mikudagur 31. august 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 31. august 2011 · Nr. 100
Sosialurin
Árni Joensen
Millum
teir
mongu
fólkatingslimirnar, sum
ikki stilla uppaftur, eru
báðir teir grønlendsku,
Juliane Henningsen og
Lars
Emil
Johansen.
Tað
hevur
gjørt,
at
spenningurin er stórur
upp undir valið, hóast
tað
tykist
rættiliga
vist, at tað verða somu
flokkar, sum fáa umboð
hesaferð. Munurin var
eisini stórur seinast. Tá
fingu Inuit Ataqatigiit
og
Siumut
ávikavist
8.343 og 8.068 atkvøður,
meðan Demokratarnir
og
Atassut
fingu
ávikavist 4.500 og gott
4.000 atkvøður.
Freistin
at
stilla
upp rennur út tann 4.
september,
men
teir
fýra
flokkarnir
hava
langt síðani stillað hvør
síni fýra valevni upp.
Áhugavert er, at bæði
kynini
eru
líka
væl
umboðað í uppstillingini,
tí har eru átta menn og
átta kvinnur. Kynsbýtið
er tó ikki galdandi fyri
allar flokkarnar. Hjá IA
eru tríggjar kvinnur og
ein maður, hjá Atassut
er tað øvugt við einari
kvinnu
og
trimum
monnum, og hjá Siumut
og Demokratunum eru
tvey av hvørjum kyni.
Á fólkatingsvalinum
í
2007
vóru
63,2
prosent
av
teimum
grønlendsku veljarunum
í valhølunum.
Grønland
fær nýggja
umboðan
Fólkatingsval Fyribils
eru 16 fólk í uppskoti til at
umboða Grønland í Fólkating
inum aftan á 15. september.
Tað einasta, sum er vist, er,
at tey bæði grønlendsku
umboðini verða nývald
Á fólkatingsvalinum í 2007 valdu grønlendingar
Juliane Henningsen úr IA og Lars Emil Johansen
úr Siumut við ávikavist 5.168 og 3.582 persónligum
atkvøðum. Hvørgin teirra stillar upp hesaferð
Myndir: Fólkatingið
Árni Joensen
Kemur ikki broyting í velj
arakanningarnar í Danmark,
kann Lars Løkke Rasmussen,
forsætisráðharri, longu nú
fyrireika seg til at finna
sær eitt annað pláss í fólka
tingssalinum. Kanska kem
ur tað óvart á hann, at hann
og stjórnin standa seg so illa
í kanningunum, men val
granskarin Roger Buch er
als ikki ovfarin av tí vána
liga úrslitinum, sum kann
ingarnar geva stjórnini.
– Stjórnin hevur langt
síðani tapt hetta valið, sigur
Roger Buch. Hann sigur, at
tað er ikki fallið hjá teimum
konservativu
við
nýggj
um formanni og nýggjari
framsøgukvinnu,
trupul
leikarnir við Birthe Rønn
Hornbech fyrr í ár ella tann
búskaparliga kreppan, sum
fella stjórnina tann 15. sep
tember.
–
Høvuðsargumentini,
sum stjórnin hevur brúkt
ímóti Sosialdemokratunum
og SF um, at teirra búskapar
ætlan hongur ikki saman, at
Thorning hevur ongar pengar
o.s.v. eru skotin niður. Tað,
sum eftir er av valstríðnum,
kann
Helle
Thorning-
Schmidt bara svara, at stjórn
in hevur 85 milliardir krónur
í halli, og at tað verður hall
líka til 2020, sigur Roger
Buch. Í hansara eygum hava
Lars Løkke Rasmussen og
hansara politikkur lagt fót
fyri sær sjálvum við tí úrs
liti, at Vinstra-formaðurin
tapir ímóti Helle Thorning-
Schmidt tann 15. september.
– Búskaparlig ábyrgd var
tann bjargingarplankin, sum
skuldi bjarga stjórnini, men
stjórnin hevur oyðilagt alt
fyri seg sjálva. Við tosi um,
at tað ber ikki til at læna seg
til vælferð, at javnvág var í
kassanum, at allar rokningar
kundu gjaldast skapti stjórn
in eina hugmynd, sum brast
sum ein sápubløðra tann
dagin, fíggjarlógin fyri 2012
varð løgd fram. veir dagar
seinni bleiv valið útskrivað,
sigur Roger Buch.
arni@sosialurin.fo
Stjórnin hevur
longu tapt valið
Fólkatingsval Í Danmark benda allar veljarakanningar á, at Lars
Løkke Rasmussen noyðist at fara úr forsætismálaráðnum. Men sambært
valgranskaranum Roger Bush hevur stjórnin langt síðani tapt valið
Roger Buch, valgranskari