Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-31, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. august 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 31. august 2011 · Nr. 100 Sosialurin - Við hesum søguliga hátíðar­haldi fær ein 225 ára gomul søga endiliga eina hóskandi, virðiliga loysn, nú hvíldarstaðurin hjá 17 av teim­um 19 av tínum lands­monnum lok­­sins verður sett í hóskandi karmar, segði Gunvá við Keldu, borgar­stjóri, í røðu sín­ari við Stephen Hagan, convener á Orknoyggjum. Sunnudagin 28. august 2011 var søguligt hátíðarhald í Svínoy, tá ið “Skotagravirnar” vórði friðhalgaðar, og minni­spláta, sum býráðið í Stromness á Orknoyggjum hevði latið, varð avdúkað. Áðrenn minnisplátan varð avdúkað av Stephen Hagan, Convener á Orkoyggjum, helt Gunvá við Keldu, borgar­stjóri, eina røðu, sum her verður endurgivin. Góðu svínoyingar og gestir allir. Tað er sjáldan, at ein fær høvi at vera við til so søgu­liga hend­ing sum hesa í dag, nú vit – eftir meir enn tvær og eina fjórð­ ings øld – kunnu vera við til, at hesar gravir verða vígdar og settar í karmar, sum hóska hesum hvíldarstaði. Eg kenni tað tí sum ein stóran framí­ hjárætt og ábyrgd, sum borgar­stjóri, at siga nøkur fá orð við hetta høvið. Tað er hugaligt, at vit eru so fjølment her í dag – takk fyri tað og hjartaliga vælkomin, øll somul. Orð míni verða fá, tí tað er longu sagt so nógv upplýsandi um hetta stað og tann sorgartilburð, ið fór fram 27. november í 1786, tá ið 19 mans av sluppini “Rachel” úr Stromness í Orkn­oyggjunum, sum taldi 22 fórust. 17 av hesum monnum liggja grivnir á hesum staði. Vegna býráðið fegnist eg um, at hesin hvíldarstaður verður frið­halg­aður, og at vit í dag kunnu avdúka henda minnis­ varða og minnisplátuna. Nú vit eru so mong her, vil eg nýta høvið at lesa tað, ið stendur á minnisplátuni, fyri okkum øllum – her stendur skrivað: TIL MINNIS UM WILLIAM MELVIN OG TEIR NÍTJAN AV MANN­INGINI, SUM FÓR­UST Í SKOTA­BUKT­INI VIÐ SLUPPINI “RACHEL” ÚR STROM­NESS Í ORKN­­OYGGJ­ UNUM TANN 27. NOVEMBER 1786. Orðatakið sigur, at mangir leikir eru í drúgvum talvi, og soleiðis er eisini í hesum máli, sum nú, loksins, kann verða sett í hóskandi virðiligar karmar. Nakrir persónar hava havt týðandi leik­ lutir, sum hava verið avgerandi fyri, at vit í dag hava fingið virðiligar karmar um hetta hvíldar­stað, so tað kann verða frið­halgað. Eg skal nevna hesar persónar og vegna býráð­ið bera fram eina hjartans tøkk: 1. Poul Justinussen, Poul á Fuglberg, sáli, lat pening til endamálið at seta økið í stand. 2. Amalia Poulsen hevur latið akkerið – akkerið hevur verið í varðveitslu í heimi teirr a meir enn 200 ár. 3. J. P. Gregoriussen, arki­tektur, gjørdi eitt uppskot til hvussu økið kundi síggja út – og hevur tillagingin verið í tráð við hetta uppskotið. 4. Stephen Hagan, Convener frá Orkn­ oyggjum, er komin til Føroya í hesum sam­­­bandi at avdúka minnis­plát­una, sum býráð­ið í Strom­ness hevur latið. Hetta er fyrsta ferðin síðan skaðatilburðin í 1786, at alment um­boð fyri Orkn­oyggjar vitja aftur í Svínoy, so talan er veruliga um ein søguligan dag í dag. 5. Eyðun Jacobsen hevur fyrisitið arbeiðið við at fríðka um í økinum kring Skota­gravirnar. Í hesum arbeiði hevur hann havt hjálparmenn, sum eru Ólavur Thomasen, Bjarti Thomasen, Páll Thomasen og Petur Danielsen, sum hava verið við uppá skift til ymisk arbeiði her. 6. Jan Ellebye Andersen, múrarameistari, hevur fest minnisplátuna á steinin. 7. Innlendismálaráðið og Landsverk, ið varða av og umsita stuðulsjáttanina til útoyggja­menning hava veitt hesi verkætlan stuðul. Tykkum øllum vil eg – býráðsins vegna – bera eina hjartans tøkk. Somuleiðis ein hjart­ ans tøkk til kvartett­ina frá Klaks­­víkar Horn­­orkestri, ið setur sín serliga há­tíð­ardám á hesa løtuna. Takk fyri tykkara trú­ festi. Tøkk til Una Næs, dómpróst, Hera Joen­sen, sóknar­prest, og Elsu Funding, sóknarprest. Saman við okkum í dag, er eisini Mr. Alexander J. Cluness, Convener í Hetlandi. At enda vil eg venda mær til Mr. Stephen Hagan, Convener í Orknoyggjum. Mær er upplýst, at starvið sum Convener í stóran mun kann sammetast við okkara Løg­mans­starv, hóast teirr a stjórnarskipan ikki er tann sama sum okkara. Dear Mr. Stephen Hagan, Convener. On behalf of Klaksvík Council I thank you for showing us the honour by visiting the Faroe Islands and for coming here to the island of Svínoy to unveil the plaque, that the council of Stromness has donated. With this historical ceremony today a two hundred and twenty five year long history finally comes to a suitable and dignified conclusion, as the resting place of 17 of those 19 men from your country finally is set in suitable surr oundings. Gunvá við Keldu Ein 225 ára gomul søga sett í virðiligar karmar