mikudagur 31. august 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. august 2011 · Nr. 100
18
Sosialurin
Nøvn
Seinasta
sunnudag
fylti
ein væl kendur Sandavágs
maður, Heini Frits Petersen,
fyrrverandi
lærari,
75
ár.
Føðingardagin helt hann í SÍF-
húsunum í flaggskrýddu heim
bygdini, har stívliga 200 gestir
vóru komnir saman at fagna
føðingardagsbarninum.
Tað mundi helst vera í
einum fimleikatíma á lærara
skúlanum í august mánaði
1954, at eg á fyrsta sinni bar
eygað við hendi fríða og fima
unglinga, ið har royndi sínar
liðir og limir.
Seinni sá eg hann stundum
í KFUM og aðrastaðni í býnum,
har hann gekk so spelkin
og spákaði eftir Áarvegnum
saman við øðrum ungdómum.
Tá var Havnin lítið meir enn
ein fjórðing av tí, hon er nú,
so ungdómurin kom skjótt at
kenna hvør annan. Eg fekk tí
eisini skjótt uppspurt, at hesin
læraraskúlanæmingurin
æt
Heini, og at hann var ættaður úr
Sandavági. Hjá mær var lærara
útbúgvingin tá hálvliðug, so
vit møttust mest í fimleikatím
unum, ið tá vóru felagstímar.
Eg haldi, tað eisini mundi
renna saman millum Heina og
Marnu í Havn, har hon tá starv
aðist á telefonstøðini. Marna er
ættað av Høgabóli í Saltangará.
Á sumri 1958 kom Heini úr
Føroya Læraraskúla við sera
góðum úrslitum, og varð hann
longu tað heystið læntur lærari
í Millum- og Realskúlanum í
Tórshavn.
Seinni sama ár gjørdist
hann lærari í Æðuvík, Søldar
firði og á Glyvrum. Men longu
árið eftir kom hann sum lærari
í heimbygdina og frá 1961 í
Miðvágs-Sandavágs skúla, til
hann fór frá við eftirløn.
Men Heini vildi útbúgva
seg enn betur til lærarastarvið
í tí nýggja preliminer- og
seinni realskúlanum á Gilja
nesi, og fór hann tí longu
skúlaárið 1962-63 á ársskeið á
Danmarkar Læraraháskúla.
Vit báðir komu so at
arbeiða saman í skúlanum
á Giljanesi í eini 12 ár, til eg
fór í annað starv, og minnist
meg við gleði og tøkk aftur á
skúlaárini vesturi í Vágum.
Marna og Heini hava nú
skjótt verið gift í hálva øld.
Tey eiga 4 børn: dóttrina,
Eyðgerð, ið er lærari, og teir
tríggjar synirnar: gudssonin
Jógvan, ið er skipsførari á
einum av størstu skipunum
hjá Maersk, Jens Paula, ið er
sivilverkfrøðingur og virkis
leiðari á tí nýstovnaða flaka
virkinum í Runavík og Signar,
sum er djóralækni.
Tey kunnu nú eisini fegnast
um tey mongu abbabørnini, ið
javnan koma inn á gólvið, og
so langabbabarnið, sum nú
eisini er komið í verðina.
Hugsi eina løtu sum hesa
eisini við takksemi um tær
mongu hugnaligu løturnar, vit
plaga at støkka inn á gólvið hjá
tykkum.
Marna er tann stilla kvinn
an, ofta við einum blídligum
brosi. Hon er blíð at koma inn
til, sáttlig av lyndi, vitug og
fylgir væl. Hon letur gjarna
okkum báðar práta, smýgur
sær bert ljódliga burtur, og
áðrenn tú varnast, er ein góður
drekkamunnur á borðinum.
Soleiðis kenni eg Marnu.
Heini er av øðrum bergi
brotin. Hann er eisini gesta
blíður, sera prátingarsamur,
fryntligur, lættur av lyndi, ofta
brosandi og skemtingarsamur.
Minnist
manga
løtuna,
vit hava sitið og prátað, og
okkurt láturligt er havt á lofti,
hvussu hann tá kann hava
sitið í skellilátri og tráðspurt
meg um hvør og hvønn og hví
og hvussu, so láturin mundi
ongan enda fingið.
Hetta eru yndisløtur hjá
Heina, tí hann hevur frálík
evni at síggja tað skemtiliga
og stundum kanska eisini
komiska í mongum og hvørj
um, sum vit helst ikki skjøtta
stórvegis um.
Heini er ein hugnaligur
og dámligur maður at vera
saman við. Minnist manga
góða løtu saman við honum,
Jesari, Jørgini og Johannes
Olsen, tá ið vit ofta út á nátt
ina sótu í sangkóranevndini og
stungu út í kortið, sum dagsins
politikarar nú á døgum plaga
at siga. Tað vóru hugnaløtur
burturav.
Hóast vit fluttu til Havnar
fyri sløkum 40 árum síðan,
hava vit sjálvandi varðveitt
sambandið fyri vestan og
mangan sitið væl inni hjá
tykkum báðum, Marnu og
Heina, sum vit her vilja nýta
høvið at takka tykkum fyri.
Heini er ein mentamaður,
søgufróður, sera gjølligur og
gevst tí sjáldan at spyrja, fyrr
enn samrøðuevnið er lýst so
út í æsir, at tann, ið spurdur
verður, einki meir veit at siga
ella geva upplýsingar um.
