Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-31, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. august 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 31. august 2011 · Nr. 100 22 Sosialurin Kjak Janus D Guttesen Tórshavnar Kommuna hevur fyri stuttum sett upp tráð­­leyst internet (WiFi) á Býar­bókasavninum, í ung­dóms­­klubbanum 188 í Hoyvík og í býbussunum. Men sam­­stundis sum býráðs­­­politik­­arar fegn­ ast, mælir EU-tingið í niður­­ støðu (resolusjón 1815) lima­­ londum sínum frá at seta upp tráð­leyst internet, har børn og ung eru, tí tráð­leysa inter­netið er heilsu­skaði­ ligt. Ístaðin verður mælt skúl­um at brúka fastnetssamband. Tráðleyst internet er skaðiligt fyri heils­una, tí tað sendir út sonevndar mikro­­ bylgjur (elektro­magnet­isk­ ar geislar), sum treingja djúpt inn í manna­kroppin og kunnu elva til kyknu­ broytingar og brýtur DNA streingir. Geis­­ling­­in av tráð­ leysa inter­neti­num verður mált í Mikrowatt/m2. Magda Havas, professari í Environmental and Resource Studies í Ontario í Kanada, vísir í "Ana­lysis of Health and Environmental Effects of Proposed San Francisco Earthlink Wi-Fi Network", til kann­ingar, sum vísa, hvussu mikrobylgjur (t.d. WiFi) ávirka fólk, djór og náttúruna. Her niðanfyri eru nøkur dømi: 0.3 Mikrowatt/m2: Verri motoriskar funk­sjón­ir, reak­ tiónstíð og verri upp­­merk­ semi frá skúla­næm­ing­um og broytt kyns­rata (tvs. færri fødd dreingjabørn). 0.2–8.0 Mikrowatt/m2: Øktist talið av blóðkrabba hjá børnum, ið búðu tætt við mikrobylgjusendarar 1.0 Mikrowatt/m2: Høvuð­ pína, svimbul, irritabilitetur, møði, veikleiki, svøvnloysi, pína fyri bringuni, trupul­leik­­ ar at anda og verri sodning 5 Mikrowatt/m2: Bioke­ miskar og histologiskar broyt­ingar í livur, hjarta, nýrum og heilavevnaði 10 Mikrowatt/m2: Broyt­ ingar í mitokondria (í kyknu­­kjarnum í heilanum/ hippo­campus) Tølini omanfyri eru lítið í mun til, hvat ein telda við tráð­­leysum internet­sam­ bandi í einari skúlastovu send­­ir út av geislum og upp­ aftur verri gerst tað, um tú situr tætt við routaran (beinar­an). Kanad­iska doku­mentar­­send­ingin The Bigg er Picture (eisini nevnd 16:9) kann­­aði eina skúla­­ stovu í Kanada, sum hevði tráð­leyst inter­­net. Her vísti tað seg, at geis­ling­in var 114 Mikro­watt/m2 (beint) við telduna og 2600 Mikro­watt/ m2 við routaran. Tað eru nógv dømi um, at børn og ung, sum ganga í skúlum, ið hava tráðleyst inter­net, hava høvuðpínu og konsentrasjónstrupullei kar og kenna ein undar­ligan tóm­leika í høvdi­num. Men hetta hvørv­ur, tá tey ikki eru í skúla t.d. í vikuskiftunum, sí video­doku­mentar á www. trad­leyst.info, har nógv tilfar er at finna. Franski býurin Hérou­ville Saint-Clair var millum fyrstu býir í heimi­num, ið setti upp tráðleyst internet (WiFi) í 1999. 