Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-31, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. august 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 31. august 2011 · Nr. 100 Sosialurin Kjak Tað er ongin ivi um, at mein­ ingarnar eru ymiskar eftir ein fótbóltsdyst, bæði frá áskoðarum, leikarum o.ø. um avrik dómarans. Hettar kann eg siga sum royndur fótbóltsdómari og nú virkandi fótbóltsdómara eygleiðari. Haldi at FSF kann ikki verða at sær komið at verja slík úttalilsir um Lars Muller (sum var dómari í dystinum) sum Jákup Mikkelsen kemur við beint eftir steypafinaluna um Løgmanssteypið. Sjálvandi skal hetta geva leikbann. Tað verður tosað um málið viðv. Bartal á sinni har hann fær 2 dagar leikbann. Her velur FSF at saman­ bera seg við Bretland og vil gera mun á, tá ivi verður sáddur viðv. gegni ella evnum hjá ein­um dómara, tá fellur hamarin (sí grein á portali­ num). Meðan støðan er ein onnur tá leikari ella dómari úttala seg um dómaraavgerðir og um hettar hevur kostað teimum sigurin ella ikki, her skal eftir úttalilsunum hjá Kappingarnevndini ikki fella nøkur revsing, bert ein átala (”eg spyrji bara átala fyri hvat um onki galið er farið fram”). Hesar tulkingar skal eg lata liggja beint nú. Men heldur vísa á, at tað var ikki tað, Jákup Mikkelsen gjørdi eftir Steypa­dystin í Klaksvík, hann ynskir steypa­vinnar­unum EB/ S tillukku sum eisini er í lagi. Men sam­stundis ynskir hann dómaran­um í dystinum Lars Muller tillukku við hesum sama sigri, og HER er tað at FSF eigur at sláa hart niður á hettar úttalilsið og geva Jákup Mikkelsen leikbann, tí hettar er ein háan ímóti øllum fótbóltsdómarum og ikki minst Lars Muller persónliga. Støð­ an hevði verið ein heilt onnur, um Jákup hevði valt at ging­ið framvið Lars og sagt hettar við hann og ikki fyri opn­ari mikro­ fon, so kundi dóm­ar­in gjørt nakað við tað, um hann vildi ella latað verða. Um Jákup hevur verið okkara landslismálmaður og verið uttanlands og leikt pro- fótbólt, so skal honum ikki verða loyvt at háða íttrótt­ ar­fólk í leiki soleiðis, sum hann her hevur gjørt ímóti dómaran­um sum var í steypa­ finaluni í Klaksvík. Eftir hesa avgerð FSF’s kunna í prinsippinum øll háða allar fótbóltsdómarar fyri opnari mikrofon, um teimum hóvar tað, uttan nakrar avleiðingar, t.v.s. um FSF ikki beinanvegin broytir hendan dómin/avgerðina. Eg sakni eisini leiklutin hjá FDF í hesum málinum, hví traðka tit ikki alment fram og siga tykkara hugsan um málið. Var tað rætt, so tók ongin fótbóltsdómari floytuna til dystirnar sum leikast skula nú. Um ikki meira viðring kann vísast fótbóltsdómarunum í Føroy­ um og FSF ikki sær eina slíka støðu sum sera, sera álvar­ sama og rættar sína avgerð. Góðu fótbóltsdómarar, standið saman og bakkið hvønn annan upp, tá slík on-fair play hendingar ráma tykkum í fótbóltsleikinum. Við ítróttarkvøðu Jónfinn Olsen Fúl skomm og vanvirðing fyri og av øllum Fótbóltsdómarum í Føroyum “Sentraliseringin av sam­ felagstænastum seinnu ár­ini hevur havt við sær sentrali­ sering av fólka­meingi­num í Føroyum” er ein av pástand­ unum hjá Brandi Sandoy í grein um dagarnar. Hvørjar miðsavnaðar “samfelags­tæn­ astur”, talan er um, nevnir hann tíverri ikki. Mín pástandur er, at tað eru ikki tænastur frá almennu Føroyum ella almenn arbeiðs­ pláss, sum draga fólk til meginøkið. Tað er hin­­vegin ein veruleiki, at mið­­økið er einasta økið í landi­­num, sum hevur orku til at bjóða fólki umstøð­ur, tey trívast við. Fólk vilja búgva her og úti­setar vilja onga aðra­staðni búgva, tá og um tey flyta heimaftur. Pástandurin hjá Brandi um, “at fáa ung heim­aftur fyri at vaksa um almennu fyri­siting­ina gevur onga meining” vísir væl hugsunar­ háttin, tí Tórshavnar komm­ una hvørki skapir almenn arbeiðspláss ella á nakran hátt dregur fólk til Havnar til at virka innan tað almenna. Tvørturímóti berjast vit ein náði­leysan bardaga at varð­ veita almennar stovnar og arbeiðs­pláss, so teir ikki verða tvingils­fluttir úr býn­­um, til stóran ampa fyri starvs­­fólk og av­­varð­­andi. Hetta merkir ikki, at vit gloyma útjað­­­aran, tí vit hava eisini ein rættiliga væl­­virk­­­andi útjað­­ara í Tórs­ havn­­ar komm­­unu, bygdir og oyggjar.   