Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-31, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. august 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 31. august 2011 · Nr. 100 Sosialurin Fólkatingsvalið 2011 Síðani fólkatingsvalið í 2001 hevur Mið­flokk­urin bjóða valevni fram, sum eru fús at at um­boða Føroy­­ar á fólka­tingi. Hetta tíðar­skeiðið er undir­ tøkan fyri flokkinum vaksin frá 150 at­kvøð­­­um í 2001 til 1573 við fólkatings­valið í 2007. Meðan summir flokkar siga seg fara á fólkating fyri ikki at blanda seg, og aðrir ætla sær hagar fyri at virka fyri avtøku av hesum sessum, so er Miflokkahugsanin ein heilt onnur. Vit meta hesar sessir vera eitt aktiv fyri før­ing­ar, eitt aktiv, sum, í røttum hondum, kann verða Føroy­um og føringum til stórt gagn. Tí vildi eitt Miðflokka-umboð eisini farið á fólkating at virka fulltíðar. Miðflokkapolitikkur fer um landamørk? Spyr tú hvørjar møguleikar eitt Miðflokka­ umboð hevur á fólkatingi, so er svarið, at vit meta møguleikarnar at vera ótaldar. Fyrst av øllum er Mið­flokka­politikkur ikki ávirk­aður av landamørkum, so etiski, moral­ ski, sosiali, uttan­ríkis, búskapar ella vinnu­­ politikkur Miðfloksins, fyri at nevna dømir, vildi verið at hoyrt á fólkatingið ájavnt við sjónar­mið donsku flokka. Um­framt hetta vildi Miðflokka­umboðið nýtt alla orku aftur og aftur at kunna danir, í fólka­tinginum og í donsk­um fjøl­miðlum, um Før­oyar og serføroysk viðurskifti. Týdningurin av at kunna danir um Føroyar At tey, sum stýra á danatingi, eru nóg væl kunnaði um Føroyar, er sera umráðandi, og royndir mínar, frá sam­starvi við danir, eru, at so er ikki. Hetta ber m.a. við sær, at lítið atlit verður tikið til serføroysk viðurskifti, tá t.d. danskar lógir verða settar í gildi her heima. Hesar lógir dana eru jú nærum allar komnar úr ES, sum Føroyar ikki eru limir í. Men Føroyar eru jú ein lítil tjóð sam­mett við hesar stóru, og umráðandi er, at taka hædd fyri tí. Alt ov ofta enda vit við torskild­um og óneyðuga umfat­andi lógum, sum hótta við at kvala okkara lítla samfelag. Eitt Miðflokkaumboð vildi havt eitt vakið eyga við lógar­­økinum og roynt at sett ser­ føroysk fingra­merki á tær lógir, sum fyrr ella seinni kundu hugsast at verðið settar í gildi í Føroyum. Umframt beinleiðis lógir verða eitt ótal av avgerð­um tiknar á fólkatingi, sum bein­leiðis ella óbein­leiðis ávirka Føroyar. Eitt Miðflokka­um­­boð hevði verið aktivt og væl fyrireikað til­­stað­­ar at ávirka eina og hvørja avgerð, sum kann hugs­ast at fara at ávirka land okra nú ella seinni. Ein aktiv hjálp til útisetar Saman við beinleiðis politisk­ari ávirkan á fólkatingi vildi eitt miðflokkaumboð verið tøkt at veitt føringum í Danmark, einstakling­ um ella fyritøkum, sum tørva ráð og hjálp, eina hjálpandi hond. Fáa føroysk sjónarmið út í heim Samanumtikið metir Mið­flokkurin fólkatings­ sessirnar verða frálíkar møguleikar at fáa føroy­sk sjónarmið út í heim. Ístaðin fyri ein­víst at leggja seg undir so­kallaðu alheims­ gerð­­ini, vil Mið­flokk­urin kunna um tær dygd­ ir, sum føroy­ska samfelagið hevur. Dygd­ir, sum flestu eru arvaðar frá forfedr­u­n­um og mangan grund­­aðar á klett. Vit meta tað týdn­ ing­ar­­mikið og ein forrætt at kunna breiða hesar víð­ari út til aðrar tjóðir og onur fólk. Vón okkara er, at enn fleiri fara at atkvøða øðrvísi við hetta fólkatingsvalið. Ein atkvøða fyri einum miðflokkaumboði á fólkating er ein góð íløga. Jenis av Rana Formaður Miðfloksins Hví Miðflokkurin stillar upp til fólkatingsval Tað, sum Engell sóknast eftir er, at tey bæði umboðini føroyingar eiga í Fólka­ tinginum áttu at havt ein nógv størri leiklut millum manna og í donsku miðlum, har tað varð kunnað um føroyska samfelagið, føroy­ ska vinnulivið, føroy­ska mentan og siðsøgu v.m. Ofta standast trupulleikar millum danir og føroyingar orsaka av, at kunningin er ov vánalig og vitanin, sum danir hava til føroysk viðurskifti, er avmarkað. Føroysku umboðini hava tíverri heldur ikki gjørt støðuna betur. Ì staðin