mánadagur 29. august 2011síða 64
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 35 l 29. august 2011
32
Heystferia
Vikutema
kunning
Vilmund Jacobsen
Í
2005
smíðaði
Tórshavnar
Skipasmiðja, sum hon tá kallaðist,
tveir trolbátar, sum vóru systirskip.
Annar fekk navnið Skálafossur við
útgerðarmanninum, Dánjali Jacobsen
í Vestmanna – og hin navnið Hansa
Maria við útgerðarmanninum, Hans
Andriasi Poulsen, ættaður av Toftum.
Seinni
smíðaði
skipasmiðjan
eisini triðja trolbátin av hesum
slagnum. Tað var Fiskaklettur við
útgerðarmanninum, Bjarna Kass.
Bæði
Skálafossur
og
Hansa
Maria vórðu seinni longdir á Skála
Skipasmiðju, har 1.8 metrar vórðu
settir upp í hvørt skipið.
Tá Fiskaklettur varð smíðaður, fekk
hann somu longd, sum hinir báðir
fyrru høvdu fingið eftir leingjan.
Skrokkarnir eru smíðaðir í Póllandi,
men føroyska skipasmiðjan eigur alt
”konseptið”. Tað merkir, at skipini eru
teknað í Føroyum, og tá skrokkarnir
komu heim úr Póllandi, varð alt
arbeiði, sum tá var eftir at gera, gjørt
í Føroyum.
Áðrenn vit sleppa hesum trimum
skipanøvnunum, kunnu vit við virðing
nevna, at trolbáturin, Hans Maria, er
uppkallaður eftir systir Hans Andrias
við sama navni.
Systrarnar, Hansa Maria og Helena,
vóru fyri syndarligari vanlukku á
Toftagjógv fyri umleið 30 árum
síðan, har bilurin í nógvari hálku fór á
sjógvin, og báðar druknaðu.
Um hesar tríggjar bátarnar í bólki
4T kunnu vit annars siga, at teir eru
við til at tryggja okkum flatfiskin.
Hetta er kanska einasti skipabólkur,
sum ger nakað munandi fyri at skilja
tosk og hýsu frá eitt nú flatfiski og
øðrum fiskasløgum. Hetta verður gjørt
við innsettari rist í trolinum.
Skálafossur, Hansa Maria og
Fiskaklettur eru sera snøggir bátar.
Fakta
Skipaslag: Trolbátur (4T)
Longd: 19,10 metrar
Breidd: 5,75
Tríggir trolbátar
og systirskip
Skálafossur, Hansa Maria og Fiskaklettur eru systirskip.
Skrokkarnir eru smíðaðir í Póllandi, men restin av arbeið
num er gjørt í Føroyum. Skipasmiðjan MEST eigur alt kon
septið til hesar trolbátarnar – frá byrjan til enda
Magnus Gunnarsson
Bilurin hesa vikuna er ein fýra tons
Thames Trader lastbilur hjá Harry
Strøm í Vági frá 1963.
Bilurin varð keyptur til arbeiðið at
útbyggja elverkið í Botni, har hann
m.a. koyrdi tey nýggju rørini norður.
Hann koyrdi eisini við arbeiðsfólki
norður í Botn og heim aftur hvønn
dag. Í hesum sambandi hevði ein
timburmaður í Vági, kallaður Tom í
Líð, gjørt eina galesju oman á lastina.
Tá arbeiðið við elverkinum í Botni
varð liðugt, fór Harry fór at koyra kol
og annað fyrifallandi. Sonur Harry,
Torkil Strøm, minnist, at pápin koyrdi
nógv fyri fólk, og at hann t.d. koyrdi
til Hvalba og Rangabotn eftir koli í
sekkjum.
Bilurin var upprunaliga ljósagráur,
og nakað seinni varð hann lakkeraður
reyður. Hann hevði dieselmotor, sum
ikki var so vanligt tá í tíðini. Á hurðini
stendur Harry Strøm, Vágur tlf 32.
Bilurin kostaði umleið 30.000 kr.
Thames Trader vórðu framleiddir
av Ford Motor Company í Onglandi
frá 1957-1965.
Myndaeigari: Torkil Strøm
Thames Trader hjá Harry Strøm
Myndin er av Hansu
Mariu, tá trolbáturin
flaggskrýddur stevndi inn
í skipahavnina á Toftum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tað var morgun, áðrenn unga
gentan kom aftur úr býnum:
Pápin: - Tú hevur havt tað
nakað stuttligt í nátt, ha?
Gentan: - Hví sigur tú so?
Pápin: - Tú hevur hol á
vinstra nylonsokki...
Gentan: - Ja - og...?
Pápin: - Tá tú fór avstað,
var hetta tann høgri...
Maðurin hevði verið á skeið
í eina viku. Nú hann var á
veg heim, ætlaði hann sær
"revanche" í sovikamarinum.
Tá tey høvdu fonglast eina
løtu, bankar grannakonan á
betongveggin og rópar:
- Kann eg heldur ikki fáa frið
at sova í nátt, nú tit hava hildið
gang í eina heila viku...
Maðurin sigur við konuna,
at nú ætlar hann at gera
okkurt við sín "figur".
Konan: - Tað nýtist
tær ikki. Tú líkist jú
eini heilari miljón...
Maðurin: - Ja, tað kann
væl vera, men miljónin
stendur á skeivari konto...