørv á at politiski- og embætismyndugleikin tekur henda part í álvara, serliga nú talan er um meiri viðgerð til útflutnings og visjón 2015. Fólkaflokkurin mót­­vegis “liberal­ sosialismu” Sum borgarligur Fólkafloks­ maður, eri eg errin av mínum borgarliga flokki. Flokkurin “rýmdi ikki úr samgonguni”, sum onkur sigur, men dugdi at síggja, at her fer at enda galið, og tí ikki kundi vera við til hesa sosialistisku plan­búskaparligu leiðina og orrustum ímóti okkara vinnu­lívi og soleiðis arbeiðs­ marknaði, sum nú er. Liberali Sambands­flokk­ urin er so liberalur, at alt letur seg gera, eisini at vera brúkt­ur av sosialistiska Tjóðveldi. Sannleikin er, at núsitandi sosialistiski meirilutin, sum rekur land okkara, er við at “kvørkra hønuna við gulleggunum spakuliga”. Alt kann tykjast heppið frá landsstýrisins síðu saman við Tjóðveldi í ovfarakæti ella efouri at sita og fegnast um tær 80 mió. krónurnar, sum í næstu framtíð fer út í almennan rakstur, verður byrjan til endan, um ikki ein broyting kemur í politiska landslagið. Okkara unga og dugnaliga fólk á sjógvi og landi fer heldur út í heim at “vinna sær gull”, enn at liggja og berjast við stutthugsaðar ad- hoc loysnir her á landi. Verður hønan við gulleggunum spakuliga kvørkrað Okkara unga fólk á sjógvi og landi fer heldur út í heim “at vinna sær gull”, enn at liggja og berjast við stutthugsaðar ad-hoc loysnir her á landi Jóannes Eidesgaard Edmund Joensen ruddaði sum ikki einaferð allar yvirskriftir í gjár. Tað dugur hann meistarliga væl at gera við jøvnum millumbilum. Nú var boðskapurin, at tað almenna skuldi selja sínar ognarpartar í Atlantsflogi og í Smyril Line, tí so fór prísurin á ferðaseðlum at lækka munandi. Tað vildi skapa búskaparvøkstur sam­ bært Edmundi. Tíverri sótu vit mong eftir við spurningum um, hvussu hetta roknistykkið sær út hjá Edmundi. Tíverri spurdu fjølmiðlarnir ikki Edmund henda spurningin. Gott fyri Edmund, tí sjálvandi hevur hann einki svar. Síggi eisini, at Jústinus, skyld­maðurin, sum nú er ein nýggj stjørna í Sambandi­n­ um, førir seg fram við somu uppá­haldum, at tá hann fær makt, sum hann hevur akt, so fara vit næstan at ferð­­ast ókeyp­is land­anna mill­um. Eisini eitt uppáhald, sum hvørki er prógvað ella fíggj­að, og tí er tað eitt tómt vallyfti. At tað fer at gerast bílig­ ari, tá tað privata skal reka okkara flogsamband og okkara sjóvegis samband við útheimin, er rætt og slætt beinleiðis skeivt. Vit høvdu bæði eitt føroyskt og eitt danskt privat flogfelag á Føroyaleiðini, men bæði er burtur í dag. Vit hava tíverri nógv dømi um, at tá tað almenna gevst, so hendur als einki. Eisini hava vit mangan sæð, at tá tað privata gevst, so má tað almenna taka yvir. Í 2008 atkvøddu meirilutin av Sambandinum fyri at bjarga Norrønu, tíbetur. Við 16 atkvøðum fyri og 14 ímóti, eiga tey fýra sambandsfókini ta rós, at gjørdi tey ikki hetta, so var eingin Norrøna í dag. Tað privata hevði kastað handklæðið inn í ringin. Edmund Joensen og Sámal Petur í Grund valdu í 1996 at selja Teistan, sum røkti siglingina til Aberdeen. Ein farleið, sum var við at fáa fótin fyri seg. Grund­ gevingum hjá hesum báðum var, at tey privatu fóru at taka yvir. Men hvat hendi – als einki, og vit mistu eitt sera gott samband við grannan beint fyri sunnan, og landskassin fekk 13 mió. kr fyri skipið. Kaga vit longur aftur í tíðina, so síggja vit, at tað privata mangan hevur blakað frá sær, og tað almenna so hevur verið noytt at tikið yvir. Mortensens-menninir komu við fyrsta Smyrli í 1896, men Løgtingið tók yvir í 1917. Drúgva tíð røkti Kjølbro ferðasambandið til Havnar og aðrastaðir, sama við Meiarínum í Havn, men allar hesar rutur og ivaleyst fleiri endaðu hjá tí almenna. Nú vil Edmund og Sam­ bandið prógva tað mótsatta. Uppáhaldið hjá Edmundi er, at heldur tað almenna seg burtur, so er eingin trupul­ leiki yvirhøvdur, og enntá gerst tað bíligari. Vit bíða øll spent eftir prógvum Edmund. Tey eigur tú av góðum grundum ikki, og tí var alt bara enn eitt populistiskt stunt, sum fjølmiðlarnir í hesum agurkutíðum tíverri hoppaði uppá. »Bara tað er privat, so gongur tað nokk«, sigur Edmund Gjald fyri valgreinar Frá í dag av fer Sosialurin at taka pengar fyri valgreinar. Prísurin fyri valgreinar er hálvur lýsingarprísur fyri svart/hvítar lýsingar. Blaðstjórnin ger av, hvørjar greinar eru valgreinar. Blaðstjórin