mikudagur 31. august 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. august 2011 · Nr. 100
14
Sosialurin
Sakførarin Sjak E. Haaheim, sum
umboðar tey 20, sigur við blaðið,
at tað er eingin ivi um, at lív
bjargararnir vóru í lívsvanda. Tey
hava greitt frá, hvussu kúlurnar
brustu í vatnið stutt frá teimum,
sigur hann. Vápnaserfrøðingar hjá
norsku verjuni hava sagt, at byrsan,
sum Anders Behring Breivik brúkti
til hópdrápið á Utøya, kann drepa
fólk, sum eru 3.600 metrar burturi.
Teinurin millum Utøya og Utvika er
um 800 metrar.
Sjak E. Haaaheim sigur, at lív
bjargararnir hava einki ynski um
at verða mettir sum hetjur, men at
hansara uppgáva er at hjálpa teim
um við tí, sum tørvur er á.
– Tey kundu havt tikið seg aftur
og bíðað eftir løgregluni, men tey
valdu at gera sítt ítarsta fyri at
bjarga lívi, sigur sakførarin, sum
væntar, at rætturin skjótt fer at
meta tey 20 sum offur í sambandi
við tilburðin á Utøya.
Fyri tað fyrsta verður heimið bygt,
soleiðis at búfólk og starvsfólk fáa
útsýni út yvir býin og Limfjørðin,
júst sum tað sømir seg einum
tíðarhóskandi hotelli. Men tað er
serliga tøknin, sum ætlandi skal
fáa búfólkini at kenna seg sum
hotellgestir.
Lars Nøhr, sum er formaður í
arbeiðsbólkinum, sum fyrireikar
verkætlanina, sigur, at samstundis
sum tað gerst truplari at fáa starvs
fólk til røktarheimini, gerast tey
eldru støðugt fleiri í tali. Tí er um
ráðandi at gera arbeiðsdagin hjá
starvsfólkinum lættari og gerandis
dagin hjá búfólkinum tryggari.
Loysnin er nútímans tøkni, sum
millum annað skal gera tað lættari
hjá búfólkinum at flyta seg inni
á heiminum og at lata hurðar og
vindeygu upp. Í gólvinum verða
sokallaðir sensorar, sum siga frá,
um fólk detta, ella um tey ikki koma
úr songini um morgunin. Tøknin
gevur starvsfólkinum boð umvegis
teirra fartelefonir. Harafturat fáa
búfólkini serligar skíggjar, sum tey
skulu brúka til ymisk viðurskifti í
gerandisdegnum.
Sum nakað heilt nýtt verður
eingin matarhøll í tí nýggja røktar
heiminum, men harafturímóti ein
matstova, sum verður rikin privat,
og sum eisini er opin fyri fólki uttan
av gøtuni.
Næstan allir
Utøya-lívbjargararnir
sjúkrameldaðir enn
Teir 20 lívbjargararnir á Utvika, sum hjálptu teimum særdu á
Utøya, hava ikki havt tað gott síðani tilburðin. Næstan øll 20 líða
so illa av svøvnloysi og angist, at tey eru framvegis sjúkrameldað
Ellisheim verður sum hotell
Tey eldru í danska býnum Aalborg hava nakað at gleða seg til, tí
um tvey ár fær býurin eitt røktarheim, sum verður so væl útgjørt,
at tað fer at líkjast einum hotelli meiri enn einum røktarheimi
Framtíðarrøktarheimið í Aalborg skal hýsa 70 búfólkum.
Ein nýggj kanning í Noregi av
dúkar, at 17. hvørt fólk í Noregi
hevur ilt við at lesa vanligan
tekst. Niðurstøðan hjá teimum,
sum hava gjørt kanningina,
er, at 300.000 norðmenn hava
trupulleikar við at luttaka í sam
felagnum, sum sagt verður.
Professarin Egil Gabrielsen á
lærda háskúlanum í Stanavger
sigur, at tað er bara ein lítil
partur av teimum 300.000, sum
ikki duga at lesa, men at har
afturímóti hava flestu teirra
ikki tann lesiførleika, sum eitt
nútímans samfelag krevur.
Íslendska bryggjaríið Ölgerðin
hevur
gjørt
sáttmála
við
McDonald’s í Teilandi um at selja
íslendskt vatn í sølubúðunum,
sum tann stóra handilsketan
hevur har. Vatnið, sum verður
selt undir navninum Iceland
Spring, verður at fáa í teimum
serligu
kaffistovunum,
sum
McDonalds-sølubúðirnar
í
Tailandi hava.
Iceland Spring er tað einasta
vatnið, sum kaffistovurnar hjá
McDonalds í Teilandi selja, og
teir næstu mánaðirnar skulu
stór søluátøk kunna teilendingar
og útlendskar gestir um tað ís
lendska vatnið.
Ölgerðin væntar sær nógv
burtur úr sáttmálanum, sum
ger, at íslendskt vatn fyribils
verður selt í 56 sølustøðum kring
Teiland.
Finska stjórnin hóttir nú við at
taka seg burtur úr samstarvinum,
sum skal hjálpa Grikkalandi
burtur úr fíggjarkreppuni. Jyrki
Katainen, forsætisráðharri, segði
í gjár, at Ríkisdagurin hevur
álagt stjórnini at krevja trygd
fyri teimum lánum, sum grikkar
fáa. Fær Finnland ikki trygdina,
kann landið ikki vera við til at
hjálpa Grikkalandi.
Jyrki
Katainen
ásannaði,
at tað er vandi fyri, at onnur
lond kunnu fara at gera tað
sama sum Finnland, men hann
helt ikki, at nakað av hinum
londunum hevur somu hugsan.
Kreditmetingarfelagið Moody’s
hevur ávarað lond ímóti at krevja
trygd fyri bjargingarpakkanum
til Grikkalands, tí tað fer at gera
støðuna enn verri, sigur felagið.
Norðmenn hava
lesitrupulleikar
Íslendskt vatn
í Teilandi
Finnar
krevja trygd