Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-29, síða 59
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. august 2011síða 59

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 35 l 29. august 2011 27 Heystferia Vikutema kunning Vilmund Jacobsen Norrøna fer av Havnini á heystcruise hóskvøldið hin 13. oktober klokkan 21 og er aftur í Havn mánamorgunin, 17. oktober klokkan 05. Tað merkir, at fólk, sum fara á hesa heystcruise- ferð hjá Smyril Line, bara missa ein yrkadag, sum er fríggjadagin – og eru í góðari tíð aftur mánamorgun. Tað, sum er øðrvísi við hesum túr­ inum til Danmarkar, er, at Norrøna steðgar í Hirtshals í átta tímar, og tí hava fólk rímiliga góða tíð í landi. Smyril Line hevur buss, sum koyrir beinleiðis til Ålborg, har Ålborg Stor­ center hevur langan leygardag. Steðg­ að verður eisini í Bilka, sum liggur beint uttan fyri Ålborg. Egnan bil við Á Smyril Line siga tey, at fólk, sum koma við á heyst cruiseferð, eisini kunnu hava egna bil við og soleiðis kunnu brúka tímarnar, tey eru í landi, sum tað passar teimum best. – Nógv samband er millum Føroyar, Hirtshals, Skagen og nærumhvørvi har uppi í Danmark, og tí er hetta eisini eitt gott høvi at vitja familju ella vinir. Á Smyril Line vísa tey á, at í Hjørring, sum liggur umleið eitt korter í bili úr Hirtshals, eisini hevur Metro­ polen, sum eisini er eitt handilssentur, umframt at miðbýurin í Hjørring er ógvuliga hugnaligur. – Hetta er ein sertúrur, har vit hava lækkað prísirnar, siga tey á Smyril Line. Undirhald og bingo Leggjast kann aftrat, at Laura Olsen, sum býr í Rituvík, fer at skipa fyri bingo umborð á Norrønu á ferðini, har hon fer at seta sín serstaka dám á. Nógvir og góðir vinningar verða at vinna. Bingo verður í nýggju Saga-kaféini, har eisini møblarnir eru nýggir. Á heyst cruiseferðini verður livandi tónleikur umborð á Norrønu, har Eyðun og Terji fara at undirhalda í Naust-barrini. vilmund@sosialurin.fo Heystcruise við Norrønu Í døgunum, 13.-17. oktober, ger Smyril Line eina heystcruise til Danmarkar, har steðgað verður í Hirtshals í átta tímar. Í Danmark verður skipað fyri beinleiðis bussferð til Ålborg. Steðgað verður í Ålborg Storcenter, sum hevur langan leygardag – og í Bilka. Høvið verður eisini at hava bil við á hesum túrinum TEL 34 59 00 · WWW.SMYRILLINE.FO HEYST CRUISE Njót eina snarferð saman við vinunum ella tínum kæra. Vit steðga 8 tímar í Danmark, so tú hevur góða tíð at shoppa. Bussur koyrur beinleiðis til Aalborg og steðgar við Bilka. Tú kanst eisini taka tær av løtt um og ístaðin spáka tær ein túr í hugnaliga býnum Hirtshals. Møguleikarnir eru nógvir. FYRI HVØNN KR. 1.250 í deildum 4-koyggjukamari Eyðun & Terji Barnaundirhald 13. - 17. OKT. HEYST CRUISE www.smyrilline.fo/heyst-cruise Íroknað: 1 x morgunmatar- buffet + 1 x kvøldarbuffet AUG AUG UG AUG. AUG UG UG UG AUG. AUG. G AUG. AUG. UG OKT OKT OKT OKT OKT. OKT OK OKT O T OKT OKT. OKT. OKT OKT. KT DE DE DES DES. DES. S D . FEB FEB. B. FEB. F B SEPT SEPT SE SEPT PT SE SE S T. NOV. NOV. NOV. NOV. V. V NOV JAN. JA JA JAN JA JA JAN. AN. N. JA JAN. JA JAN AN AN MARS Í heystcruise við Norrønu kunnu fólk vitja Ålborg Storcenter og Bilka, men høvi er eisini at hava egnan bil við