mánadagur 29. august 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 29. august 2011 · Nr. 99
Sosialurin
Seinni gjørdist hann kanslari
í øllum Vesturtýsklandi
Bert sløk tvey ár aftaná, at
kommunistarnir høvdu bygt
Berlinmúrin, nevniliga tann
26. juni 1963, bleiv plássið
frammanfyri Schøneberger
Rathaus
ein
politiskur
verðinspallur, tá ið tann
amerikanski presidenturin,
John. F. Kennedy helt sína
viðgitnu røðu á ráðhúsbal
kongini undir liðini á Willy
Brandt. Áhoyraraskarin var
yvir eina hálva millión.
Kennedy segði orðarætt:
””Fyri 2000 árum síðani var
tað stoltasta, eitt menniskja
kundi siga: ”Civis Romanus
sum”. Í tí fríu verðini í dag,
er tann stoltasti setning-
urin: ”Ich bin ein Berliner”.
Allir fríir menn eru borgarar
í Berlin, hvar enn teir búgva,
og sum fríur maður, sigi eg tí
við stoltleika hesi orðini: ”Ich
bin ein Berliner”.”” Fagnaðurin
var ovurstórur, og hóast tað í
DDR var strangliga forboðið
at hyggja eftir vesturtýskum
TV, so fylgdi meginparturin
av eystur-berlinarum væl við
fundinum á Schøneberger
Rathausplatz.
Fram ímóti glasnost
og perestrojka
Spenningurin
um
Berlin
linkaði ikki nógv, fyrr enn í
1973, tá ið Willi Stoph kom til
valdið eystanfyri. Hann var
samráðingarfúsur pragmatik
ari og hevði næstan hjarta
ligar telvingar við Willy
Brandt, sum tá var blivin
kanslari í Vesturtýsklandi.
Willy-Willi
relatiónin
gjørdist populer, báðumeg
in MÚRIN, men tað køln
aði aftur, tí Willi Stoph ikki
hevði
meiriluta
aftanfyri
seg í Pankow, og longu í 1976
skumpaði
tann
kompro
misleysi betongkommunist
urin Erich Honecker tann
skilagóða taktikaran Willi
Stoph til viks. Honecker
ræddist Willy Brandt, og vildi
tí ikki hoyra talan um nakran
avspenning.
Tvørturímóti.
Hann bardist systematiskt
móti øllum reformum líka
til 1985, tá ið Gorbatjov var
komin til valdið í Sovjetsam-
veldinum og fór at tosa um
glasnost og perestrojka.
Hesi orðini passaðu als
ikki Honecker, men bæði
eysturberlinarar
og
aðrir
DDR-borgarar høvdu forstað
ið boðskapin frá Gorbatjov,
og tað kom tí til fleiri og fleiri
demonstratiónir í DDR, har
fólkið alsamt kravdi liberaliser
andi reformar í tí vanliga vøru
knappa gerandisdegnum.
Stutt eftir var amerikanski
presidenturin, Ronald Reagan
í Vesturberlin og helt eina
røðu beint við Berlinmúrin,
har hann teatralskt heitti
á Gorbatjov og bað hann,
sum skjótast fáa skrætt
Berlin-múrin niður. Betong
bandin hjá Erick Honecker
visti væl, at teir ikki kundu
klára at basa einari politisk
ari revolutión í DDR við
vápnamegi, uttan so, at teir
fingu
sterkan
militeran
stuðul frá Sovjetsamveldi
num. Og tað var við at gerast
rættiliga ivasamt, um Gorba
tjov vildi koma Honecker
militert til hjálpar, so borg
ararnir í øllum DDR gjørdust
meira og meira ófriðarligir;
teir skipaðu fyri kolossalum
demonstratiónum í teimum
stóru eysturtýsku býunum,
Leipzig, Dresden og Rostock.
Tað harðnaði alt summarið
1989, tá ið Honecker & co
vóru farnir at fyrireika 40-
ára dagin hjá DDR, sum
skuldi haldast tað sama
heystið. Men tað forsónliga
orðalagið hjá Gorbatjov gav
eysturtýska fólkinum dirvi.
Tey ressaðust og vildu ikki
akta meira. Nógv flýggjaðu
við sínum eyðmjúku Trabant-
bilum gjøgnum Ungarn til
Eysturríkis
og
gjøgnum
Tjekkaland til sjálvt Vestur
týskland. Fólkatalið í DDR
minkaði eftir stuttari tíð við
fimm-cifraðum tølum.
