Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. august 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 31. august 2011 · Nr. 100 6 Sosialurin Leo Poulsen Nú skal tað so standa sína roynd. - Tað verður altíð sagt, at útlendsku ferðafólkini ongar pengar leggja eftir seg, so nú hava vit tikið hetta stigið við marknaðardøgum, siga tær báðar, Mia Cameron og Fríðun Jacobsen. Tær kenna báðar til cruise marknaðin gjøgnum teirra arbeiði. Mia Cameron arbeiðir hjá Tor Shipping og Fríðun Jacobsen starvast hjá Greengate Incoming. - Vit vita sjálvandi, at tað kom fleiri cruiseskip á Havn­ ina hesa vikuna, og tí tóku vit stig til hesar dagar­nar. Vit settu okkum í sam­band við Heima­virkis­felagið, og tey hava so stilla upp við sínum vørum, sigur Mia Cameron. Og úrvalið breiðir vítt, heilt frá ullavørum um kera­ mikk til málningar og lutir úr horni og smykkur. - Hetta er í stóran mun fólk frá heimavirkisfeløgum, ið eru von við at skipa fyri jólasølu, og um tey nú í góðari tíð vita, at slíkir dagar verða aftur komandi summar, ber til hjá teimum at fyrireika søluna í góðari tíð, sigur Fríðun Jacobsen. Nú hava tær báðar skeitt í listan yvir vitjandi ferðaskip, men tær leggja dent á, at hotel eisini eru kunnað um hesar dagarnar. - Vit lótu upp í morgun klokkan átta, og í dag liggur eitt stórt ferðamannaskip á Havnini við 2100 ferðafólkum. Hetta er fyri tað mesta ameri­ kanarar, men eisini nakrir australiufólk eru eisini millum tey ferðandi, sigur Fríðun Jacobsen. Bussar til ferðafólkini Tórshavnar kommuna hevur eisini verið við til at stuðla upp undir hetta tiltakið hjá Miu Cameron og Fríðun Jacobsen. - Tórshavnar kommuna hevur syrgt fyri bussum, sum koyra í pendulfart millum keiina og hølini hjá Dansi­frøi. Eisini hava vit tekna kort til ferðafólkini, so tey kunnu spáka oman aftur gjøgnum býin, so tey kunnu uppliva tað eisini, sigur Mia Cameron. Tilhaldið er eisini við í tiltakinum í Dansifrøi. - Tey selja kaffi og vaflur, og so hava tey eisini verið so beinasom at koma niðan at syngja fyri okkm. Tey syngja hvønn týsmorgun í Til­haldi­ num, og tá vit heittu á tey um at koma niðan í Dansifrøi at syngja í morgun, so var tað leyst og liðugt beinanvegin, sigur Mia Cameron. Fólk úr meginpartinum av landinum eru við í markn­ aðar­tiltakinum hjá teimum báðum, men sum altíð er, skal fyrsta árið nýtast sum royndar­ár, men hepn­ast hetta væl, verður sjálv­andi skipa fyri líknandi tiltaki komandi ár. - Vit kundu hugsa okkum at havt fleiri fólk við í ár, men tíðin gjørdist heldur knøpp. Eitt nú vildu vit fegin havt mann við úr Suðri, sum ger fjall­stavar, og ein nólsoying, sum hevur gjørt nógv modell­­skip, men tað verður vænt­andi fræg­ari í so máta kom­andi ár, sigur Fríðun Jacobsen. Fitt av útlendskum ferða­fólki var longu komið í Dansifrøi gjáramorgunin, og hósdagin kemur eitt enn størri ferðamannaskip á Havnina, og tá verður aftur marknaðardagur í Dansifrøi. Fríggjadagin enda hesir dagarnir so á hesum sinni. leo@sosialurin.fo Vilja hava útlendingar at keypa føroyskt Tær báðar, Mia Cameron og Fríðun Jacobsen, hava tikið stig til marknaðardagar í Dansifrøi hesa vikuna við tí endamáli, at bjóða føroyskar hondgjørdar vørur til útlendingar Hópurin av amerikanarum høvdu leitað sær niðan í hølini hjá Dansifrøi longu frá morgunstundini av Mynd: Jens Kristian Vang Hondarbeiðið umfatar alt frá ullvørum umvegis keramikk og lutir úr horni til bomm og málningar Mynd: Jens Kristian Vang Tað eru tær báðar, Fríðun Jacobsen frá Greengate Incoming, og Mia Cameron frá Tor Shipping, ið hava tikið stig til marknaðardagarnar Mynd: Jens Kristian Vang