Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-31, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. august 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 31. august 2011 · Nr. 100 12 Sosialurin Snorri Brend - Eg kann minnast, at bæði eg og mamma vóru sera hørm um at ringurin soleiðis bara bleiv burtur tá í 2002. Hann var serstakur fyri hana. Og hann var eisini serstakur fyri meg, greiðir Bjarma frá. Øll hesi árini hevur hon við millumbilum hugsað um, hvus­su troyttandi tað var, at hann soleiðis hvarv. Á middegi mánadagin í hesi vikuni fekk hon eyga á ring hjá einum floksfelaga, og sum líktist hennara ótrúliga nógv. Og um kvøldið, tá hon sett­ist við telduna at gera setn­ing­in til skúlagongdina dagin eftir, fekk hon at vita, at hetta í roynd og veru var henn­ara ringur. - Eg setti meg við telduna, og fór líka ein túr inn á Face­ book. Tá fekk eg mítt lívs yvirraskilsi, og gjørdist púra paff, tí tá hevði hon - Rakul Højsted Hansen av Langa­ sandi - skrivað mær eini boð um, at ringurin -hesin kærleiksknúturin-, sum hon hevði gingið við í nógv ár, var altso MÍN ringur, sigur ein ovurfegin Bjarma. Og Rakul var minst líka so bils­in sum Bjarma: - Ja, hetta var næstan ov gott til at vera satt. Men nú gleð­ist eg bara saman við hen­ni, sigur Rakul, floks­ felagi hennara, og sum hevur ging­ið við ringinum av og á. Lesið hesa ótrúliga søgu­ na, um hvussu nógvar til­vild­ ir førdu til at Bjarma fekk ring­in við teirri serstøku søgu­ni aftur. - Hetta er bara so ótrúligt. Hetta er simpelthen so undar­ligt, so undarligt. Man kann nokk ikki kalla hetta ann­að enn skæbnens ironi. Kærleiksknúturin hevði stórt virði - Eg trúði næstan ikki mínum egnu eygum: Kundi tað veruliga vera MÍN ringur, sum Rakul í mínum flokki gekk við? Eg spurdi hana, men hon visti tað ikki tá - ikki fyrrenn um kvøldið kom rætti samanhangurin fram: Hetta VAR mín ringur, sigur ein ovurfegin Bjarma Ivansdóttir Gærdbo av Velbastað. - Og í gjár fekk hon ringin aftur, samstundis sum sannleikin um henda góða ring koma fram: Hvussu ein sera vakur ringur av Velbastað, hvarv á einum fiskavirki, endaði norðuri á Langasandi og at enda kom aftur til eigara sín á Velbastað Hetta er bara so ótrúligt. Hetta er simpelthen so undarligt, so undarligt. Man kann nokk ikki kalla hetta annað enn skæbnens ironi RINGURIN HEILUR AFTUR - Tá eg fekk at vita, at ringurin var afturfunnin, kláraði eg ikki at konsentrera meg um nakað. Eg var heilt ekstatisk og orkaði ikki at gera skúlatingini, sigur Bjarma Gærdbo, nú hon fekk vakra ringin aftur Mynd: Jens Kristian Vang