Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-31, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. august 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 31. august 2011 · Nr. 100 10 Sosialurin Leo Poulsen Evnini, ið verða tikn upp á ráðstevnuni, eru millum onnur hesi: • avbjóðingar hjá fak­ fólk­um í sambandi við frá­ boðanar­skyldu • viðgerð av harðligum monnum • børn og ung í harðskaps­ raktum heimum • føroysk gransking av børnum, sum hava verið fyri harðskapi • kynsligur ágangur móti børnum, og hvussu fakfólk kunnu handfara tílíkar støður • barnakonur, sum hava verið fyri harðskapi, og umhvørvið, sum nýfødda barnið verður borið í • unnustuharðskapur • harðskapsraktar familjur í Føroyum Vitan er grundleggjandi amboð hjá fakfólkum og myndug­ leikum til tess at kunna varnast harðskaps­ eyðkenni og at hjálpa teimum, sum liva við harðskapi. Tá tað snýr seg um at steðga harðskapi vísa kanningar, at skjót inntriv geva bestu úrslit, tí tey kunnu bæði steðga og fyribyrgja. Tað er nevniliga tíggju ferðir sannlíkari, at dreingir, sum hava verið fyri harðskapi, sjálvir verða harðligir sum vaksnir, sigur Vinnumálaráðið í upp­ legginum til ráðstevnuna. Víst verður á, at aðrar kann­ingar eisini vísa, at gentur, sum eru fyri harð­ skapi, kunnu verða harðligar sum vaksnar. Somuleiðis er vandi fyri, at børn, sum hava verið fyri harðskapi ella hava upp­livað hann, góðtaka harðskap seinni í lívinum. Tí hava fakfólk og myndug­leikar ein avgerandi leik­lut fyri at fyribyrgja og steðga harðskapi, verður sagt í upplegginum. Setir krøv Harðskapur er einki ókent fyribrigdi, og er helst meiri vanligt, enn fólk geva sær far um. Harðskapur í einum heimi er ein sera álvarsamur trupul­ leiki hjá øllum í familjuni. Hetta er galdandi fyri tann, ið er fyri harðskapi, fyri børn í familjuni og eisini tann, ið fremur harðskapin. Avleið­­ingarnar kunnu verða álvarsom likamlig og sálarlig mein, bæði her og nú og seinni í lívinum. Angist, lágt sjálvsvirði, tunglyndi og svøvn­trupulleikar eru bert nøkur eyð­kenni, sum harð­s­kaps­rakt kunnu hava. Hartil kunnu børn, sum liva við harðskapi, hava trupulleikar í vinaløgum, vera aggressiv, klára seg illa í skúla­n­um og fáa langtíðar trupul­­leikar so sum trauma, sigur Vinnumálaráðið í upp­ legginum til ráðstevnuna. Hetta setir sum kunnugt stór krøv til teirra, sum koma í samband við harð­ skapsraktar familjur, ikki minst tá talan er um børn. Ráðstevnan verður sum nevnt í Norurlandahúsinum 19. september. Leo Poulsen Tað finnast 34 fyrimunir við at nýta led-ljós heldur enn vanligu gløðiperuna. Tað staðfesti Tróndur Djur­huus, nevndarformaður í Ledfo, ið er ein fyritøka, sum hann saman við Toni Dam stovnaði fyri smáum tveimum árum síðani. Teir hava lagt seg eftir at ment ledljós, ið verða framleidd við diodum. Hetta merkir millum annað, at ljósini ikki útvikla hita, tey eru munandi meiri haldbær enn vanlig ljós, tey eru ikki á nakran hátt vandamikil, held­ ur ikki sum burturkast og tey krevja munandi minni orku enn traditionellu ljósini. - Diodurnar verða fram­ leiddar í USA fyri tað mesta, men ljósini sjálv verða framleidd í Kina. Vit hava samstarvsavtalur við fimm fyritøkur í Shenzhen, sum er kinesiska svarið upp á Silicon Valley í USA, og har hava vit verið við at ment ljósini til føroyska marknaðin niður í minstu skrúvu, sigur Tróndur Djurhuus, ið er nevndar­for­ maður í Ledfo, har Toni Dam er stjóri. Nevndarformaðurin greiddi frá, at hjá teimum verð­ur sjálv­andi trupult at kappast móti heims­fyri­tøk­ um so sum Osram og Phillips, sum jú eiga meginpartn av húsarhalds marknaðinum. - Vit eru í einari serstøðu á øðrum økjum í Føroyum. Vit eiga heimsins størsta fiskiflota lutfalsliga, og vit eiga heimsins dugnaligastu sjófólk. Og tað er á tí økinum, at vit veruliga kunnu verða ikki bert kappingarførir, men eisini fremstir á økinum, sigur Tróndur Djurhuus. Royndarskipan Teir hava tí í meiri enn eitt ár havt samstarv við føroyska fiskiflotan, serliga tvey grøn­ lendsk skip og so føroyska Havborg. - Føroyskir maskinmenn eru serstakliga dugnaligir, og vit hava eitt stak gott samstarv við fleiri teirra. Allir hava verið til reiðar at royna okkara ledljós í dekksljósum og øðrum ljósum umborð, eitt nú í maskinrúminum. Hetta hava verið royndir, ið hava hepnast sera væl, sigur Tróndur Djurhuus. Tey, ið kenna til sjólívið, vita dekksljós ofta mugu skiftast vegna veður og vind, men royndirnar umborð á føroyska og grønlendsku skipunum hava verið góðar higartil. - Vit hava havt okkara dekk­sljós umborð í eitt ár nú, og higar­til hevur ikki verið neyð­ugt at skift eitt ein­­asta ljós, tað verið seg dekks­ljós ella ljós­rør í maskin­ rúm­­u­num, sigur Tróndur Djurhuus. Eisini hava teir royndar­ koyrt gøtuljós í Tórshavnar kommunu, eins og Sløkkiliðið í Tórshavn hevu skift projekt­ ørar úti og ljósrør inni, og bæði kommunan og sløkki­lið­ ið eru stak væl nøgd við ikki bert ljósgóðskuna, men eisini við tær munandi sparing­ arnar, ið hetta førir við sær. - Royndir hava víst, at við at nýta ledljós minkar tú um orkunýtsluna við umleið 75%, og tað merkir eina sparina á 42.000 MWT um árið. Og tað sparir okkum samstundis fyri tíggjutúsundtals tons av CO2 utláti um árið, sigur Tróndur Djurhuus. Led-ljós kunnu kollvelta orkunýtsluna Á kunnandi fundi í gjár greiddu nevndarformaður og stjóri í fyritøkuni Ledfo frá um fyrimunirnar við led-ljósum, og hvussu hesi kunnu verða við til at kollvelta orkunýtsluna og harvið útlátið av CO2 Ljós varpast á harðskap í familjuni Vinnumálaráðið fer í omandi mánað at halda stóra ráðstevnu í Norðurlandahúsinum, har ljós verður varpað á harðskap í familjuni, og hvussu hetta ávirkar tey, ið verða útsett fyri harðskapi eins og hvussu tað ávirkar børnini Toni Dam er stjóri í Ledfo, meðan Tróndur Djurhuus er nevndarformaður. Tróndur greiddi frá um fyrimunirnar við at nýta Ledljós fyri fullsettari matarhøll hjá PM heilsølu, har politikarar og vinnulív áhugað lýddu á