mánadagur 29. august 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. august 2011 · Nr. 99
24
Sosialurin
Kjak
Tey allarflestu minnast enn,
tá ið Berlinmúrurin raplaði
fyri brátt 22 árum síðani,
altso tann 9. november 1989,
men nú eru ikki so nógv, sum
minnast, tá ið hann bleiv
bygdur leygarnáttina millum
12. og 13. august 1961, tvs. fyri
50 árum síðani.
Tað loypti hvøkk á alla
verðina, og serliga Vestur
europa vaknaði við kaldan
dreym,
sunnumorgunin
tann 13. august 1961, tá ið fólk
varnaðust tað monstrøsa
”byg-ningsverkið”, og hesin
ýtisdagur fór bæði menni
skjansliga og politiskt yvir
í søguna sum tann størsti
skemdardagurin
undir
tí
sonevnda Kalda krígnum.
Præmissurnar - hví
varð hann bygdur?
Hvussu kundu menn finna
uppá nakað so vitleyst sum
loysing mitt inni í Berlin við
at býta stórbýin sundur í
tveir partar av einum høgum
longum píkatráðsklæddum
múri,
so
familjur,
vinir,
arbeiðs-kammiratar, ja, sjálvt
trúlovaði pør fingu kvett alt
tað sociala sambandið eftir
bara einari nátt.
Orsøkin skal finnast heilt
afturi í 1945, tá ið tey fýra
stórveldini høvdu býtt Týsk
land sundur í fýra hersettar
partar, ein sovjetrussiskan, ein
amerikanskan, ein franskan,
og ein eingilskan sektor. Men
tann fyrr so glæsiligi týski
høvuðsstaðurin var tá blivin
ein enklava inni í tí russiska
sektorinum.
Hetta
dámdi
Vesturheiminum lítið, tí tann
gamli kulturbýurin, Berlin
hevði so stóran symbolskan
týdning, at bæði Frankaríki,
USA og serliga Ongland við
Winston Churchill á odda
vildu hava hvør sín egna part
av Berlin at ráða yvir.
Hetta førdi til drúgvar
og beinharðar telvingar við
Stalin, sum afturímóti stór
um territorialum samsýning
um gekk við til, at Berlin
eisini bleiv býttur sundur
í fýra partar, akkurát sum
Týskland var tað framman
undan.
Afturfyri
henda
favorabla politiska gambittin
fingu russararnir m.a. flutt
markið á teirra eysturtýska
sektori eitt fitt petti í ein
útsynning vestan.
Líkasum í Vesturtýsklandi
smeltaðu eisini teir tríggir
”vestligu
sektorarnir”
í
Berlin saman til eina næstan
integreraða heild, sum fekk
heitið Vesturberlin við ca.
2,4 mill. íbúgvum, meðan
tann
russiski
sektorurin
fekk heitið Eysturberlin við
ca. 1,5 mill. íbúgvum. Tey
fyrstu árini var ikki sørt av
sambandi millum eystara og
vestara partin. T.d. búðu og
arbeiddu nógvir berlinarar
í hvør sínum býarparti. Teir
skuldu tó legitimera seg við
sektormarkið til Eysturberlin.
Vesturberlin var nú komin at
liggja sum ein ”isolerað frí
oyggj í einum glerkøldum
kommunistiskum havi”, og
skuldi, antin via autobahn
ella tokferðslu, hava sínar
allarflestu forsýningar fluttar
líka úr Vesturtýsklandi gjøgn
um
kommunistiskt
DDR-
territorium.
Hetta
bleiv
eitt stórt problem, tí Stalin
avgjørt ikki ætlaði at forkela
Vesturberlin. Tað førdi til
nógvar blokadur og saboter
andi seinkingar á bæði vegum
og jarnbreytum. Stórveldini
og fleiri av teirra smærru
allieraðu hildu alsamt krisu
fundir um tær støðugt aftur
vendandi Berlin-konfliktir
nar. Ofta vórðu fundirnir
slitnir í illsinni av Stalin og
hansara viðhaldslondum ella
marionettum.
Kroniskt politiskt
focus
Berlin gjørdist gjøgnum alla
eftirkrígstíðina eitt politiskt
focus, har alskyns stór-
politiskar kreppur, intrigur,
chikanur,
rossahandlar,
njósnarasøgur og úrslitaleys
ar samráðingar konstant av
loystu hvørja aðra, soleiðis, at
tað næstan ikki var ein vika,
har Berlin ikki var forsíðu
tilfar í teimum flestu vestur
europeisku- og amerikonsku
bløðunum. Man tosaði um
og vandi seg við ta perma
nentu Berlinkrisuna sum
eina
”náttúrliga
politiska
sjálvfylgju”!
