Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-29, síða 60
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. august 2011síða 60

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 35 l 29. august 2011 28 Heystferia Vikutema kunning Vilmund Jacobsen Smyril Line bjóðar nú føroyingum at halda heystfrí í nútímans frítíðar­ deplum í Norðurjútlandi. Ein annar møgu­leiki er ein frítíð í summarhúsum, har felagið hevur nógv hús í sínum út­ boði. Felagið hevur seinnu árini fingið góðar seravtalur við danskar frítíðar­ veitarar. Í faldara, sum felagið hevur gjørt, hevur Smyril Line sett trý tilboð saman, sum øll hava hvør sínar dygdir. Hetta eru kendu frítíðarstøðini, Skallerup Klit, Blokhus og Ebeltoft. Men møguleikarnir í Norðurjútlandi eru nógvir, og á Smyril Line eru tey altíð til reiðar at hjálpa viðskiftafólki at velja júst tað frítíðarstaðið, sum fólk ynskja sær. Bíligari um heystið Stutt og ómakaleyst er at koyra úr Hirtshals til fleiri av frítíðardeplunum, sum í fleiri førum liggla tætt oman móti Vesturhavinum. Eisini í Hirtshals, har Norrøna kemur og í Skagen, sum liggur norðast, eru kend frítíðarstøð. – Tað er bíligari at ferðast um heystið enn um summarið, og á fleiri frítíðar­deplum eru fasilitetirnir við vatn­landi og ymiskum frítíðar­ aktivitetum so góðir, at veðurlagið nýtist slett ikki at órógva frítíðina. Á Smyril Line siga tey, at um fólk í staðin fyri at ferðast til frítíðardeplar heldur vilja búgva meiri privat í summar­húsum, er tað heldur eingin trupul­leiki, tí felagið hevur fleiri summar­hús í sínum útboði. – Vit vilja hjálpa og vegleiða okkara viðskiftafólkum í valinum – antin talan er um nútímans frítíðardeplar ella summarhús, leggur felagið aftrat. Byrjar umborð Á Smyril Line leggja tey eisini stóran dent á gera ferðina við Norrønu sum hugnaliga sum gjørligt. – Vit vilja ógvuliga gjarna skipa so fyri, at ferðin ikki byrjar, tá fólk hava sett viðføri frá sær á frítíðarstøðunum ella í summarhúsunum. Vit vilja, at frítíðin byrjar umborð á Norrønu – og at Norrøna ikki bara er ein flutningur frá a til b, sum tey taka til. Heysttilboðini hjá Smyril Line byggja á, at gist verður í Danmark í sjey nætur, men ferðin tilsamans varar í 10 dagar. – Vit vilja, at allir 10 dagarnir er frítíðin hjá familjuni. Hetta er tíðin, sum familjan hevur saman. Umborð á Norrønu eru tey fyri­ reikað til at taka ímóti teimum ferð­ andi – við góðari tænastu, góðum mati og undirhald, bæði til børn og vaksin. – Vit føla, at vit nú duga betri at skapa undirhald – eisini fyri børnini, og vit hava fingið nógv rós fyri hetta. Fleiri bíleggingar Á Smyril Line siga tey, at bókingarnar í heyst eru fleiri enn undanfarna ár. – Vit síggja eitt stórt potentiali við heystinum, og vit vilja fegin bjóða fólki, sum umhugsa eina heystfrítíð uttan­lands, okkara tilboð – júst so­ leiðis, sum fólk vilja hava tað, siga tey á Smyril Line. vilmund@sosialurin.fo Njótið heystfrítíðina í Danmark – Fólk kunnu velja at búgva í nútímans frítíðardepli við nógvum ymiskum møguleikum – ella tey kunnu velja at búgva meiri privat í summarhúsum. Vit vilja fegin hjálpa familjum at finna júst tað, sum teimum tørvar, sigur Smyril Line TEL 34 59 00 · WWW.SMYRILLINE.FO Njót heystfrítíðina í nýmótans feriudeplum í Norðurjútlandi. Vit hava sett 3 tilboð saman, sum øll hava hvør sínar dygdir. Harumframt hava vit hópin av øðrum møguleikum, og hjálpa tær fegin at fi nna júst tað, tær tørvar. Smyril Line hevur seinastu árini fi ngið góðar seravtalur við danskar frítíðarveitarar – tí lønar tað seg altíð at keypa innivist saman við ferðini. FRÁFERÐ 6. OKT. HEIMFERÐ 15. OKT. HEYSTFRÍ Í FRÍTÍÐARDEPLI AUG. OKT. DES. FEB. SEPT. NOV. JAN. MARS Ebeltoft: 2 vaksin + bil úr kr. 7.590 SeaWest: 2 vaksin + 2 børn + bil úr kr. 9.895 l Blokhus: 2 vaksin + 2 børn + bil kr. 7.895 - - – Tað er bíligari at ferðast um heystið enn um summarið, og á fleiri frítíðardeplum eru fasilitetirnir við vatnlandi og ymiskum frítíðaraktivitetum so góðir, at veðurlagið nýtist slett ikki at órógva frítíðina, sigur Smyril Line