fyri at standa saman um at bera føroy­­sku sjónarmiðini fram, hava um­boðini hjá ávika­ vist Tjóð­veldi og Sam­bands­ flokkinum verið røsk til at bera ósemj­urnar í Før­­oy­­­­um niður á danating. Eitt er, at vit í Føroyum ikki draga eina línu, men at vísa tað út­­eftir er ein nógv størri mein­­­­bogi fyri tað føroyska sam­­­­felagið, enn vit geva okk­um far um. Orsaka av hes­um ósemj­ um á dana­tingi, hava danir kunnað spælt frí­­spæl í føroysk­um málum, og óivað hugsa teir “ja lat bara de fær­ ing­ar slås videre, vi behøver ikke at tage still­ing til noget som helst”. Vit kunnu nevna fleiri dømi m.a. veður­lags­ sam­­­ráð­­­­ing­­­ar­nar, broyt­­­­ingar í løg­regl­­­uni, hvala­­­veiðu­­­­ spurn­ing­urin, fanga­­­flutn­ ingur yvir føroysk­­um loft­­rúmi og ikki minst tjóð­ skap­ar­­­­spurn­­­ing­­urin. Skulu vit í Føroyum á nakran hátt gera okkara ávirkan gald­ andi í føroysk­um viður­­skift­­ um er tað nógv sterk­­­ari, um vit standa sam­an, at vit útattil royna at standa sum ein samd tjóð. Tað eru 2 mál, har danir hava verið noyddir til at bakka, tí vit í Føroy­­um hava staðið saman. Tað eina er banka­málið og hitt eg veður­lags­málið. Ì báðum førum var tað eitt samt Løg­ ting, sum hevði tikið støðu til hesar spurn­­ingar, sum gjørdi, at danir vóru noyddir til at ganga føroysku ynskj­ unum á møti. Tað er tørvur á at broyta politiska kós á danatingi, tað er tørvur á at virka fyri diplomatiskum samstarvi heldur enn ósemjum, so­ leiðis at vit fáa okkara áhuga­­­mál ígjøgnum, tað er tørvur á at føroysku fólka­ tings­­­um­boðini boða frá góðum søgum úr Føroyum, tað er tørvur á, at føroysku um­boðini greiða dønum frá tí góða við Føroyum. Føroysku umboðini eiga ikki blanda seg í danskan politikk, men fáa danskar politikarar at skilja føroysku áhuga­málini, føroysku umboðini eiga at virka sum diplomatar í danska Sam­­felagn­um og kunna um føroyskt vinnu­lív, ferða­ vinnu, ment­an o.s.fr. Hetta er tað, sum Fólka­flokkurin vil virka fyri, og eg vil fegin leggja mína rødd til hendan boðskap. Annika Olsen Løgtingskvinna og fólkatingsvalevni Føroyar hava tørv á virknum umboðum á Fólkatingi Tað hava verið fleiri við­merk­ingar frá donskum eyg­ leiðar­um m.a. Hans Engell um, at føroysku fólka­ tings­ um­boðini eru alt ov ósjónlig í danska samfelagn­um Vit mugu øll viðurkenna at hørð rúsevnir eru ein vaksandi trupulleiki í Føroy­ um. Tað er ongin loyna at oftani verða rúsevni tikin í tollinum, men tey tíðindini verða feiaði undir teppi, og skjótt gloymd. Vit halda at upplýsingin man fær um evni í Føroyum stórt sæð kann bólkast undir: “Rúsevni drepa, sig nei!”, og tað halda vit er skeivt. Vit pástanda ikki at rúsevnir ikki drepa, men at boðskapurin í heila tikið missur nógv trúvirðið, bara av at vera so konsekventur, tí tað er himmal víður munur millum rúsevni. Um vit ikki upplýsa nóg væl, kann tað henda seg at onkur roynir t.d. metham­ feta­min í tí trúgv at tað hevur líknandi ávirkan og vandar sum rúsdrekka. Ella vit kunnu koma út fyri at ungdómur doyr tí hann tekur ekstasy og ikki veit at kroppurin krevur nógv vatn í einum tílíkum rúsi. Vit eiga at hava eina miðvísa og opna upplýsing ymsastaðni í samfelagnum, um hvat tey ymisku evnini beinleiðis eru, og hvat tey ikki eru, so fólk og serliga ungdómur veit heilt neyvt og vísindaliga hvørja ávirkan evnini tey kunnu møta hava, og hvørjir vandar tey kunnu hava við sær. Ein annar trupulleiki er atgongd at rúsevnum. Vit meina at revsingar fyri at innflyta rúsevnir skulu avger­ ast eftir hvat vísindin sigur um rúsevni. Viðvíkjandi hørðum rúsevnum meina vit at revsingarnar eru alt ov lagaligar. Amfetamin er eitt av vanligastu rúsevnum í Føroyum, hóast tað er eitt av teimum vandamiklastu. Hetta er orsakað av skeivari løgfrøðiligari revsi raðfesting. Á tí økinum er einfalt hvat kann gerast. Revsingar fyri evnir sum amfetamin eiga at vera so harðar, at tað ongantíð kann loysa seg at royna at innflyta tað. Dávur í Dali Unga Sjálvstýri.fo USJ: Rúsevnismisnýtsla má loysast á skilagóðan hátt