mikudagur 31. august 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. august 2011 · Nr. 100
4
Sosialurin
Snorri Brend
Sandavágur: Seinastu árini
eru mong sethús bygd í hesi
bygdini.
Kommunan tók fyri nøkr
um árum síðani avgerð um at
stykkja fleiri øki út á einum
staði, tey kalla í Sørpum.
Síðani hava fleiri fólk
sett føtur undir egið borð á
hesum staði. Og tað nærkast
nú aftur hjá í næsta, tí mána
morgunin vórðu aftur eini
sethús reist á hesum staði.
Sambært heimasíðuni hjá
sandavágsmanninum, Jóanisi
Nielsen www.joanisnielsen.fo
- eru ikki so nógv grundøkir
eftir í Sørpum.
- Tað eru nú fleiri enn
40 hús í nýggja býlinginum
Norði í Sørpum, veit heima
síðan at siga.
Snorri Brend
Eysturi í Barmi hava menn
tvey hús, ið verða nýtt í
sambandi við seyðahald og
rakstur.
Lætt er at koma higar, tí
tað tekur minni enn tveir
tímar at ganga. Er veðrið til
vildar, ber til at síggja heilt til
Suðuroyar.
Tað er helst henda vakra
sjónin, sum fekk sjálvan Paul
Watson at vitja hetta staðið.
Søgan sigur tó einki um,
hvussu hann koma higar -
annaðhvørt tað var til gongu
ella við tyrlu.
Men
at
hann
hevur
verið her, hevur hann so
sanniliga skjalprógvað fyri
eftirtíðini.
Í Barmi hava menn eina
gestabók, og her skrivaði
Watson eina heilsan, meðan
teir bíðaðu eftir tyrlu teirr a.
Hann skrivar, at teir hava
slappað av eina løtu her á
hesum vakra staðnum, sam
stundis sum teir tóku frí frá
upptøkunum av sendingun
um til sjónvarp.
Spikbiti
Óvist er, nær Watson hevur
verið her. Ein maður var í
húsinum 17. august, og tá
stóð einki í gestabókini.
Mett verður tó, at Paul
Watson hevur verið eysturi
í Barmi stutt eftir henda
dag, helst í sambandi við sjó
mannadagin í Klaksvík.
Ein teirr a, sum mangan
hevur verið á hesum staði, er
Victor Dánjalsson úr Klaks
vík. Herfyri vóru hann og 95
ára gamli Jógvan Gerðalíð
ein túr í Barminum.
- Vit kókaðu okkum ræst
an fisk til døgurða, og høvdu
sjálvandi spik afturvið. Vit
ótu kortini ikki alt spikið, og
tí goymdu vit ein spikbita úti
í gongini.
- Hevði Watson hugt seg
væl um, hevði hann helst sæð
henda spikbitan, ið lá har. Og
so kundi hann kanska fingið
eina søgu burtur úr tí. Men
eg havi so einki hoyrt um
tað, sigur Victor brosandi um
hetta lagnunnar speisemi.
Tryggari vegir
við góðari verju
Í ár ætla teir hjá landsverki at seta upp nærum
5 kilometrar av bilverju kring oyggjarnar. Her er
talan um at endurnýggja verandi bilverju, og at gera
bilverju á støðum, sum higartil ikki hava havt eina
slíka.
Upplýst verður, at ein serstakur pelabilur úr
Noreg var her í summar at seta hesar pelarnar upp,
og síðani skuldu fólk frá landsverki seta plátur á
pelarnar.
Í dag er støðan hon, sambært heimasíðuni hjá
Landsverki at allir pelarnir eru settir upp og at
bilverjuplátur nú verða settar á pelarnar.
Eftir ætlanini skal arbeiðið verða liðugt 1. oktober.
Tað kostar 1,5 mió krónur.
sb.
Savna inn til
Afrikanska Hornið
Undir yvirskriftini "Neyð og deyði bíða ikki" er
Skandinaviska Barnamissiónin í Føroyum og í
Svøríki nú farin at savna inn pening til tey svøltandi
á Afrikanska Horninum.
- Hjarta mít bløðir og er um at verða skrætt í
petti. So sterk orð nýtir leiðarin í Barnamissiónini,
Bo Wallenberg, tá hann sær frásagnirnar um
hungursneyðina í Kenya, Somalia og Etiopia. Her
svølta 12 milliónir menniskju, meðan hjálpin als ikki
er í samsvari við neyðina. - Vit hava einki trúvirði
sum missión, um vit ikki gera tað lítla sum vit eru
ment at gera, tekur hann til.
Skandinaviska Barnamissiónin hevur tí, eins og
aðrir felagsskapir sett sær fyri at hjálpa teimum
neyðstøddu. Tey fara nú at savna pening inn, sum
síðani verður latin týska samstarvsfelaga teirr a,
Humedica, sum longu er á staðnum og ger eitt
megnararbeiði har.
sb.
Vestmenningar bíða
eftir myndugleikunum
Sambært fundarskránni hjá Vestmanna kommunu
skuldi bygdarr áðið hava fund í gjárkvøldið.
Hesin fundurin er nú útsettur, tí tey bíða eftir
landsins myndugleikum. Orsøkin er, sambært
heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu, at politiski
myndugleikin í næstum fer at kunna kommunurnar
um ætlaðu kommunusamanleggingina. Hetta fer jú
at hava við sær broytt ábyrgdarbýti millum land
og kommunur, tí ætlanin er millum annað at geva
kommununum eldrar øktina at umsita og kanska
okkurt annað.
- Vit halda, at tað er skilabest at fáa hesa kunning
ina undan komandi bygdarr áðsfundi, tí ætlanin er at
viðgera vegleiðandi fólkaatkvøðuna um kommunu
samanlegging á fundinum, sigur Vestmanna
kommuna.
sb.
Watson sá ikki
spikbitan
Líkt er til, at herferðin hjá Sea Shepherd er av á
hesum sinni. Hóast nógv stóð uppá spæl, eftir
hansara tykki, gav hann sær kortini tíð til at
vitja í Barmi, á eystursíðuni á Borðoynni
Enn eini hús reist í Sørpum
Mánamorgunin kundu fólk í Sandavági aftur staðfesta og fegnast um,
at menning er í bygdini. Henda dagin vórðu enn eini sethús reist
Enn eini sethús verða reist norði í Sørpum í Sandavági
Mynd: joanisnielsen.fo
HUGALIG SJÓN
Millum ár og dag hava fólk í hópatali verið eysturi í Barmi - annaðhvørt í samband
við seyðahald ella bara á útferð. Ein dagin fyrr í mánaðinum var ein serstakur
gestur her úti - Paul Watson, sum eisini skrivaði eina heilsan í gestabókina
Mynd: Marner Mortensen/www.barmur.com
Í BARMI