Tað kom serliga til skarp
skeringar summarið 1948, tá
ið kommunistisku londini við
Stalin á odda stongdu allar
landrutur millum Vestur
berlin og Vesturtýskland,
soleiðis at øll vøra til vestur
berlinararnar mátti flúgvast
inn frá Frankfurt, München
ella Hamburg. Tiltakið fekk
heitið Luftbrúgvin og stóð
við líka til summarið 1949,
tá ið Stalin knappliga slepti
hvørkratakinum um Berlin
og lat landruturnar uppaftur.
Vesturberlinararnir, sum fá ár
frammanundan høvdu verið
vanir við ógvisliga bum-bing
úr erva, kalladu hesi popu
leru flogførini fyri ”rosinu
bumbarar” og vóru sera
takksamir fyri ta resoluttu
og effektivu lofthjálpina, teir
fingu vestanífrá! Men Berlin-
konfliktirnar blivu við, og
tónin millum oddamenn frá
báðum býarpørtum gjørdist
beiskari og hvassari fyri
hvørt ár, sum gekk.
Í 1949 kom ein fíggjar
reformur, har alt Vestur
týskland pluss Vesturberlin
aftur fekk sær D-markin sum
felagsvaluta. Fyrsta oktober
sama árið skipaði tann russ
iski sektorurin við Eystur
berlin seg so afturímóti sum
eitt ríki, og tað ”landið” fekk
sær tað dupultkonfektaða
navnið Tann demokratiska
Fólkarerublikkin, DDR.
Við tí ovurstóru vestur
týsku framgongdini í industri
ellari framleiðslu batnaðu
livikorini
rættiliga
skjótt
vestanfyri;
harafturímóti
stagneraðu lønirnar, bædi í
DDR og Eysturberlin, og vøru
for-sýningin bara versnaði.
Hetta førdi m.a. í 1953 til
eitt summarverkfall í Eystur
berlin, har arbeiðsmenn og
byggihand-verkarar kravdu
somu lønarsømdir sum í
Vesturberlin. Tað endaði við
einum blóðigum saman-bresti
millum teir eysturberlinsku
arbeiðsmenninar
og
teir
kommunistisku lakajarnar
hjá Stalin, har friðarligir
demonstrantar vórðu brutalt
niðurslignir og summir dripn
ir tann 17. juni 1953. Hetta var
fyrstu ferð, at fólk í tí kúgaða
Eystureuropa tordu at reisa
seg móti tí kommunistiska
dikta-turinum. Eftir henda
sorgartilburðin fekk tann
vestari parturin av tí stásiligu
gøtuni, Unter den Linden
navnaskifti til Strasse des
17. Juni, sum hon eitur tann
dag í dag. Dagurin 17. juni
er seinni blivin minnis- og
frídagur fyri allar berlinarar.
Willy Brandt kemur á
politiska verðinspallin
Í 1957 gjørdist tann dynamiski
javnaðarmaðurin,
Willy
Brandt yvirborgmeistari í
Berlin. Hann hevði sjáldsamt
politiskt handalag, og fór
systematiskt undir diplo-
matiska telving við bæði
eystan-
og
vestanveldini.
Hann dugdi væl at samráðast
báðar vegir og fekk fleiri
djarvar reformar burturúr.
Hann
fekk
liberaliserað
nógvar tápuligar restriktiónir
í tí strævna sambandinum
millum Eystur- og Vestur
berlin, og í hansara tíð gjørd
ist Vesturberlin næstan sum
ein politiskur- og diploma
tiskur
høvuðsstaður
fyri
alla verðina. Hann hevði
so góða fólkaeydnu, eisini
millum eysturberlinarar, at
russararnir ræddust hann
beinleiðis sum politikara.
Willy Brandt fekk slíka fólka
eydnu, at hann allarhelst var
tann mest populeri politik
arin í Europa í eftirkrígstíðini,
eisini
millum
eysturber-
linarar, í meira enn tíggju ár.
Hetta
dámdi
hvørki
russarum ella teirra eystur
europeisku vasallum, sum
fryktaðu fyri, at hansara
popularitetur skuldi smitta
eystanfyri
jarntjaldið.
Longu heystið eftir í 1958
royndi Nikita Khrustjov at
forskrekkja Willy Brandt
við
hørðum
nervakríggi
um
Berlin,
har
russiski
leiðarin m.a. skjeyt upp, at
allur Vesturberlin bleiv inn
limaður í DDR.
