Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-29, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. august 2011síða 58

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 35 l 29. august 2011 26 Vikutema Heystferia TEL 34 59 00 · WWW.SMYRILLINE.FO MEG MINNIST… Ein perla av einum túri. Hetta er túrur nummar tvey í røðini. Á túrinum siga Mortan hjá Andriasi og Adelborg Linklett frá søgum og hend ing um úr gomlum døgum, umframt at Jens Eli Ellefsen eisini fer at undirhalda við tónleiki. Leið in gongur hesaferð til Íslands. FYRI HVØNN KR. 1.895 í deildum 4-koyggjukamari Jens Eli Ellefsen Adelborg Linklett Mortan Johannesen 12. - 15. SEPT. MEG MINNIST… www.smyrilline.fo/meg-minnist Íroknað: 3 x morgunmatar- buffet + 2 x kvøldarbuffet AUG. OKT. DES. FEB FEB. SEPT. NOV. JAN. MARS Vilmund Jacobsen Mánadagin hin 12. september fer Norrøna til Íslands á túrin, sum verður róptur »Meg minnist«. Hetta er annar túrurin í røðini, sum Smyril Line ger eftir hesum konseptinum í ár. Skipið kemur til Seyðisfjarðar týs­ morgunin klokkan 9 og siglir aftur haðani mikukvøldið 14. september klokk­an 20. Norrøna liggur soleiðis hálvt annað samdøgur á Seyðisfirði, og í Ís­landi verða eisini útferðir. Umborð verður sagt frá søgum og hendingum úr gomlum døgum. Fýra kend andlit verða við Norrønu á ferðini til Íslands, Jens Eli Ellefsen, sum eisini fer at undirhalda við tónleiki, Mortan Johannesen, Mortan hjá Andriasi, Adelborg Linklett og staðkendi ferðaleiðarin Tóra Tóroddsdóttir. Staðkendur ferðaleiðari Tóra Tóroddsdóttir, sum er uppvaksin á eysturlandinum og er gift Martini Næs, verður ferðaleiðari á tveimum út­ferðum í Íslandi. Hin fyrra útferðin verður morgunin eftir, at Norrøna er komin til Íslands, og tá koyrir bussur til heitu keldurnar og økið við Mývatn. Eisini verður spákað ein túr í náttúruni, sum er ser­ merkt við mongum eldgosum gjøgn­ um tíðirnar. Um kvøldið, tá fólk eru komin aftur av útferð, verður buffet umborð á Norrønu. Íslendingasøga Seinna útferðin verður mikudagin, 14. september, tá farið verður til Skriðu­ klaustur í Fljótsdali, sum var eitt munka­klostur frá 1493 til trúbótina og kirkja fram til 1792. Seinni hava fleiri kend fólk havt bústað her, eitt nú ís­lendski rithøvundurin, Gunnar Gunnarsson. Eisini verður koyrt ein stuttan túr niðan á hálendisoyðuna, har Tóra Tóroddsdóttir fer at greiða frá eini gamlari – men forvitnisligari – ís­lend­ inga­søgu. Um kvøldið verður aftur buffet, og seinni fer Mortan Johannesen at siga frá, og felagssangur verður við Jens Eli Ellefsen. Nøkur pláss eftir Á Smyril Line siga tey, at pláss er bert fyri 150 fólkum til útferðirnar í Íslandi, og longu hósdagin í farnu viku høvdu 120 fólk teknað seg til Íslandstúrin. – Hesin túrur er ógvuliga populerur og selir væl, og tí mugu fólk, sum ætla sær við til Íslands hendan túrin, bera skjótt av, siga tey hjá Smyril Line. vilmund@sosialurin.fo Skjótt er útselt til »Meg minnist« Smyril Line ger eina perlu av einum túri til Íslands í heyst. Hetta er túrurin »Meg minnist«, har Jens Eli Ellefsen, Mortan Johannesen (hjá Andriasi), Tóra Tóroddsdóttir og Adelborg Linklett eru við á ferðini Tey trý, Jens Eli Ellefsen, Mortan Johannesen og Adelborg Linklett, fara at seta sín dám á ferðina ”Meg minnist” hjá Norrønu til Íslands í døgunum, 12.-15. september