mánadagur 29. august 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. august 2011 · Nr. 99
26
Sosialurin
Kjak
Jacob Vestergaard
Eg undraðist stórliga, tá eg
hoyrdi tíðindini frá vitjanini
hjá danska uttanríkisráð
harranum, Lene Espersen, í
Føroyum.
Tað er náttúrligt, at danski
uttanríkisráðharrin og løg
maður umrøða aktuel mál,
herundir makrelmálið, men
talan eigur ikki at verða um
annað enn umrøðu.
Tað var heilt týðuligt, at
danski uttanríkisráðharrin
gekk ørindir fyri donsk og
ES seráhugamál í makrel
málinum, og hevði fingið til
uppgávu, at trýsta føroyingar
at undirskriva eina avtalu
í heyst, ella sum tað ljóðaði
í útvarpinum: “Skal helst
loysast ella verið komið væl
áleiðis,
áðrenn
Danmark
yvirtekur formansskapin í
ES 1. januar 2012”.
Serliga tíðindini í útvarpi
num
leygarkvøldið
vóru
órógvandi.
Undir
yvir
skriftini: “Danski uttanríkis
ráðharrin, Lene Espersen
og Kaj Leo Johannesen,
løgmaður, hava lagt eina
ætlan, hvussu Føroyar skal
sleppa úr makrelósemjuni”,
greiður danski uttanríkis
ráðharrin frá, hvussu hon
og løgmaður hava avtala,
hvussu “Danmark skal hjálpa
Føroyum at koma burturúr
makrelósemjuni”.
Danski
uttanríkisráð
harrin hevur í øllum førum
eina greiða fatan av, at hon
hevur gjørt eina avtalu við
løgmann um, “hvussu gongdin
í makrelmálinum skal verða
næstu mánaðirnar”.
Løgmaður hevur kunnað
meg
um,
at
tíðindini
í
útvarpinum eru villeiðandi,
tí hann hevur onga slíka
avtalu gjørt við danska uttan
ríkisráðharran, Lene Esper
sen. Hetta ljóðar sannlíkt, tí
løgmaður hevur, mótvegis
øðrum sambandsmonnum,
tikið fult undir við føroyska
kravinum og ásetingini av
føroyskari makrelkvotu.
Løgmaður má tí beinan
vegin avsannað tíðindini í
útvarpinum leygarkvøldi, og
rættleiða danska uttanríkis
ráðharran, Lene Espersen,
so ongin, hvørki føroyingar
ella Danmark og ES ivast
í, hvør okkara støða er í
makrelmálinum.
Hvørki danski uttanríkis
ráðharrin ella danski mat
vøruráðharrin hava nakað
sum helst við føroysku makrel
samráðingarnar at gera, og
mugu á ongan hátt dragast
inn í samráðingarnar.
Danir
hava,
eins
og
onnur ES-lond, síni serligu
áhugamál at røkja í makrel
málinum, áhugamál, sum á
ongan hátt samsvarað við
føroyska kravið um størri
kvotapart. Tí mugu danir fáa
somu greiðu boð sum ES, at
føroyingar fegnir vilja gera
eina avtalu um makrelin,
tá vit fáa okkara rættvísa
kvotapart.
Tað tekur vanliga drúgva
tíð at fáa slíkar avtalur
uppá pláss. Tað hava vit sæð
bæði viðv. sildini og svart
kjaftinum. Vit eru miðskeiðis
í einari tilgongd, har vit við
fiskiskapi og vísindaligum
kanningum, skulu undir
byggja okkara krav, og tí
hava vit ikki størri skund
enn nakar annar, at gera eina
nýggja makrelavtalu.
Tá
danski
uttanríkis
ráðharrin, vegna ES, loyvdi
sær at draga onnur mál inn
í makrelsamráðingarnar, so
sum møgulig handilstiltøk
og samráðingar um nýggjan
handilssáttmála, átti løgmað
ur at átala framferðina hjá
ES.
Samráðingar
ímillum
framkomin lond eiga ikki at
fara fram undir háttanum,
og hetta átti danski uttan
ríkisráðharrin greitt at fingi
at vita frá løgmanni.
Samráðingar um nýggja
handilsavtalu hava onki við
makrelsamráðingarnar
at
gera, men tá danski uttan
ríkisráðharrin loyvir sær at
tengja hesi málini saman, átti
løgmaður at tikið hana uppá
orðið, og kravt samráðingar
um nýggja handilsavtalu
beinan vegin. ES og Danmark
vilja jú hava makrelmálið
loyst í heyst.
