mikudagur 31. august 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 31. august 2011 · Nr. 100
Sosialurin
Vildi ikki tveita
ringin burtur
- Hesin ringurin betýddi sera nógv fyri okkum báðar, tí eg var bert níggju ára gomul,
tá pápi mín, doyði, sigur Bjarma Ivansdóttir Gærdbo av Velbastað
Snorri Brend
Tað finnast eldri og yngri
søgur um kærar lutir, sum
hava verið burtur, men sum
seinni eru funnir aftur. Bæði
í søgum og sangum er hetta
evnið lýst.
Eitt dømi er sangurin
"Karin" hjá Steintóri Ras
mussen, har hon finnur
ein gullring, sum hon ber í
samfull 10 ár, uttan vita hvør
veruliga eigur hann. Sann
leikin kom fyrst fram, tá ein
gomul kona kemur á gátt og
sigur Karini frá søguni um
ringin. Tástani var greitt,
hvønn dýrgrip hon hevði
borið øll hesi árini.
Nøkurlunda
tað
sama
hendi í hesum førinum mill
um Bjarmu av Velbastað og
Rakul av Langasandi: Hin
fyrra misti ringin. Hin fann
hann aftur, so at siga.
Søgan er í stuttum hon,
at tá mamman, Anna, var
liðug við 10. flokk, fekk hon
ein ring, ein kærleiksknút
frá manninum, sum síðani
gjørdist húsbóndi hennara,
og seinni pápi Bjarmu.
Keddar
Tá Bjarma fekk sítt fyrsta
barn, hin 28. februar 1999, gav
mamman henni henda sera
vakra ringin. Hon var ovur
fegin um hann, og gekk við
honum hvønn einasta dag.
- Í 2002 fekk eg arbeiði á
Fiskavirking í Havn, og tá
vit fóru til arbeiðis, máttu
vit sjálvandi leggja ringar og
slíkt í okkara klædnaskáp.
Tað var eingin trupulleiki í
hesum, tí ringurin og alt hitt
lá har tað skuldi, tá arbeiðs
dagurin
var
av,
greiðir
Bjarma frá.
Men ein av teimum sein
astu døgunum hon var til
arbeiðis her, lá ringurin ikki í
klædnaskápinum, sum hann
skuldi. Hóast Bjarma bæði
leitaði upp og niðri, heima
og á virkinum var serstaki
ringurin horvin.
Hon ringdi bæði í eystur
og vestur, men alt gjørdi tað
sama: Ringurin var ikki at
finna, hóast ídnar royndir
og drúgva leitan.
- At enda gav eg bara upp,
tí nú hevði eg leitað á øllum
hugsandi og óhugsandi støð
um, uttan at finna hann. Tað
var bara so ergriligt at missa
hann soleiðis, - jú, bæði eg og
mamma vóru sera keddar av
tí, greiðir Bjarma frá.
- Hesin ringurin betýddi
sera nógv fyri okkum báðar,
tí eg var bert níggju ára gom
ul, tá pápi mín, Ivan, doyði.
Fiskavirking
Lívið
gekk
sína
vanligu
gongd, og fyrr í ár søkti Bjar
ma inn á FHS-útbúgvingina
á Føroya Handilsskúla. Og
slapp inn.
Skúlagongdin byrjaði fyrr
í mánaðinum, og her vóru
nógv nýggj andlit í flokki
num at venja seg við.
Millum næmingarnar var
Rakul av Langasandi. Hon
var ikki eins heppin og Bjar
ma, tí hon slapp ikki inn á
skúlan í fyrsta umfari, men
kom kortini inn, tá onkur
gav avboð.
Í døgurðatímanum fyrra
dagin komu tær av tilvild av
sita lið um lið við sama borð.
Og tá er tað at Bjarma leggur
merki til ein ring, ið Rakul
gekk við.
- Eg spurdi Rakul um eg
kundi sleppa at síggja ringin.
Tá sigi eg við hana, at eg eina
ferð hevði átt ein ring sum
var akkurát líka sum hesin.
Eg fortaldi henni so søguna
frá 2002, greiðir Bjarma frá.
Afturkomin
úr
skúla,
norðuri á Langasandi for
taldi Rakul móður síni frá
hendingini í skúlanum. Og tá
fekk hon eina heilt aðra søgu
at vita um henda góða ring:
Mamma hennara var ein
av formonnunum á Fiska
virking, meðan Bjarma ar
beiddi her. Og her hevði hon
eisini funnið henda vakra
ringin.
Samgleðist
Í samband við eina av árligu
feriunum
á
Fiskavirking
vórðu øll skápini hjá starvs
fólkunum ruddað og vaskað.
Tá kom hon fram á eitt skáp,
sum eingin hevði brúkt í
langa langa tíð. Og her lá
altso ringurin hjá Bjarmu.
- Eg fekk so at vita frá
Rakul, at mamma hennara
vildi ikki koyra ringin burtur
tá, tí hann var so vakur. Tað
helt Rakul eisini sjálv at
hann var, og tí hevur hon av
og á gingið við honum, sigur
Bjarma.
Rakul hinvegin harmast
uppá ein máta um, at hon
ikki longur hevur henda
ringin.
- Eg tók hann av mána
kvøldið, tá eg fekk at vita,
hvør átti hann. Og tað var
líkasum, at tað manglaði
okkurt á fingrinum. Eg veit
bara, hvussu glað eg hevði
verið, um eg var í somu støðu
sum Bjarma.
- Nú samgleðist eg bara
við floksfelaga mínum Bjar
mu, sum fekk sín ring aftur.
snorri@sosialurin.fo
At enda gav eg bara
upp, tí nú hevði eg leitað
á øllum hugsandi og
óhugsandi støðum, uttan
at finna hann. Tað var
bara so ergriligt at missa
hann
FEGNAR GENTUR
- Eg ætli mær at ganga við ringinum hvønn einasta dag.
Hann skal ikki av aftur fingrinum, sigur Bjarma Ivansdóttir
Gærdbo av Velbastað, sum í gjár fekk ringin aftur frá
skúlafelaga sínum, Rakul Højsted Hansen av Langasandi
Mynd: Jens Kristian Vang