Panikkur í Pankow
Pankow-bandin
hjá
Erick
Honecker var nú so illa sperd
ur, at tað var næstan natúrligt,
at menn tann viðgitna 9.
november 1989 kapituleraðu
av tí friðarliga fólkatrýstinum
og fyrst lótu portrið við
Bornhomerstrasse upp, so
eysturberlinarar fyri fyrstu
ferð í 28 ár kundu streyma
inn í Vesturberlin og ta vestur
týsku materiellu yvirflóðina.
Stutt eftir herjaðu djarvir
eysturtýskir ungdómar eisini
á við sjálvt Brandenburger
Tor og skræddu píkatráðin
burtur. Ta fantastisku nátt
ina gloyma europeiskir TV-
hyggjarar aldrin. Tey allar
flestu programm vórðu heilt
strikaði, og vit hyggjarar
sluppu at fylgja við í verðsins
higartil størstu fest líka til
tann ljósa morgun. Næstan
eingin eysturberlinari undir
28 ár hevði nakrantíð sæð
Kurfürstendamm, og nógv
løgdu seg á knæ, meðan onnur
grótu, tá ið tey fyrstu ferð
settu fótin á ta ævintýrligu
skreytgøtuna. Hetta kvøldið
vórðu
afturlatingartíðirnar
suspenderaðar, og fólk skemt
aðu alla náttina. Tað, sum
síðani er hent, er ein heilt
onnur søga, men ta søguna,
kenna vónandi tey flestu.
Europa og meginparturin
av verðini hevur ongantíð
líkst sær sjálvum, aftaná
Berlinmúrin. Í dag er hann
bara eitt andstyggiligt minni
um eina beiska eftirkríggstíð,
men vit hava øll fingið ein
heilt øðrvísi gerandisdag, tí
at Berlinmúrurin fall. Kortini
eru í Berlin enn andilig minni
um múrin, og sum berlinarar
taka til, so tekur tað longri
tíð at beina fyri ”Der Mauer
im Kopf”. Annars setti tann
søguliga hendingin ferð á eina
dominoeffekt, sum fekk alt tað
kommunistiska Eystureuropa
til at kollapsa, men tað er so
aftur ein heilt onnur søga.
Fyri teir ungu europ
earar, sum ikki hava upp
livað Tað kalda Kríggið eru
hendingarnar við Branden
burger Tor tann 9. november
í 1989 reelt at samanbera við
eitt ”ár null”, tí tá fekk alt teirra
ættarlið eitt nýtt perspektiv,
eina fundamentalt øðrvísi
framtíð, enn nakar av okkara
ættarliði
hevði
torað
at
droymt um.
Frásøgan um Berlinmúrin
er ein so altavgerandi táttur
í europeiskum politikki, at
skúlar í flest-øllum europeisk
um londum hava hildið tað
verið neyðugt at hava Berlin á
skránni sum fast pedagogiskt
tiltak m.a. av preventivum
politiskum grundum. Tí øll
mugu vit royna at læra av tí
turbulentu eftirkrígstíðini.
Nógvir skúlar hava ofta
pedagogiskan dag um Berlin,
aðrir hava vikutiltøk, meðan
onkrir skipa fyri beinleiðis
ekskursiónsferðum til býin.
Fyri tey, sum hava ráð til tað,
er hetta tann besta undir
vísingin, tí onga aðrastaðni
í verðini, burtursæð frá tí
antikka Rom, er politiska
søgan so livandi tilstaðar,
sum hon er í Berlin. Tað eigur
at vera ein fastur táttur hjá
studentaskúlanæmingum
og kanska serliga journalista
næmingum at vitja tann
týska høvuðsstaðin fyri at
erkenna søguna og dubba seg
til politiska formidling. Vit
eru øll, men serliga tað unga
ættarliðið í stórari søguligari
skuld til tey djørvu fólk,
sum við friðarligum trýsti
noyddu teir kommunistisku
tyrannarnar at lata MÚRIN
upp tað ógloymiliga hós
kvøldið í november 1989.
Nú hoyrist aftur um fíggjar
ligt skrædl og ringar tíðir.
Er tað ikki í veruleikanum
manglandi ella eingin polit
isk stýring? Og hví er tað
soleiðis? Gongur politikkur
bert út upp á kompromiir?
Almennu útreiðslur og
lánibyrðar eru í fer við at
koppa fleiri vestanlond. Og
Føroyar liggja ikki aftanfyri
nøkur av hesum samfeløgum,
hóast vit eru eitt pinkuland
sum burdi verið lætt at stýrt.
Men tað liggur yvaleyst
okkurt undarligt aftanfyri
skrævuna, soleiðis at sterkir
politiskir leiðarar ikki fáa
høvdið fyri seg.
