Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-29, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. august 2011síða 47

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 35 l 29. august 2011 15 vodafone dámar tær reina stílin hjá Apple, er iPhone avgjørt telefonin til tín. Hon er vakurt sniðgivin, er løtt at handfara og tekur góðar myndir, ið kunnu deilast á netinum næstan samstundis, sum tú tekur tær. Android gevur tær hinvegin »funktunalitetin«, ið hevur eyðkent Google frá byrjan. – Hetta er fyritøkan, ið hevur givið okkum eina leitiskipan, Gmail, Maps, Street View, og sum tað nýggjasta Google+, ið hevur bjóðað facebook av sum sosialur miðil. Við Android hevur tú allar hesar tænastur tøkar og hevur tað optimala samanspælið millum hesar. Gamla slagið burtur Tá vit spyrja Arnold Jacobsen, hvussu hann heldur, at framtíðin sær út innan fartelefonir, er svarið: – Framtíðin sær út til bara at innihalda smarttelefonir. Tær hava lyft fartelefonirnar upp á eitt hægri støði, so tað verður spennandi at síggja menningina í hesi vøru. Hesar tele­ fonirnar hava broytt brúksmynstrið nógv hesi seinastu árini, og vit síggja, hvussu stóra ávirkan tær hava. Hann leggur aftrat, at telefonirnar hava verið ógvuliga dýrar, og flestu eru tað enn, men nú eru vit farin at síggja bíligari útgávur. – Hetta hevur við sær, at tele­fon­ irnar røkka einum størri skara við tað, at tær geva øllum møguleika at eiga eina smarttelefon. Tær eru komnar fyri at vera, og tú kanst akkurát tað sama venja seg við hesar nýggju telefonirnar, tí um heilt fá ár verður tað gamla slagið ikki at síggja meir, sigur Arnold Jacobsen, sum er lær­ lingur hjá Vodadon. vilmund@sosialurin.fo • Koyra fleiri forrit samstundis • Skíggin kann tilpassast og hava sonevndu widgets klár • Android Market hevur yvir 250.000 applikatiónir • Android er open-source • Koyra fleiri forrit samstundis • Skíggin kann tilpassast og hava sonevndu widgets klár • Android Market hevur yvir 250.000 applikatiónir • Android er open-source • Angry Birds • DMI • Dragon, Fly! • Bubble Blast 2 • Angry Birds Rio • Angry Birds • Viper • DropBox • Premier League • Remote Hvat kann ein Android- telefon Hvat kann ein iphone- telefon Top 5 apps Android Top 5 apps iPhone Android gevur tær »funktunalitetin«. Við Android hevur tú allar tænastur tøkar og hevur tað optimala samanspælið millum hesar Mynd: Jens Kristian Vang