mikudagur 31. august 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 31. august 2011 · Nr. 100
Sosialurin
Dagfinn Olsen
Kirstin Strøm Bech, borg
arstjóri, sigur, at samtykt er
at grava út og planera. Tvey
tilboð eru komin inn uppá
arbeiðið, og býráðið hevur
tikið av lægra tilboðnum.
Byrjað verður sum skjótast.
Talan
verður
um
ein
barnagarð við 48 plássum
fulla tíð og 16 plássum hálva
tíð. Ein stova verður eisini til
børn, ið hava serligan tørv.
-
Barnagarðurin
skal
fíggjast yvir raksturin. Pláss
skal fáast fyri hesum yvir
raksturin, og tað hyggja vit
uppá nú, sigur Kirstin Strøm
Bech.
Ein fyritøka hevur gjørt
metingar fyri kommununa
og
metingin
sigur,
at
byggingin fer at kosta á leið
4,5 milliónir.
Ikki vøggustova
Núverandi stovnur hevur
vøggustovu,
men
nýggi
stovnurin verður bert til
barnagarðsbørn. Málið um
bygging av barnagarði hevur
verið á skrá hjá Vágs Býráð
longi, men orsakað av, at hetta
er eitt fíggjarliga tungt mál,
hava hægri myndugleikar
ikki altíð drigið somu línu,
sum Vágs Býráð.
-Býráðið hevur nú sett
sær fyri at byrja arbeiðið
og at loysa málið, sigur
borgarstjórin.
Børnini
frá
0
til
3
ár
fara
framyvir
í
dagrøktarskipanina.
- Ein við pedagogútbúgving
skal setast í starv sum
ráðgevi og eygleiðari hjá
dagrøktarunum, sigur Kirstin
Strøm Bech.
Nýggi stovnurin verður
bygdur
vestanfyri,
har
barnagarður og vøggustova
nú halda til. Kommunan
eigur økið, ið er tókt til
endamálið.
dagrøkt
Nýggi barnagarðurin í Vági verður bygdur vestanfyri, har barnagarður og
vøggustova nú halda til. Kommunan eigur økið, ið er tókt til endamálið
Mynd: Dagfinn Olsen
Neyðhjálp
Nógv
virksemi
í Reyða
Krossi
Irena
kemur
framvið
hjá
okkum
Bakportrið riggaði ikki
Vágbingar undir at
byggja barnagarð
barnaansing Vágs Býráð hevur á býráðsfundi
samtykt at fara undir bygging av barnagarði.
hjálpararbeiði Hetta
komandi vikuskiftið verður eitt
av teimum strævnu hjá føroysku
deildini av Reyða Krossi
Strandferðslan hevur sínar trupulleikar
at dragast við.
Tað er næstan ikki vika
uttan at tíðindi frá SSL boða frá um hetta
ella hatta brekið umborð á Teistanum,
meðan tað er meiri sjáldan, at Ternan hevur
brek.
Júst Ternan hevur verið til klassingar,
og tað óvanliga hendi, at hon kom skjótari
í sigling aftur, enn upprunaliga fráboðað.
Hóast hon ikki fara í sigling aftur fyrr enn
mánadagin 5. september, so var Ternan aftur
á Nólsoyarleiðini í gjár.
Men hóast hon júst
var komin av beding vísti tað seg, at tá hon til
Havnar aftur fyrstaq túrin, fekst portrið aftan
ikki at rigga. Neyðugt var tí at venda skipinum
og nýta bógportrið, so nólsoyingarnir kundu
sleppa í land.
Trupulleikin var tó ikki verri
enn so, at portrið fekst aftur í rættlag út á
fyrrapartin, og virkar nú aftur eftir vild.
Ódnin
Irena
hevur
rættiliga gjørt um seg
á amerikonsku eyst
urstrondini
seinastu
dagarnar.
Nú er hon tíbetur
linkað nakað og hevur
haraftrat sett kós eyst
ur í hav. Og nú nærkast
hon Føroyum.
Sambært veðurfor
søgnini fáa vit eitt sløð
av henni fríggjadagin.
Tað verður nakað av
vindi, men helst meiri
av regni, boða bæði
veðurmaðurin
Petur
Skeel og altjóða veður
støðir frá.
So vit sleppa lætt í
hesum umfari. Í øllum
førum munandi lættari
enn í USA, har oman
fyri 20 fólk hava latið
lív, og skaðar eru gjørd
ir fyri 100-tals milliónir
av dollarum.
Snorri Brend
Bæði
fríggjadagin,
leyg
ardagin og sunnudagin verða
tiltøk, har nærum alt app
aratið hjá Reyða Krossi skal
í sving.
Alt byrjar við spennandi
landsdystinum á Tórsvølli
milløum Føroyar og Italia.
Eins og vanligt verður eitt
stórt lið av samarittarum
til staðar undir dystinum at
traðka til, um tað skuldi verð
ið neyðugt.
Leygardagin er tann stóri
loppumarknaðurin í Vágs
botni. Hann letur upp klokk
an 10 og er opin til klokkan
15, har fólk kunnu keypa
sær alskyns lutir fyri lítið
og lætt, samstundis sum
ein stuðlar arbeiðinum hjá
hesum felagsskapinum. Sagt
verður, at fólk framvegis
kunnu lata lutir inn til henda
loppumarknaðin.
Sunnudagin skulu sama
rittararnir aftur á vøllin, tá
stóra tiltakið Gakk og Renn
fer av bakkastokki, har eisini
ein stór fjøld av fólki fer at
taka lut.
Jú, tey í Reyða Krossi fáa
eitt spennandi og virksamt
vikuskifti.
3-8 m/