Hann spyr ikki bert fyri at
spyrja, men tí hann fegin vil fáa
at vita, og ta vitan hevur hann
so eisini varðveitt og givið
komandi ættum til ognar.
Hetta viðfødda forvitnið,
hann hevur, eru jú grund
leggjandi eginleikar hjá ein
um og hvørjum granskara og
fortreytir fyri meiri vitan og
kunnleika, tí tann, ið einki
spyr,
mennist
sjáldan
til
menska menniskju.
Heini fekk tí eisini nógv
álitisstørv litin til í heim
bygdini: 6 ár var hann í
bygdaráðnum og tá tey 4 sum
formaður, sat mong ár í barna
verndini og sum stýrislimur
fyri Ellisheiminum.
Hann hevur verið 30 ár í
hagastýrinum fyri Oknadali,
av teimum 2 ár formaður. Í
nevndini fyri Lions Club fyri
Vágar hevur hann verið í mong
ár, eisini forseti í nøkur ár,
og nú árini eru komin, hevur
pensjonistafelagið
sjálvsagt
eisini havt boð eftir honum,
- læraranum við tí vøkru hond
skriftini og góða penninum.
Í kirkjuráðnum hevur hann
eisini sitið í mong ár, eisini har
sum formaður.
Deknatænastan hevur leingi
verið í móðurættini, har bæði
abbin og tveir mammubeiggjar
hansara hava verið deknar.
Hesa týdningarmiklu tænastu
hevur Heini nú eisini trúfast
røkt í mong Harrans ár.
Hann lesur avbera væl, og
tað man neyvan vera nakar, ið
veit meir um Sandavágs kirkju,
sum hann hevur miklan tokka
til, enn hann. Tað er tí eisini
mangur dagur, at heitt verður
á hann, tá ið ferðafólk vilja
sleppa at síggja hagan, fjøllini,
bygdina og eina av vakrastu
kirkjum í landinum.
Honum hevur altíð dámt
sera væl bókina. Tí var hann
eisini í mong ár bókavørður.
Tað gongur eisini sjón fyri
søgn, hvussu væl tað liggur fyri
hjá honum við tí skrivliga.
Eitt dømi í so máta er
barnabókin: Emil úr Lønne
bergi eftir Astrid Lindgren,
sum hann í 1978 týddi til
livandi føroyskt barnamál.
Eg segði, at Heini var gransk
ari. At so er, kom ikki minst til
sjóndar í Mikkjals bók, sum
hann og Jákup Reinert Han
sen hava lagt úr hondum.
Gott, at tú við hesi bókút
gávu var við til at seta skyld
manni tínum henda virðiliga
varða!
At Heini so eisini hevur
arvað onkra skaldaborna ílegu
úr ættini er eyðsýnt av tí fram
úr væl yrkta sálminum: Her við
strendur hevur staðið kristin
kirkja øld um øld, har vit í hugan
um síggja henda smádreingin
sita har frammi í deknastóli
num hjá abba sínum og eygbera
fedrarnar, ið stillisliga koma
innar í skipið at seta seg:
Trúliga við sálmabókum
gingu fedrar kirkjuveg,
húgvurnar av høvdi tóku,
fóru innar, settu seg.
Kendu á sær halgan frið,
har teir sótu lið um lið,
høvur varð framyvir borið,
bóðu Jesus signa orðið.
At Heini eisini hávirðir og
sýnir
takklæti
sítt
móti
teimum, ið undan hava gingið,
er ikki minst eyðsýnt í vakra
og væl yrkta sanginum: Fedrar
nir, ið aldu meg, har bert hetta
brotið verður endurgivið:
Fedrarnir, ið aldu meg,
varnir tróðu bygdarveg,
gjørdu ongan háva.
Tóku alva sær í hond,
greindu honum fjøll og strond,
eiggilig var gáva.
Lærdu unga ættarlið
góðan fróðskap, fornan sið,
fedratrúgv hátt mettu.
Vit at bera fingu tað
virðismikla ættarfæ,
gomlu av sær settu.
Tvær yrkingar, ið bæði máls
liga, innihaldsliga og bygn
aðarliga bera prógv um, at
soleiðis kann bert eitt gott
skald yrkja. Mær tykir, at
her stendur hann einki aftan
fyri skyldmann sín Mikkjal,
og skaldsligi skyldskapurin
er eisini sum togaður úr
tonnunum á honum.
Sama er at siga um týðing
hansara
av
jólasálminum:
Gleðinnar hátíð, eftir Valdimar
Briem.
Bert spell, at hann ikki hevur
givið okkum fleiri sálmar.
At Heini so eisini er av
hildin “lejlighedsdigter”, sum
Danir siga, er sjálvandi lætt at
skilja. Har liggur helst eitt hav
av yrkingum goymt í onkrari
skuffu.
Síðsta bókliga bragdið
higartil er so bókaverkið,
sum hann og Jóannes Heine
sen góvu út í fjør: Av fjalli at
fjørustrond við staðarnøvnum
og húsum og fólkum í Sanda
vági. Vorðin sum dýrgripur
at eiga hjá Sandavágs fólki og
øllum teimum, ið onkursvegna
varða av bygdini.
Og mær vitandi arbeiðir
hann framvegis við bókút
gávu, sum hann vónandi kann
dugna okkum við í næstum.
Góði Heini! Hjartaliga til
lukku við degnum og øll góð
framtíðarynski frá mær og
mínum.
Petur Jacob Sigvardsen
Mentamaður fylti sjeyti fimm
TØKK