10 ár seinni – sum fyrsti býur í heiminum – varð tráð­ leysa internetið á skúlum og almennum stovnum sløkt fyri at verja heils­una hjá næmingum og lær­arar­um. Borgararnir í býn­um tóku væl ímoti hesum. Tí vil eg spyrja Tórs­ havnar Kommunu, um hon hevði heils­una og um­­ hvørvið hjá hesum børn­­um og ungu við í sínari met­ing, tá tráðleyst internet varð sett upp á Býar­bóka­savni­ num, í Klubb 188 og í býbuss­ unum. Ella varð tráð­leysa loysnin vald, tí hon tyktist vera meiri nútíðarhóskandi og smartari enn fastnet­ samband? Tráðleyst internet (WiFi) er skaðiligt fyri heilsuna Kommunan eigur bygningin, har fimm familjur leiga – har ímillum eg og maðurin, men, sum eg segð i frá í fyrra lesarabrævinum, ongantíð bleiv gjørt liðugt og enn stendur órørd vegna eina lygn fyri og aðra eftir. Tað var ov kostnaðarmikið, tað var svampur, teir funnu meira skaðar, so var eingin svampur, og tað manglaði ikki peningur, húsið skuldi rívast niður, og so skuldi tað ikki rívast niður. Havi havt ein timburmann inni og hugt og kannað, har var eingin svampur, eingin fuktur, ein lítil vatnskaði, men tað var meira brotið upp enn neyðugt, og tað tók minni enn eina viku at gera alt aftur, ið var broitð upp – fekk eg at vita frá timbur­manni­num, og tað var ikki kostnaðar­ mikið. Nú bíði eg í ein i íbúð í Johannes Patursonargøtu, har trivnaðarnevndin hjá kommununi hevur sett meg at bíða. Ein íbúð, har gólvini eru við at rapla undan mær, fái ikki fingist við mat vegna mangul upp á køk, tó stendur ein komfýrur úti á trappu­gongini beint við síðuna av wc'inum - har wc- hurðin kemur í komfýrin. Havi fingið at vita, at Heilsu­ frøðilga Starvsstovan hevur verið har fyrr og forbjóðað kommununi at leiga hetta út sum íbúð, vegna forholdini av køki og wc. So eg havi livað ógvuliga vánaligt føði­ messugt. Her havi eg verið nú í meira enn trígg jar mánaðir. Teir fyrrnevndu menninir, ið skriktu teppið undan beinu­num á mær hin ringa dagin í mars, eru aftur upp á spæl eina­ferð enn, tað hendi frígg ja­dagin 22. juli. Ein maður ringir á mín mobil og spyr, um mobilnummarið hjá manni­num, hvat hann avgjørt ikki behøvdist, men helt hann líka so gott kundi geva mær boð­ini – at hann hevði verið á Hvarvinum og skift lás út í íbúðini og stongt av – og um nakað var, eg skuldi hava út, so kon­ takta teir, sum hann segð i, so skuldi teir nokk koma við tí, eg reageraði forkert – var ovurfegin í telefonini, tí eg trúði, tað var ein arbeiðs­ maður eg tosaði við, og at nú var arbeiðið byrjað, hann presenteraði seg ikki, og eg kendi ikki málið, nummarið, eg skuldi kontakta, var 3020120. Tá tað gekk upp fyri mær seinni, at 302010 var Snar­skivan, og at tey ikki ánaðu har, hvør hevði ringt til mín, fekk eg gásarhold. Teir høvdu læst allan mín eigindóm av fyri mær, hóast tað ikki var nógv. Klæði, ið hanga har vegna at eg ikki kann so væl hava tey her, tí luktur er í skápinum her. Seymimaskina stóð á boðrinum, tí eg hevði gingið út at seyma eitt hvørt eg skuldi brúka á ólavsøku – s. s. gardinur til her o. a. annað hjá mær sjálvum, har hanga mín ólavsøkuklæði, skótøj, taskur, har stendur frystiboxin, hvar er fari eftir døgurðamati, og m. a. Tað kann eg so ikki nú, tá lásini eru skift, og alt er læst inni fyri mær. Nú vóru góð ráð dýr, og maðurin byrjaði at ringja til Per og Poul og traff síðani ein persón, ið kundi gera nakað við málið, av tí hann var formaður í vissari nevnd. Leygarmorgunin fekk eg so at vita, at ein persónur for at koma við lyklinum, eg snakkaði eisini sjálv við hann, hvar hann segð i, at hann kom, tá hann hevði etið morgunmat, men annars var hann enn í feriu, eg umskyldaði meg, eg