mikudagur 31. august 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 31. august 2011 · Nr. 100
Sosialurin
Ítróttur
Tórshavn Marathon
– eitt altjóða brand
renning Tórshavn Marathon hevur fingið eitt gott umdømi uttanlands. Aftur í ár hava nógvir útlendingar
melda seg til kappingina. Fríðrikur Bláhamar, formaður í Bragdinum fegnast um góðu gongdina
Heri Simonsen
Spurdur um hvat tað hevur at siga
fyri Bragdið, at hava eina so stóra
altjóða heimliga avbjóðing, sum
Tórshavn Marathon, er formaður
felagsins, Fríðrikur Bláhamar iva
leysur:
– Sigast má, at fólk eru sera spent
uppá Tórshavn Marathon, og fólk
eru framúr hjálpsom, tá tað kemur
til Tórshavn Marathon. Hetta gevur
eitt serligt samanhald í felagnum.
Vit uppliva, at summi fólk veruliga
traðka til og taka ábyrgd, og tað er
gott hjá mær at vita, sum formanni,
at ein stendur ikki einsamallur við
øllum fyrireikingunum, greiðir ein
fegin formaður frá.
Kappingin er viðurkend
Fríðrikur Bláhamar fegnast eisini
um viðurkenningina, sum Tórshavn
Marathon hevur fingið uttanfyri
landoddar okkara.
– Ein kann siga, at kappingin er
altjóða viðurkend. Teinurin á mara
thonrutini er máldur av einum ser
frøðingi á økinum. Fríðrikur kann
eisini fegnast um mongu tilmeld
ingarnar til Tórshavn Marathon
uttan úr heimi.
– Talan hevur verið um ein
stríðan streym av tilmeldingum frá
útlandinum. Talan er um tilmeld
ingar úr Póllandi, Noregi, Danmark,
Italia og øðrum londum við.
Nakrir ganga aftur
Fríðrikur kann eisini staðfesta, at
tað eru rennarar, sum hava verið
við á hvørjum ári.
– Vit hava tveir rennarar,
sum hava verið við til Tórshavn
Marathon á hvørjum ári. Tað eru
Hans Birgir »Bigge« Hansen í Havn,
og Sigurd Justinussen av Argjum,
og tað er ógvuliga hugaligt at
síggja.
Vit hava eisini onnur, sum hava
verið við til kappingina 5-6 ferðir.
Eirikur Hansen, sum hevur vunn
ið kappingina áður, verður við fyri
fimtu ferð. Hesi fólkini hava Tórs
havn Marathon, sum eitt mál, og
tað er hugaligt at síggja, fortelur ein
fegin formaður í Bragdinum.
September riggar væl
Spurdur um tað riggar væl at hava
Tórshavn Marathon fyrst í sep
tember, svarar Fríðrikur:
– Veðrið er ofta gott hesa tíð
ina, og undanfarnu árini hava vit
verið heppin við veðrinum. Fyri
munurin við venjingini til Tórshavn
Marathon er, at ein hevur summ
arið at venja í. Tá er ljósasta tíðin,
og ein fær farið seinni av húsum at
venja. Um vit taka Keypmannahavn
Marathon, sum er í mai, so má ein
tá venja frá jólum og frameftir, so
har er ein avgjørdur fyrimunur við
Tórshavn Marathon.
Fríðrikur avdúkaði mánadagin,
at tá høvdu 110 fólk melda seg til
heilt og hálvt maraton. Tað er á leið
sama tilmelding, sum hini árini,
men Fríðrikur veit av royndum, at
fleiri fara at melda seg til komandi
dagarnar.
Verða á torginum í SMS
Bragdið fer at hava ein bás á torg
inum í SMS hesa vikuna, og har ber
eisini til at melda seg til at renna
heilt ella hálvt marathon. Til ber
eisini at melda seg til heilsurenn
ing ella at ganga ein tein. Ofta tá tey
fyrstu møta á torginum í SMS, fyri
at fáa startnummarið til marathon
kappingina, tá fáa onnur brell, og
tekna seg til kappingina í seinastu
løtu.
Bilfríur teinur
Ein afturmelding, sum Fríðrikur
ofta fær frá útlendskum luttakar
um er, at hesi fegnast stórliga um,
at tey kunnu sleppa at renna mara
thon á einum bilfríum teini.
Hesir útlendsku rennararnir
njóta at »eiga« vegin, tá tey renna
Tórshavn Marathon. Komandi ár
hevur Tórshavn Marathon 10 ára
jubileum. Tað sum byrjaði sum ein
dreymur er vorðið eitt stórt aktiv
fyri renningina í Føroyum, og sam
stundis eitt sera gott PR fyri Tórs
havnar bý.
Tað grør um bæði gangandi og
rennandi fót í Bragdinum, har tey
útinna eitt bragd hvørja ferð tey
skipa fyri Tórshavn Marathon.
heris@sosialurin.fo
Fríðrikur Bláhamar, formaður í Bragdinum
Mynd: Jens Kristian Vang