Almennur stuðul frá Fólkaflokkinum? Brandur vísir síðan á, at “í øðrum londum hevur man fyri fleiri árum síðani viður­ kent, at tiltøk eru neyðug til tess at tryggja at lív eisini er í útjaðara­num.”  Ein sera ivasamur pá­stand­­ur, men tað er kortini væl akkurát tað, føroyingar hava gjørt. Vit brúka lutfals­liga øgiligar upphædd­ir til samferðslu og trivnað í útjaðaranum. Tað mest ótrúliga er pá­ stand­urin, at “vit missa stórt ríki­dømi, tann dagin bygdir og oyggjar av­toft­ast. Vit mugu tí sum skjót­ast seta skip­anir í verk, ið stimbra hugin at bú­ leikast í út­jaðaran­­um”, og so skjýt­ur fólka­­­­floks­­­­maðurin upp, at tað almenna skal fíggja hes­ar skip­­­­­an­ir uppá be­­kostn­­­ ing av mið­­­øki­num, sum ann­­­ars hevði notið væl av íløgunum. Høvuðsstaðurin er tann einasti, sum kann tryggja, at Føroyar kunnu kappast við býirnar í grannalondunum um hesar fortreytir – og soleiðis eisini um tey kom­ andi ættarliðini. Men vit kunnu ikki byggja nakað sam­ felag út við at drena høvuðs­ staðin fyri fólk og orku fyri at halda lív í einum útjað­ara, har fólk ikki vilja búgva.   Vit kenna fakta Uppskotið um at drena Vinnu­ framagrunnin til enda­málið og veita almennan stuðul til út­jaðaran er fyri tað fyrsta vána­ligur fólka­floks­poli­tikk­ur, í øðrum lagi púra burturvið. Í gomlum døgum fóru føroyingar á háskúla í Dan­ mark. Tað kostaði at ferð­ ast, nógv komu ongantíð heimaftur. Serliga genturnar komu ikki aftur. Tað vil siga, vit høvdu sama trupulleika tá sum nú. Vit høvdu ikki nógmikið at bjóða teimum, til tess at lokka tey heimaftur. Munurin millum tá og nú er, at nú vita vit, hvør orsøkin til. Tí vit hava í áravís kannað í Danmark og í Bretlandi fyri at vita, hvat hevur týdning fyri avgerðina hjá teimum ungu um, hvar tey velja at liva og virka, tá tey eru liðugt útbúgvin. Eins og aðrastaðni í verðini er mentanarlívið ein avgerandi faktorur. Vit vita, at tá tað fyrr vóru vinnukarmar og vinnu­ møguleikar, ið avgjørdu, hvar fólk valdu at seta búgv, er tað í dag í stóran mun mentan, og í hvønn mun samfelagið er tollynt móti alternativt hugsandi fólki. Og sum eg havi endurtikið óteljandi ferðir – ungdómurin treytar sær at búgva í Havn, skal hann koma heimaftur.   Vit hava ein útjaðara Tað eigur heldur ikki at koma nøkrum dátt við, at Havnin sum høvuðsstaður hevur nógvar fíggjarligar skyldur álagdar, sum onnur ikki hava. Tvørturímóti lyftir Havnin fleiri landsuppgávur. Vit hjúkla eisini eftir føri­ muni um okkara útjaðara, men vit blaka hvørki komm­ unalar ella almennar pengar eftir lokalum pro­sjekt­um, sum ikki eru burðardygg. Útjaðarin skal ikki yvirliva av almennum stuðuli, men av burðardyggum hugskotum, sum bera seg undir somu fortreytum sum aðrastaðni. Útjaðarin kann bert yvir­ liva, um fólk hava vilja til at búseta seg har. Vit kunnu ikki tvinga tey og eiga ikki at gjalda teimum fyri tað.  Vit mugu hava ein mun­ andi búskaparvøkstur og ein veruligan fólka­vøkst­ur, skulu vit framhald­andi mennast sum vælferðar­sam­felag. Antin vaksa vit ella minka vit. Her finst eingin millum­ vegur, og allar fram­rokn­ingar vísa, at vit í Føroyum um 25-30 ár verða eini 15-20.000 fólk færri enn í dag, um vit lata standa til. Gera vit onki, kann samfelag okkara fara fyri bakka – fyrst spakuliga og síðani skjótt. At ágangurin á Havnina heldur fram sigur okkum fyrst og fremst, at vit fram­­ vegis ikki hava skilt boð­skap­ in um, at tá Havnin hevur tað gott, hevur restin av Føroy­­um tað gott. Eg havi endur­­tikið ótelj­andi ferðir, at tað er eitt faktum, at er ikki fram­­gongd og vøkstur í Havn­­ini, so er aftur­gongd í Føroyum. Skulu Føroyar yvirliva og mennast sum land og standa seg í altjóða kappingini um vitan og tilfeingi, er neyðugt at sleppa stuttskygdum ætlan­­­­um, sprotnar úr lokal­ um ørviti­­skapi, sum fyri sam­ felagið kosta tað tvífalda og tvinga okkara ungu fólk av landi­­­num at nema sær út­ búgv­­ing og finna nøktandi fak­ligar avbjóðingar. Harnæst er tað at keypa sær atkvøður úr út­jað­aran­ um við pen­ingi úr Vinnu­ frama­­grunni­num eitt sindur ússaligt. Heðin Mortensen borgarstjóri Skal Vinnuframagrunnurin fíggja útjaðaraatkvøður?