Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-29, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. august 2011síða 38

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 35 l 29. august 2011 6 Tíðindi 70 prosent eru kvinnur Faroe Fitness hevur tær nýggjastu og mest framkomnu maskinurnar til viðskiftafólkini. - Vit hava hjálpt nógvum fólkum at tapa seg og fáa eitt betri lív, sigur ein av stigtakarunum til Faroe Fitness, Jana Ejdesgaard Thomsen (uttast vinstrumegin) Vikan ið fór Sjúrður valdi Javnaðarflokkin Mánadagin kunngjørdi Sjúrð­ur Skaale, at hann nú er part­ur av tingbólkinum hjá Javn­að­ar­flokk­i­ num, og at hann fer at stilla upp til fólk­a­tings­val­ið fyri Javnaðarflokkin. Alt eft­ir hvussu úrslitið verður tað, tek­ur hann støðu til, um hann eis­ini stillar upp til løgtingsvalið. Nú er so greitt, at fólkatingsvalið verð­ur áðrenn løgtingsvalið. Føroysk kostráð bjarga mannalívum Ein kanning av føroyingum hevur ført til, at tilráðingin í sambandi við deyð­i­ligu sjúkuna GSD er broytt. Kostvanar eru rætt og slætt heilivágur móti GSD, siga gransk­ arar út frá gransking av føroyskum sjúkl­ing­um. Valið verðu 15. september Fríggjamorgunin klokkan 10 kunn­ gjørdi Lars Løkke Rasmussen um­ síð­ir, at fólk­a­tingsval verður í Dan­ mark, Før­oy­um og Grønlandi 15. sep­tem­ber. Seinastu kanningarnar geva and­støð­uni greiðan meirluta, 95 sess­ir, meðan stjórnin bert fær 80. Býtið í Føroyum og Grønlandi er nú 3-1 til Thorning. Tann sum fyrstu ferð vitjar hesa venj­ ing­ar­miðstøðina í Djóna í Geilsgøtu 5, gerst beinanvegin greiður um, at her verð­ur satsað uppá góðsku og væl út­ bún­ar instruktørar og starvsfólk. Í øllum venjingarhølunum eru nýggj­ar og sera fram­kom­n­ar mask­in­ur til tey vitjandi. Og tá er líkafeitt um tey eru ung ella eldri; kvinnur ella menn; roynd ella ó­roynd; tjúkk ella kløn. Tað er eins og Far­oe Fit­ness hev­ ur lagt seg eftir einum á­vísum mál­ bólki, sum í stór­an mun eru kvinnur - ella at hesar kvinnur hava valt hetta sum sítt stað at íðka og venja. - Støð­an er faktisk hon, at millum 60 og 70 % av okkara limum eru kvinnur. Av teim­um eru rættiliga nógvar í mín­ um aldri, staðfestir 49 ára gamla, Jana Ejdes­gaard Thom­sen, ið er ein av stig­tak­ar­un­um í Faroe­Fit­ness. Júst hetta við »fitn­ess« hev­ur ver­ ið ein stór­ur part­ur av henn­ara lívi, har hon eis­ini hev­ur nom­ið sær aðr­ar við­kom­andi út­búgv­ing­ar, ið hóska væl sam­an við ein­um starvi sum in­struk­tør­ur á hes­um staði. Nú fel­agið er farið um tað fyrsta ár­ ið, hava tey sum longu nevnt eitt ser­ stakt til­boð sum er gald­andi henda mán­að­in út. Og fyri at vísa á­hug­að­um á um­støð­ur­nar og út­gerð­ina verð­ur op­ið hús í Far­oe Fit­n­ess í mor­g­in, týs­ dag­in 30. august. Í dag er júst eitt ár lið­ið, síðani Faroe Fit­ness lat upp í nýggj­um hølum í Havn. Í hesum sam­ bandi hava tey eitt gott tilboð - tríggj­ ar mánaðir venj­ing fyri 1200 krón­ ur, umframt ein mán­að ókeypis Vegurin Langi · Hoyvík · Tel 353040 · Fax 353041 Við Borðoyavík · Klaksvík · Tel 473040 · Fax 473041 T-postur: rs@reyniservice.fo · www.reyniservice.fo