Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-31, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. august 2011síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 31. august 2011 · Nr. 100 Sosialurin Leo Poulsen Fundur er annaðhvørt ár mill­um leiðararnar í bretsku oyggja­sam­feløg­unum, Utt­ aru Hebridunum, Orkney oyggj­u­num, Hetlandi og Før­ oy­um, og í ár hevur fundurin ver­ið í Føroyum. Hinir oyggjaleiðararnir eru Sandy Cluness úr Het­ landi, Stephen Hagan úr Ork­ ney og Alex MacDonald frá Com­hairle nan Eilean Siar, ella Uttaru Hebridunum. Allir tríggir hildu seg hava fingið nógv burtur úr vitjanini, og serliga var sam­ bandið – ella vantandi sam­ band­ið – millum oyggja­sam­ feløg­ini umrøtt. Sandy Cluness helt tað vera spell, at hvørki Smyril Line ella Atlantsflog røkja sam­band millum Føroyar og Het­land, men han nevndi, at ein møguleiki var, at Logan Air, ið framman undan hevur flog­rutu millum Orkney, Skot­land, Hetland og Noregi, kundi knýtt Føroyar upp í rutu­sam­bandið. Eisini umboðini fyri Uttaru Hebridurnar og fyri Ork­ney hildu, at meiri átti at verikð gjørt við at knýra sam­feløg­ini saman við ferða­ sam­bandi. - Eg haldi, at tað hevði kom­ið ferðavinnuni væl við, bæði í Orkney og í Føroyum, um samband var oyggjanna mill­um. Hóast vit bæði eru oyggjalond, eru vit so ógvu­ liga ymisk, og hava tí nógv at bjóða hvørjum øðrum á ferða­vinnu­økinum, segði Stephen Hagan. Hann heldur, at fólk úr oyggjasamfeløgum ofta ynsk­ja at vitja onnur oyggja­ sam­feløg, og at eitt ferða­ sam­band millum Orkney og Føroyar tí kundi verið ein fyri­mun­ur fyri bæði oyggja­ sam­feløgini. - Men sjálvandi mátti ferða­kos­t­naðurin verið á ein­um rímiligum støði, segði Stephen Hagan. Breiðband Tað, sum tóktist at hava stóra ávirkan á teir tríggjar oyggja­leiðararnar, vóru fyrst og fremst samferðslukervið í Føroyum, og so tað, at vit hava eitt so skjótt inter­ne­t­ sam­band. - Serliga internet­sam­ band­ið hjá tykkum er sera skjótt í mun til tað, vit kunnu fáa heima hjá okkum. Her í Føroyum er sambandið tígg­ ju ferðir so skjótt, sum heima hjá okkum, so har er heilt vist eitt øki, ið vit kunnu sam­starva um, segði Sandy Clu­ness úr Hetlandi. Hinvegin helt hann, at fara føroyinga at finna olju, so hava hetlendingar meiri enn 30 ára royndir á tí øki­ num, og kunnu tí læra før­oy­ ing­ar eitt og annað. - Vit hava lært nógv á ferð­ini til Føroya, og vit hava vitj­að á fleiri fyritøkum, sum kunnu geva okkum íblást­ ur og lærdóm, og vitjan­in á NORA gav okkum týdn­ing­ ar­mikla vitan, segði Sandy Clu­ness. Innan sjóorku er Orkney rætti­liga frammaliga í roynd­ um við streymi og alduorku, og tað er avgjørt nakað, ið før­oy­ing­ar við tíðini kunnu gera nýtslu av. - Eg haldi, at vit framvegis kunnu læra nógv av hvørjum ørð­um, og eg haldi, at fund­ ir­nir okkara millum saktans kun­du verið títtari enn annað­hvørt ár, segði Stephen Hagan. Tættari samband Teir tríggir leiðararnir vóru eisini hugtiknir av okkara infra­strukturi. - Tit hava jú ógvuliga góðar vegir, tit hava tunlar og undirsjóvartunlar, og hava í heila tikið sera gott sam­ ferðslu­kervi, sigur Stephen Hagan. Hann heldur tað tó vera spell, at samferðslukervið ein­ans røkkur innanlands. Tit hava ikki nakað sterkt sam­band við umheimin, og tað haldi eg er ein veikleiki fyri tykkum, sigur Stephen Hag­an. T­ey trý umboðini fyri Het­land, Orkney og Uttaru Hebrid­ur­n­ar komu til Føroya sunnu­dagin, og tey fóru av­ stað aftur í gjár. Og tey harm­ ast øll um, at tað skal verða so trupult at sleppa úr teirra oyggjum til Føroya. - Eg fór úr Hetlandi til Skotland og haðani til Keyp­ man­na­havnar. 12 tímar sein­ n­i sat eg so í flogfarinum á veg til Føroya og fleyg yvir Hetlandi, og tað er jú ein rætti­ligur umvegus, segði Sandy Cluness. Allir fundarluttakararnir vóru á einum máli um, at teir skuldu gera sítt til, at betra um luft- og sjó­vegis sambandið millum oyggja­ sam­feløg­ini, og løgmaður nevndi enntá møguleikan við stuðli av onkrum slag, so oyggj­ar­nar kundu knýtast tættari saman. - So er sjálvandi ein spurn­ ing­ur um, hvørt tíðin er hin rætta at tosa stuðul, men vit hava nógv at læra hvør av øðrum, og tað er einki at ivast í, at samband oyggj­ar­ nar millum hevði verið ein stór­ur fyrimunur, segði Kaj Leo Johannesen, løgmaður. Kunnu læra nógv av hvørjumøðrum Regluligu fundurin millum oyggjasamfeløgini í Atlantshavi, Føroyar, Hetland, Orkney og Uttaru Hebridurnar hevur verið í Føroyum í vikuni, og leiðararnir eru samdir um, at tíðin ikki er farin frá hesum samstarvi Fundarluttakararnir avmyndaðir í Tinganesi. Frá vinstru Alex MacDonald úr Uttaru Hebridunum, Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, Sandy Cluness úr Hetlandi og Stephen Hagan úr Orkney Mynd: Jens Kristian Vang