mikudagur 31. august 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. august 2011 · Nr. 100
16
Sosialurin
Dávur Winther
Tá ið tú komst norður í Sund
– Hvannasund, var havnarlagið
fullsett av bilum hjá fólki, ið vóru
farin til Svínoyar um vikuskiftið
at vera við til minningarhaldið, tá
ið “Skotagravirnar” vórðu friðhalg
aðar, og minnisvarðin við plátuni
frá
Stromness
varð
avdúkað
– til minnis um teir 19 menninar,
ið fórust við sluppini “Rachel” ella
“Skotaskipinum”, ið svínoyingar
vanliga nevna skipið.
22 mans vóru við, av teimum
bjargaðust tríggir, og 17 lík vórðu
funnin og grivin á tí staði í Svínoy, ið
síðani hevur itið “Skotagravirnar”.
Forkunnugir gestir av
Orknoyum og Hetlandi
Convener, Stephen Hagan, frá
Orknoyggjum, haðani skipið kom,
og føroyavinurin, Alexander J.
Cluness, sum er convener í Het
landi, vóru við til hátíðarhaldið.
Convener merkir ráðsformaður og
kann í ávísan mun samanberast við
løgmann hjá okkum.
Byrjað varð við guðstænastu, og
var her ivaleyst talan um seinastu
prædiku
hjá
Elsu
Funding
í
Svínoyar Kirkju í starvi sínum sum
sóknarprestur Norðoya eystara
prestagjald. Hetta prestagjald hevur
sæti í Ónagerði, ið Svínoy hoyrir til.
Elsa Funding fer í summarfrí nú og
gevst sum prestur í desember í ár.
Dómpróstur, Uni Næs, beyð
fremmandu gestunum vælkomnum
á enskum og las upp epistul og
trúarorð.
Eftir prædikuna greiddi Heri
Joensen, sóknarprestur, frá hend
ingini við Rachel, sum fór á land 27.
nov. 1786 – á deiligum svínoyarmáli,
og knýtti søgur uppí, sum hava livað
á mannamunni í meir enn tvær
øldir um hesa serstøku hending.
Ein kvartett frá Klaksvíkar Horn
orkestri spældi pre- og postludium,
eins og teir spældu undir til onkrar
av sálmunum. Hetta var eisini við
til at seta ein serligan hátíðardám
á løtuna í stúgvandi fullu Svínoyar
Kirkju.
Borgarstjórin, Gunvá við Keldu,
sá so stórt í hesum hátíðarhaldi,
minningarhaldi og avdúkanini av
minnisvarðanum og minnisplátuni
frá Stromness, sum “løgmaður” í
Stromness á Orknoyggjum skuldi
avdúka, at hon hevði tikið borgar
stjóraketuna uppá. Borgarstjórin
ber hesa ketu bert til heilt serlig
høvi, sum tá ið Drotningin er á
vitjan, men hevði valt at taka
borgarstjóraketuna uppá, og sømdi
hetta sær sera væl til høvið, ið
hevur sín uppruna í eini hending,
sum fór fram fyri 225 árum síðan.
Svínoy ferðamál hjá
Orknoyingum
Hóast eitt frískt lot, so var gott
verður og turt, tá ið ein stór mann
fjøld fór yvir á Skotagravirnar
eftir kirkjutíð. Her helt borgar
stjórin, Gunvá við Keldu, røðu, har
hon takkaði teimum mongu, sum
hava verið við til at fáa sett økið í
virðiligan stand. Poul á Fuglberg,
sála, sum hevði givið pening til
endamálið, J. P. Gregoriussen fyri
uppskotið at seta økið við minnis
varða í stand eftir, Amaliu Poul
sen, sum hevði givið akkerið frá
Rachel at seta omaná minnisvarð
an, Stephen Hagan, ráðsformanni
at vísa staðnum og søguni tað tign
og virðing at koma higar at avdúka
plátuna, sum Stromness hevur
giðið til høvið. Eisini takkaði hon
Landsverk og Innlendismálaráðn
um fyri at hava latið stuðul til
verkætlanina.
Stephen Hagan, ráðsformaður,
fegnaðist um at vera í Svínoy til
henda serliga dag og kendi seg væl
móttiknan. Hann greiddi frá, at
henda søga, sum hevur verið so væl
varðveitt í Svínoy, ikki var so kend
í Stromness í Orkunoyggjum. Men
vildi hann nú verða viðvirkandi til,
at hetta skuldi broytast. Hann vón
aði, at ættarfólk at teimum monn
um, sum her liggja, og orknoyingar
annars í framtíðini, við hesum
kunnleika, av røttum kundu seta
sær Svínoy sum ferðamál.
Dávur Winther, mentanarleiðari
las upp heilsan frá Amaliu Poulsen,
sum hevur latið akkerið til minnis
varðan. Eisini las hann upp brot úr
tí, sum skrivað er í Stromness um
hendingina.
Uni Næs, dómpróstur, hugleiddi
um akkerið sum ímyndin av vónini
og fegnaðist um, at karmarnir
kring hesa søgu og hetta stað nú
var sett í virðiligan og tignarligan
stand. Uni Næs, dómpróstur, lýsti
at endanum signing yvir økið kring
Skotagravirnar.
225 ára gamal ringur
endiliga fullfíggjaður
Bygdin var flaggskrýdd, og við
Skotagravirnar varð flaggað við
Merkinum og flagginum frá Orkn
oyggjum. Hópin av fólki vóru komin
saman til høvið – teirra millum
mangir svínoyingar, sum lítillætnir
vístu takksemi fyri, at økið kring
Skotagravirnar nú endiliga var sett
í prýðiligan og tignarligan stand.
Tann eini greiddi frá, hvussu ilt tað
gjørdi honum, tá ið allur bøurin var
sligin, at bert Skotagravirnar lógu
eftir.
Aftaná løtuna við Skotagravirnar
varð boðið til suppu, kaffi og køkur
í dansistovuni, og var har eisini
stúgvandi fult av fólki. Eisini var
skúlin opin, har ein myndafram
sýning hekk, og ein lítil kista frá
Skotaskipinum – kanska til klæðir
– varð sýnd fram.
Hetta
er
fyrsta
ferðin,
at
almennir gestir frá Orknoyggjum
hava verið í Svínoy at vitja Skota
gravirnar. Stephen Hagan og
Alexander J. Cluness tóku til, at nú
er ringurin kring hesa 225 ára gomlu
søguna, sum er millum oyggjar
okkara, endiliga fullfíggjaður.
Teir vóru takksamir fyri at hava
verið við til hetta serliga minningar
haldið. Tað sama vóru øll hini
mongu frá Svínoy og aðrastaðni,
og vóru fegin um henda virðiliga
dag, sum eisini hevði sett nógv upp
á pláss í sinni teirra.
Ein hátíðarligur
dagur í Svínoy
Sunnudagin 28. august 2011 var hátíðardagur í Svínoy í sambandi
við, at tær 225 ára gomlu “Skotagravirnar” vórðu friðhalgaðar
og minnispláta frá býráðnum Stromness varð avdúkað