Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-31, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. august 2011síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 31. august 2011 · Nr. 100 Sosialurin Leo Poulsen Søgan hjá Eik Banka er tugt og tanlað, og eftir at TF Holding í vár yvirtók 70% av bankanum frá Finansiel Stabi­litet hevur Súni Sch­ wartz Jacobsen og hans­ ara starvsfólk stríðst við at »hugge hæl og klippe tå« fyri at tillaga bankan til nýggja veru­lei­k­an. Og hetta gerst ikki uttan fíggjar­lig bakkast, men for­ stjór­in í nýggja bankanum held­ur, at tað nú er komið hartil, at teir veruliga kunnu hygg­j­a frameftir. - Tað fylgdi ein rúgva av deyðvekt við, tá bankin varð yvirtikin, og vit hava av­skrivað 992 milliónir í lán­ um, ið vóru farin fyri skeyt­ ið. Hetta er ein stórur part­ ur av frágreiðingini fyri, at útlánini eru minkað við 1,4 milliard­um, ein annar partur av frágreiðingini finst í, at nøk­ur av lánunum eru flutt nið­u­r aftur til Danmarkar, har tey av røttum eiga heima, sigur Súni Schwartz Jacobsen. Samstundis hevur bank­ in fingið nýggj innlán á 600 milliónir, og hóast tað fyri ein part gongur út yvir inn­ tjeningsmøguleikarnar hjá bankanum merkir hetta esini, at gjaldførið er mun­an­ di styrkt og er í dag tríggjar ferð­ir lógarásetta kravið. - Vit niðurskrivaðu í fjórða ársfjórðingi 214 milliónir krónur, og tað sást aftur í rakstrinum, sum gav eitt hall á 121 milliónir krónur hendan ársfjórðingin. Hin­ veg­in hevur fyrra hálvár í ár víst eitt snøgt null í rakstri­ num við tað, at fyrsti árs­ fjóðr­ingur gav sjey milliónir krón­ur í avlopi, meðan ann­ ar ársfjórðingur gav sjey millión­ir í halli, sigur Súni Sch­wartz Jacobsen. Tung byrjan Forstjóin í nýggja bankanum sig­ur, at talan var um eina tunga byrjan. - Vit átóku okkum eina skuld á seks milliardir, tá bank­in varð yvirtikin, men har hava vit longu megnað at goldið aftur fýra milliardir, so skuldin nú »bert« er tvær milliar­dir krónur. Og vit hava sett út í kortið, at tær báð­ar seinastu milliardirnar skulu gjaldast innan fyri hálvt­ annað ár, sigur Súni Sch­ wartz Jacobsen. Hann sigur, at rok­n­skap­ ur­in fyri tríggjar teir fyrstu arsfjórðingarnar hjá banka­ num ikki er so penur, men at hetta kortini varð væntað. - Tá tú sum vit yvirtekur ein banka í hesari støðu við so stórari suld, so skulu til­ lag­ingar gerast, ið ávirka støðu bankans skeiva vegin, og tað var tí fult væntað, at talan fór at gerast um eitt hall hetta fyrsta tíðarskeiðið, sigur Súni Schwartz Jacob­ sen. Hann vísir á, at teir eisini hava tikið tungar avgerðir at lata deildir aftur og at siga fólki úr starvi í tveimum um­ før­um. - Serliga uppsagnirnar merkj­a­st, tí vit sulu gjalda løn­ir í mánaðar fram, men hes­ar útreiðslurnar verða bók­að­ar nú. Men vit meta, at vit nú eru komin hartil, at bank­in er tillagaður teimum nýgg­ju umstøðunum, sigur Súni Schwarts Jacobsen. Sær ljósari út Forstjóin í Eik Banka Før­ oy­ar sigur, at netto rentu­ inn­tøkur­nar eru á rættari leið, og verða helst einar 300 millión­ir krónur, tá árið er av. - Um vit meta um útlitini fyri restina av árinum, so vænta vit eitt avlop hesar seks mánaðarnar upp á mill­ um 20 og 30 milliónir krónur, og tað merkir so aftur, at sam­laða tapið fyri árið í ár og fjórða ársfjórðing 2010 verð­ ur millum 90 og 100 milliónir krón­ur, sigur Súni Schwartz Jacobsen. Hann vísir á, at bankin ikki bert hevur eitt sera gott gjalds­føri, men eisini hevur ein solvens á 21,3%, ið er væl oman­fyri tað kravda. - Eginpeningurin er á 1,4 milliardir krónur av upp­ runa­liga innskotinum á tvær milliardir, og lutfallið mill­um innlán og útlán er nú betri, serliga tá hugsað verður um, at tær 1,4 milliar­ dir av útlánum, ið eru min­ni nú, ikki góvu nakrar rentu­ inn­tøkur kortini, sigur Súni Sch­wartz Jacobsen. Hann heldur saman um tik­ið, at bankin nú er væl ílat­in at taka kappingina upp á føroyska marknaðinum. - Vit halda okkum nú bert til bankavirksemi, og hav aslept øllum øðrum, ið ikki hev­ur beinleiðis við hetta at gera. Til dømis virka vit ikki sum eitt íløgufelag, stutt sagt tí vit ikki meta, at tað er okkara uppgáva. Tí meta vit eisini, at vit eru til reið­ar at reka ein tillagaðan banka sunt og við góðum útliti, sigur Súni Schwartz Jacob­ sen, forstjóri í Eik Banka Før­oy­ar eftir at fyrsti kvar­ tals­rokn­skapur bankans er kunngjørdur. Súni Schwartz Jacobsen sigur, at hallið hjá Eik Banka Føroyar ikki kemur óvart á, men hinvegin var væntað Mynd: Jens Kristian Vang Eik Banki Føroyar væntað tap Talan hevur verið um niðurskrivingar í fjórða ársfjórðingi í fjør sum fyrst og fremst er orsøkin til eitt hall á 121 milliónir krónur í fyrsta kvartalsroknskapinum hjá nýggja bankanum