Men Willy Brandt lat
seg ikki intimidera, og stóð
sum ein óvikiligur klettur, tí
hann visti, at hann moralskt
bæði hevði vestur- og eystur
berlinarar aftanfyri seg! Sum
frá leið noyddist Khrustjov at
bakka og tordi ikki ordiliga
at bjóða Willy Brandt av, tá
ið hann sá, hvussu stálsettir
vesturberlinararnir fylktust
við teirra hugdjarva yvirborg-
meistara.
Willy Brandt stóð nú mitt
í Kalda krígnum í tí politiska
andglettinum
sum
ein
einsamallur risi, sum bæði
Vestur- og Eysturheimurin
respekteraðu og lurtaðu sera
gjølla eftir! Men Vesturberlin
fekk undir hansara stýri
so høgan livifót, at vestur-
berlinarar fóru næstan fram
um aðrar vesturtýskarar í
materiellum livifóti. Kom-
munistarnir eystanfyri skuld
settu vestanveldini fyri at
brúka Berlin sum eina gigant
iska kapitalistiska reklamu,
eitt
hyggivindeyga,
har
øvundsjúkir eysturberlinarar
kundu fáa brell eftir tí vestur
týsku materiellu yvirflóðini.
Tað privatkapitalistiska
vørumeingið bleiv útstillað,
serliga á Kurfürstendamm,
har øll tey størstu handils
húsini
í
Vestureuropa
og USA høvdu sínar risa
stóru deildir. Sagt varð, at
Kurfürstendamm tá kapp
aðist við sjálva Champs
Élysée um at vera verðsins
dýrasta og mest hábærsliga
handilsgøta. Úrslitið gjørdist,
at nógvir eysturberlinarar
og eisini aðrir DDR-borgarar
valdu at flýggja vesturum,
og tað bar framvegis væl til
í Vesturberlin, sum jú hevði
flog-samband við Vesturtýsk
land fleiri ferðir um dagin.
Serliga tey ungu, sum høvdu
fingið góða gratis útbúgving
eystanfyri, eitt nú læknar og
ingeniørar valdu at flýggja
til tað ríka Vesturtýskland,
har lønarlagið fyri lidnar
akademikarar var nógvar
ferðir hægri enn í Eystur
týsklandi.
Eysturtýskland
bleiv
eftirhondini
drenað
fyri
vælkvalificeraða
arbeiðs
megi, og materielt orkaði DDR
slett ikki at fylgja við tí super
effektiva Vesturtýsklandi.
Tað »fría« fongslið
hjá Walther Ulbricht
Sum fyrr nevnt, valdu komm
unistarnir tí við Walther
Ulbricht á odda tann óhugna
liga og desperata útvegin
vikuskiftið tann 12. til 13.
august 1961.
Í berum ráðaloysi fann
Ulbricht uppá at gera DDR til
eitt ”fongsul” við at byggja ein
næstan 150 km langan MÚR
rundan um tað ”veika” liðið í
stikinum hjá DDR, nevniliga
Vesturberlin og stongdi alla
vanliga samferðslu millum
báðar býarpartarnar. Officielt
var grundgevingin, at man
vildi verja sínar borgarar og
halda
dekadenta
vestliga
ávirkan úti, men reelt var
tað tí, at man vildi stika sín
ar egnu borgarar inni í tí
sonevnda
”kommunistiska
paradísinum”, sum fólkið ikki
skoytti um og flýggjaði frá!
Í múrinum vóru átta
”hol” ella gjøgnumgongdir,
sum vóru vardar av sterkt
vápnaðum
kontrol-lørum.
Eitt av portrunum var bara
brúkt av fólki, sum ikki
høvdu týskt pass. Tað lá
við ta fyrr so hábærsligu
Friedricksstrasse, og hetta
portrid bleiv kent undir
navninum,
Checkpoint
Charlie. Sjálvt um Múrurin
var væl vardur lukkaðist
kortini
nøkrum
hundrað
uppfinnsomum
fólkum
at flýggja vesturum. Men
meira enn 150, sum royndu
at flýggja, vórðu dripin.
Áðrenn Annað verðinskríggj
sat býarstýrið fyri Berlin í tí
monumentala bygning-inum,
Rotes Rathaus, nærhendis
Alexander Platz, men aftaná
sektorbýtingina
var
tað
Ráðhúsið komið at liggja
langt inni í Eysturberlin, so
tí máttu vesturberlinarar fáa
sær eitt annað ráðhús úti í
býarpartinum Schøneberg.
Á hesum ráðhúsi sat Willy
Brandt, yvirborgmeistari og
stýrdi Vesturberlin við kønari
hond í næstan tíggju ár.
Søguligt ýti eitt dapurt 50 ára minni
Vikuskiftið 12. til 13. august 1961
Virgar T. Dalsgaard
20. august 2011