Eg veit av góðum grundum
ikki hvat hevur gingið fyri
seg á fundinum ímillum
danska uttanríkisráðharran
og løgmann, men tað er sera
óheppið, um partarnir hava
ymiska fatan av, hvat teir
hava avtala á fundinum.
Hesum má greiða fáast
á beinan vegin, tí er avtala
gjørd um at danski uttan
ríkisráðharrin
og
danski
matvøruráðharrin
skulu
“hjálpa” føroyingum at koma
burturúr
makrelósemjuni,
fara vit fleiri ára-tíggju aftur
í tíðina, tá danir tóku sær av
øllum okkra samskifti við
útheimin, eisini fiskivinnu
samráðingum.
Er tað veruliga støðan,
hava vit lorkað makrelmálið
av hondum.
Avtalan millum løgmann og
uttanríkisráðharran
Hvat hava løgmaður og danski uttanríkisráðharrin avtalað um makrelsamráðingar?
Vit hava í okkara landið
sera
nógvir
útlendingar,
ella ný- føroyingar, men
tey hava tíverri ikki sama
rætt til at læra um føroysk
samfelagsviðurskifti, mentan
og søgu, sum vit kenna aðra
staðni frá og vit hava ongan
skipaðan politikk á økinum.
Eg fari í næstum, at
leggja uppskot fram fyri
Tórshavnar kommunu, um
at útlendingar sum búgva og
arbeiða í Tórshavnar komm
unu, skulu fáa høvi at læra
um føroysk viðurskifti t.e.
mentan og søga .
Sum nú er ber til, at fáa
undirvísing á Tórshavnar
kvøld og ungdómsskúla í
føroyskum fyri tilflytarar og
tað er at frøast um.
Men her vantar skipan og
greiður politikkur á økinum,
bæði frá land og kommunu.
Men tað er ikki bara í Tórs
havn, at vit hava nýføroy
ingar. Her eiga land og komm
unur at skipað ein felags
politikk fyri allar nýføroy
ingar og allar Føroyar.
Sum nú er, hava vit fleiri
útlendingar sum búgva og
arbeiða í Føroyum og serliga
her í høvuðsstaðnum, men
teir hava ikki somu rættind
um sum øll onnur.
Aðrastaðni rundan um
okkum, hava bæði land og
kommunur orða ein politikk
um integratión. Men enn
hava vit í Føroyum:
1. onga útlendingalóg
2. onga integratiónslóg
3. onga integratiónsætlan
4. ongan politikk á økinum
Hetta er púra burturvið
og má rættast uppá frá
politiskari síðu. Vit hava øll
krav uppá líkarætt og somu
rættindir í Føroyum.
Eg havi sjálvur arbeitt í
fleiri ár hjá Danska Reyða
Krossi, “asyl afdeling”, við skip
aðum integratión politikki,
har møtið millum 2 mentanir
vóru/eru høgt raðfest.
Nú er fínur møguleiki, at
gera okkurt við hetta málið,
soleiðis at øll eru líka stillaði
her í Føroyum.
GG. Lat meg enda við at
endurgeva hetta frá einari
ritgerð hjá mær um integratión
“ At føle sige udenfor er svært
– at være udenfor er værre”
Vit skulu hava ein integratións
politikk í Føroyum!
Levi Mørk
Javnaðarflokkurin
Hallur Ellingsgaard sigur í Dimmu í gjár, at tey, sum
valdu meg á ting, ikki fingu tað, tey valdu. »Sjúrður
Skaale orkaði ikki at bera frælsisskjøldurin longur«,
sigur hann.
Eg skal hava »kapitulerað«, tí »royndin, at fáa
Tjóðveldi at seta donsku grundlógina og heimastýris
lógina oman fyri stjórnarskipanina miseydnaðist«.
Kanska Hallur kundi greitt frá, nær og hvussu eg
havi roynt at gjørt hetta. Tí eg kenni einki til tað.
Men eg kenni til, at uppskotið til føroyska
grundlóg varð forkomið, so vit ikki hava annað
formligt rættargrundarlag enn danska grundlóg og
heimastýrislóg.
Og eg ivist í, um tey, sum forkomu uppskotinum,
gjørdu tað, sum teirra veljarar ynsktu.
Sjúrður Skaale
Til Hall
Ellingsgaard
Gjald fyri valgreinar
Frá í dag av fer Sosialurin at taka pengar fyri valgreinar.
Prísurin fyri valgreinar er hálvur lýsingarprísur fyri svart/hvítar lýsingar.
Blaðstjórnin ger av, hvørjar greinar eru valgreinar.
Blaðstjórin