Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-29, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. august 2011síða 46

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 35 l 29. august 2011 14 vodafone Vilmund Jacobsen Torført er at halda skil á øllum tí tøkniliga, tí menningin fer fram við øgiligari ferð. Vit hoyra eitt nú um Smart­phones, iPhones, Android, Apps, 3G, GPRS, GPS, GSM, og WiFi. VikuBlaðið hevur tí tosað við Arnold Jacobsen, handilslærling í Voda­fone um smarttelefon-rákið, ið herjar landoddarnar í løtuni. Hann sigur, at tá talan er um smart­telefonir, eru tað serliga Android og iPhone, ið gera seg galdandi á markn­aðinum – iPhone 4 frá Apple, sum signalerar ein lívsstíl og Android, sum signalerar »nørdin«, sum Arnold tekur til. Hann vísir á, at hesar telefonir hava tó eitt til felags. – Umframt at kunna alt tað vanliga við at smsa og ringja, kanst tú eisini fara á netið, senda teldupost, fara á facebook, netbankan og annað. Tú fært apps, ið kunnu alt millum himmal og jørð. Umframt apps, ið eru spøl, so fært tú eisini apps, ið eru meiri gagn­lig, eitt nú Maps og DMI. Hetta gevur einum og hvørjum møguleika at gera sína telefon meiri persónliga, tí tú kanst avgera, hvat tú hevur á tíni telefon. Álvari og gaman Arnold Jacobsen vísir á, at smart­tele­ fonin er bæði til álvara og gaman. – Hetta sæst við eini ørgrynnu av spølum, sum fáast til hesar telefonir. Kendasta spælið í løtuni er uttan iva Angry Birds, ið snýr seg um nakað so einfalt sum at skjóta smáar fuglar eftir feitum grísum. Hann sigur, at hóast endamálið ljóðar heldur einfalt og fjákut, so hevur spælið rúnarbundið børn og vaksin í tímar. Talan hevur enntá verið um at gera ein film, sum byggir á spælið. Arnold heldur, at torført er at siga, hvat er betri, Android ella iPhone. Men Smartar fartelefonir – til álvara og gaman Mynd: Jens Kristian Vang Tá talan er um smart- telefonir eru tað serliga Android og iPhone, ið gera seg galdandi á marknaðinum – iPhone 4 frá Apple, sum signalerar ein lívsstíl og Android, sum signalerar »nørdin« Fyri fáum árum síðan brúktu flestu fólk fartelefonina til at ringja og senda sms-boð við. Men við menningini av tøknini komu eisini nýggir møguleikar. Í dag hevur tú telefon, teldu og GPS’ara – alt í einum, eins og tú hevur sokallaðar apps til eitt hvørt endamál. Hetta minnir ikki sørt um Le Megaphone í sjónvarpslýsingunum – Smarttelefonir eru komnar fyri at vera, og tú kanst akkurát tað sama venja teg við hesar. Um heilt fá ár verður tað gamla slagið ikki at síggja meir, sigur Arnold Jacobsen, lærlingur hjá Vodafon