skuldi bert í boxina eftir onkrum til døgurða, og tað var alt í ordan, men tá hann kom upp trappugongina ringlandi við lyklum her á Jóannesar Paturssonargøtu ljóðaði søgan óhugnaligari enn nakrantíð. Hví vit ikki vildu verða her í frið - tí hann hevði fingið at vita, at her skuldi alt bygg jast um til okkum, nýgg jan køk og tað heila, og svaraði, sum man nú ger, hampuiga, jamen vit blivu beind inn her fyribils og skuldi ikki ein gong taka for nógv við, tí tað bleiv bert í ein mánað ella so. Eg hevði eisini prøvað at biðið um at eina rest av einum ella ørðum at legg ja á ójavnt trægólv her og fekk nei, tí at eg bert var her fyribils og at her skuldi eingin búgva. Jamen góða tú, segð i hann, er hetta ikki betri enn hatta har úti á Hvarvinum, sum stendur uppbrotið, eg spurdi um hann hevði verið har, nei hann hevði ikki verið har. Hvar eftir hann knappliga fekk øðið og peikaði ímóti mær við knýttum nevum, eg bleiv totalt skelkað av at sígg ja ein so høgan topp á býráðnum ganga amokk, eg fekk ikki ordiliga skil á tí, hann rópti, men hann nevndi tveir yvirbúgvar hjá mær á Hvarvinum, ið høvdu meldað meg, tí hurðin hevði verið opin og ovnarnir frá, eg betali fulla húsaleigu har úti hvønn mánað, eisini nú ímeðan eg ikki eri har, havi adressu har, so eg veit ikki, hvat hann meinar við tí. Síðani fór hann í øðini og smekkaði hurðina so, at alt skalv eftir lítlari løtu kom hann aftur avdempaður og bjóðaði sær at koyra meg út eftir tí, eg skuldi hava úr boxini, men eg takkaði nei. Eg lati meg ikki ústilla, havi aldrin gjørt nøkrum nakað, siti væl um sátt vit øll í mínum nábla har og her og øll mennisku yvirhvøur. Eg skilji væl, at maðurin var strongdur av at ganga tílík fyri hann óneyðug ørindi í frítíðini, men eg skilji enn minni ei heldur, hví eitt so lítisigandi mál hjá kommununi mátti blíva eitt so stórt rumbul, ið ikki kundi fáast upp á pláss aftur, tað stendur sum eitt stórt? Kanska manglaðu teir goymslurúm? (Sang ein fuglur) og at tað mátti onkur vígkja fyri, og kanska er sannleikin tá for eyðmjúk­ andi at siga við borgarin. Havi nú annars fingið at vita, at 23. august fái eg sannleikan um íbúðina verður gjørd aftur ella ei. Í hvussu so er, er mín áhuga fyri 23. august Eg loyvi mær hervið at seta ein spurning til kommununa. Er tað ikki betri at siga meg upp á Hvarvinum heldur enn at halda mær uppi við ósannindum um eitt so litiðsigandi mál? Eg vil, sum ein og hvør onnur vita, hvar er flóti, fái ikki hjálpt mær sjálvum uttan. Ongantíð betri, um eg fekk svar frá tí høga borg­ meistaranum, ið uttan iva kennir meg væl, sum ein ídnan íðkara í míni ítróttar­ grein allan mín ungdóm, hvar hann sjálvur var formaður og rósti mær upp um skýgg ja. Men ikki bara tí, men av virðing fyri hvørjum einstøkum borgara í sam­ felagnum í einum demo­krat­ iskum samfelag, hvar hann sigur, at øll skulu hava tað gott, hann sigur tað ikki, sum eg sigi tað - men sum tann, ið setur dagsskránna og ræður fyri borgum. Birgit Clementsen Bíði eftir íbúð míni Eg skrivaði herfyri um íbúðina hjá mær á Hvarvinum, ið fekk ein vatnskaða í marsmánaði í ár, og sum skuldi verða í ordan eftir 14 døgum til ein mánað, meðan eg í eini tryggingaríbúð skuldi biðja, til arbeiðið varð liðugt