Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-31, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. august 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 31. august 2011 · Nr. 100 20 Sosialurin Fólkatingsvalið snýr seg í stóran mun um, hvørt vit vilja hava sjálvstøðuga og frælsa umboðan á fólkatingi, ella vit skulu venda aftur til tað gamla, har føroyskur politikkur druknar í donskum flokkum og partapolitikki. Um flokkarnir framman­ undan hava selt sína atkvøðu til eina danska stjórn ella ein danskan flokk, so verður ongin møguleiki fyri at hava veruliga ávirkan til frama fyri føroyska fólkaræðið. Fremstu málini í hesum val­ stríði eiga at vera: 1. At skapa fólkaræði í Føroyum At vit skulu tryggja, at tær stóru avgerðir um okkara uttanríkismál, fíggjarmál og rættindi verða tiknar í Føroyum – og ikki gjørdar av á Christiansborg og í Brússel. Komandi árini eru avgerandi mál á skránni fyri føroyska fólkaræðið, sum til dømis: - Makrelmálið, har Dan­ mark er mótpartur hjá Føroy­ um umvegis ES. - Handilsforðingar – har okk­ara altjóða støða ikki loyv­ ir okkum at røkja føroy­sku áhuga­mál á ein skipaðan hátt. - At Danmark tekur av fyri­ varnini mót­vegis ES og legg­ur fleiri av­­gerðir um okkara fram­ tíð til Brússel um uttan­ríkis­­mál, rættar­­skipan og verjumál. - Nýggjar reglur fyri pen­ inga­­stovn­ar, ið hava bein­leið­ is ávirk­an á hvørt húsar­­hald og alla vinnu í Føroyum. 2. At skapa fólka­ vøkstur í Føroyum At halda fram tað stóra arbeiðið hjá Norður­atlants­ bólkinum at knýta føroysk­ar útisetar at føroyska sam­­felag­ num. Og at fáa nógv fleiri lesandi og størri tal av kvinn­ um til Før­oya ella á annan hátt at taka lut í føroysk­ari samfelagsmenning. Higartil hevur Norður­ atlantsbólkurin gjørt eina røð av átøkum at fáa lýst tað ovurstóra tilfeingi, ið vit eiga eisini uttanfyri landoddarnar og at betra um møguleikarnar fyri fólkavøkstri í Føroyum. Í løtuni verður ein størri kann­ ing gjørd um tey rætt­indi, ið føroyingar, grøn­lendingar og danir eiga hvør hjá øðrum, og hvørji átøk eiga at gerast til tess at gera tað lætt og smidligt at flyta í millum londini. Til dømis: • Familjurættindi – harí­ millum rættindi til børn og arv í sam­bandi við hjúnarband og hjúnarskilnað • Sosial rættindi – harí­ millum rætt­indi til pensjón, almanna­veitingar o.a. • Útbúgvingarrættindi • Rættindi á arbeiðsmarkn­ aðinum – harundir at til arbeiðs­loysisstuðul • Mentanarlig rættindi 3. At skapa skapa virðing fyri føroyskum sjálvstýrisstríði og rættinum at virka undir egnum samleika Tað hevur eydnast at vinna stóra virðing fyri føroysk­ um sjálvstýrisstríði og fyri rættinum at virka undir egn­ um samleika í heimi­num. Bæði millum danskar politisk­ ar flokkar, í almenn­inginum og í norðurlendskum og altjóða samstarvi. Hóast áhuga­­­málini eru ymisk og trupult at broyta viður­skift­ ini, tá rættar­­­støðan í Føroy­ um er ógreið, so ber gjøgnum fólka­­­tings­­arbeiðið støðugt til at trýsta á fyri altjóða viður­ kenn­­ing og lima­­skapi innan bæði politisk­­ar, mentanar­ lig­ar og ítróttarligar felags­ skapir. 4. At seta Norður­ atlantshav í miðdepilin Áhugin fyri tí ovurstóra tilfeingi í Norðurhøvum, veðu­ r­lags­broytingum, trygd og tilbúgving veksur í hvørjum. Eisini gjøgnum fólkatings­ arbeiðið skulu vit støðugt menna samstarvið millum londini kring Norðuratlants­ hav og seta rættin hjá tjóð­ unum í Norðurhøvum at velja sína egnu framtíð ovast á dagsskránna. Sjálvstøðuga og frælsa rødd á fólkatingi – ella drukna í donskum flokkum og innanríkispolitikki Høgni Hoydal Vit eru greið yvir at hetta er ein kostnaðarmikil byrða, men vit vita eisini at hetta er neyðugt. Fíggingina av samfelagnum hava vit av skatti, tolli og so nakrir snøklar, men ikki so lítið av hesi fígging kemur frá blokkinum. Nærum allur peningurin frá blokkinum verður nýttur til vælferðargeiran, tí júst henda partin av samfelagnum hava javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin staði saman um, teir sonevndu heimastýrisflokkarnir, nú meira samríkisflokkarnar. Serliga javnaðarflokkurin er ein borgan fyri tey minni mentu, og teimum sum eru illa fyri, so ella so. Hetta, sum er uppbygt, eiga vit sjálvandi at varðveita, men vit verða kanska noydd at umraðfesta fíggingina, finna aðrar inntøkur ella at spara. Til tað seinna er loysnin nokk at spara innan tað almennu fyrisitingina. Vit hava ov nógv aðalráð, og tað eru alt ov nógv økir sum yvirlappa, ella sagt øðrvísi: Fleri hendur gera sama arbeiði. At finna aðrar inntøkur er annaðhvørt at hækka skatt og toll, ella at økja virksemið soleiðis at allar hendur arbeiða, og arbeiða meira. Tað er ongin loysn at hækka skattin, tí tey lægst løntu eru nógv verri fyri enn tey flestu geva sær far um. Tað sum kortini kundi verði hugsað um er ein skattastigi, har teir breiðastu herðarnar bera størri byrðina. Og hví ikki byrja við løgtingsfólkunum, har tey flestu hava minst tvey størv ella fleiri. Sjálvstýrisflokkarnir, yvir ein kamb, vilja hava blokkin minkaðan ella heilt avtiknan. Tað sum er ræðandi í hesum er, at tey hava onki boð um, hvussu so vælferðarsamfelagið skal fíggjast. Tey vilja ikki fara niður í løn, og tey vilja ikki gjalda meira í skatti, hóast tað hevði víst samfelagssinni. So langt røkka teirra romantisku sjálvstýrisdreymar kortini ikki. Blokkurin er partur okkara av ríkisfelagsskapinum, hann er okkara rættur og má ikki tódna meira. Levi Mørk valevni fyri allar Føroyar Javnaðarflokkurin Blokkurin má ikki tódna Í gjøgnum ártíggir hava vit bygt upp okkara vælferðarsamfelag, og serliga okkara forfedrar hava lagt nógv fyri hesum viðvíkjandi. Vit hava nógv vælvirkandi økir innan hendan geiran og kundi hugsa okkum, bæði eina víðkan og eina betran Valgreinar