Í
tí
privatu
vinnuni
merkir at rationalisera: "At
eitt arbeiði ella framleiðsla
verður meiri effektiv, soleiðis
at útreiðslurnar uppá hvørja
framleiðslueind kann mink
ast". Í tí almenna sektorinum
kann hettar ikki merkja tað
sama. Har verður tosað um
rationaliseringar ár undan
árið,
meðan
útreiðslurnar
eru eksploderaðar. Ár 2000
kostaði tað føroyska sam
felagið at reka 3.166 mill. kr.
Í 2009 kostaði tað 5.223 mill.
kr. Framleiðslan hevur ongan
verðins møguleika at fylgja við.
Hvar fer allur hesin peningur?
Til rationaliseringar???
Skilamaðurin
Thomas
Arabo førdi herfyri fram í
bløðunum um skeivleikan
við at velja Formyndara
føroyar heldur enn eitt Hug
skotføroyar. Og at lógir og
reglir bert verða umsettar/
kopierarar úr donskum og
í kjalarvørrinum av hesum
fylgir ein øgilig útreiðsla og
umsiting. Er hettar neyðugt?
Verður ikki ein óneyðugur
tørvur skapaður?
Danmark og Føroyar eru
hvør sítt samfelag. Hví skulu
vit tá draga danskar reglur
og lógir hendanvegin sum
eru fullkomiliga óneyðugar?
Tað er yvaleyst ein av for
kláringunum uppá hendan
eksplosiva útreiðsluvøkstur
av samfelagnum. Danmark
hevur verðinsrekord í almenn
um lønarútreiðslum. Næstan
20% av BTÚ. Næstur liggur
Svøríki. Almennu lønarút
reiðslurnar í DK skulu fella
við heilum 50 mia. kr. fyri
at liggja á sama støði sum
Svøríki. Er hattar nakað at
kopiera fyri Føroyar? Og
hvør skal gjalda hettar uttan
skattur og avgjøld?
Ein danskur tíðindamaður
skrivaði í einari "klummu"
at danskar fyritøkur fluttu
arbeiðir
til
láglønarlond,
og fyri at suplera upp fyri
hesum seta politikarnir fleiri
almenn lønt fólk fyri síðani at
seta skattin upp fyri at kunna
gjalda lønirnar. Er hettar ikki
ein óndur sirkul sum Føroyar
eisini eru endaðar í?
Nú uppundir val dregur
onkur bruttuskatt ella okkurt
líknandi á breddan. Hettar er
sami flokkur sum hevur sitið
við valdi hesu seinastu nógvu
árini. Hví hava teir ikki broytt
skattalógina meän teir sót
við valdi? Nú er lønarlagið
vorðið so forkvakla av skatti,
mvg og avgjøldsbyrum at tað
skal annað til at upprætta
støðuna. Ein reformur av
øllum samfelagnum.
Kom mær til hugs at eg má
hava fullkomiliga misskilt
liberalan/borgarligan politik
frá ungum av. Í Danmark
hevur í mong ár streymurin
av fólki farin í almenn
arbeiðir. Ringast var meðan
Anders Fogh sat við ræði.
Sama skili hevur verið í
Føroyum. Mitt í 90-unum
var ein danskur byrokratur
settur av einum sambands
løgmanni at byggja eina
nýggja fyrisiting upp. Úrslitið
talar fyri seg. Og tá ein
fólkafloksløgmaður kom til
fóru útreiðlurnar til himmals.
Árini aftaná oystu teir fólk
inn í almenn arbeiðir. Hvør
leivd av tómum bygningum í
Havnini varð stappaður upp
við fólki. Útreiðslurnar av
sokallaðu miðfyrisytingini
hækkaðu frá 1998-2003 við
351 mill. kr.
Vinstra, høgra, borgarlig
ur, liberalur, sosialur, sam
band, loysing. Alt ein orða
vavstur.
Vit eru ikki 50000 fólk
í Føroyum. So vælsignaðir
skapið okkara egnu fortreytir
fyri at búgva og liva í hesum
landi.
Norðanfyri Fyllabank í
Vesturgrønlandi 22.08.
Sjúrður Jacobsen
Skapið okkara egnu fortreytir fyri
at búgva og liva í hesum landi
Gjald fyri valgreinar
Frá í dag av fer Sosialurin at taka pengar fyri valgreinar.
Prísurin fyri valgreinar er hálvur lýsingarprísur fyri svart/hvítar lýsingar.
Blaðstjórnin ger av, hvørjar greinar eru valgreinar.
Blaðstjórin